Sunnudagurin á Svangaskarði fer at fáa okkurt eftirspælið

Bæði í FSF og í UEFA fer tað, sum fór fram undir takið, aftaná at dysturin var liðugur, at verða tikið til viðgerðar

Svarti sunnudagurin í september, róptu teir eina ferð eitt. Og tað kann fara at vísa seg, at tað, sum gekk fyri seg á Svangaskarði, eftir at finski dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og til bussurin við kekkiska ferðalagnum umborð fór av Svangaskarði og vestur í Vágar, haðani Atlantic Airways setti teir niður til Kekkia, fer at kasta langar skuggar eftir seg. Yvir kekkarnar, men eisini yvir føroyingarnar.

Kekkarnir vístu ikki tað fair play, sum UEFA og FIFA leggja upp til skal vísast, tá spælari liggur skaddur á vøllinum, og altjóða tíðindastovurnar og harvið fjølmiðlarnir kring heimin smyrja tjúkt uppá, tá tey greiða frá dystinum. Kekkar stjólu seg til sigur í Føroyum, verður tikið til onkra staðni, og hetta er avgjørt ikki nakað, sum hóvar kekkum, ið fegnir vilja verða sæddir sum ein heiðurlig og nýmótans tjóð.

Tá dysturin var lokin, fór UEFA umboðsmaðurin í umklæðingarrúmið hjá dómarakvartettini, og har var hurðin leingi aftur, áðrenn spaniumaðurin kom útaftur.

Hann vildi einki siga um, hvat teir høvdu tosað um, men tað kann eingin ivi vera um, at prátið millum annað snúði seg um støðuna, sum hevði einasta málið í dystinum við sær. Dómarin helt seg til reglarnar, men tað kann væl hugsast, at UEFA maðurin hevur sagt honum, at hann átti at havt biðið kekkarnar um at tikið innkastið umaftur, tá tað vísti seg, at teir ikki vildu brúka vanligu fair play mannagongdina. Hevði dómarin havt gjørt tað, so høvdu føroyingarnir verið klárir, tá kekkarnir aftur fóru í álop.

Í frágreiðingini, sum UEFA maðurin skal senda til UEFA eftir dystir av hesum slagnum, skal hann millum annað geva karakter fyri fair play, og um karakterurin er lægri enn eitt ávíst, so skal ein viðmerking fylgja við. Fylgir viðmerking við, so skal málið takast upp í UEFA, og tað verður tað ivaleyst, men eingin skal billa sær inn, at úrslitið verður broytt.


Vandi fyri sekt

Eitt annað og fyri føroyingarnar meiri álvarsamt mál, sum UEFA maðurin ivaleyst hevur tosað við dómararnar um, er samanbresturin, sum var millum føroyskar og kekkiskar spælarar, tá teir vóru komnir undir tak.

Ein kekkiskur spælari vísti fjórða dómaranum, at ein av føroysku spælarunum skuldi hava spýtt hann í andlitið, og hóast føroysku spælararnir søgdu, at tað kendu teir einki til, so er talan um eina álvarsama hending, sum ? um UEFA maðurin ella dómarin velja at geva frágreiðing til UEFA um hetta ? í besta lagi kann hava við sær, at FSF fær eina bót, og kann ein spælari ábyrgdast fyri so óhepna hending, so fer tað at hava leikbann í minsta lagið í tveir dagar við sær.

Julian Johnsson bleiv drigin fram sum maðurin, sum skuldi hava framt hetta lítið sømiliga avrikið, men tað segði hann seg ikki kenna nakað til, og føroysku spælararnir vistu at siga, at kekkiski spælarin hevði sjálvur syrgt fyri, at tað sá út, sum um at ein føroyingur hevði spýtt eftir honum.


Mannagongdirnar

Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, er harmur um, at tað skuldi enda soleiðis. Hann skilir væl, at spælararnir vóru vónbrotnir, men hann staðfestir samstundis, at ábyrgdirnar hjá FSF og mannagongdirnar, sum roknað verður við skulu syrgja fyri, at einki sovorðið kemur fyri, hava ikki verið, sum tær eiga at vera:

? Eg sá einki til hetta, tí eg var saman við formanninum fyri kekkiska fótbóltssambandið. Men tað, sum eg havi hoyrt, sigur mær, at har hevur okkurt verið, sum tað ikki átti at verið.

Hvat hugsar tú um?

? Eg hugsi um, at tað er uppgávan hjá okkara monnum uttanfyri vøllin at fáa heitu spælararnar inn í umklæðingarrúmið beinanvegin. Tað varð ikki gjørt, og tað er harmuligt. Í slíkum førum, tá tað kókar og luttakararnir eru heitir, ræður um hjá ábyrgdarpersónunum at vera púra kaldir og kanska at fara í hina grøvina.

FSF formaðurin sigur, at hann síðani sunnudagin hevur fingið fleiri áheitanir um at leggja vánaliga fair play atburðin hjá kekkum fyri UEFA, men tað ætlar hann sær avgjørt ikki at gera:

? Eg ivist einki í, at teir í UEFA vita, hvat gekk fyri seg, og eg haldi ikki, at vit á nakran hátt styrkja um okkara støðu og okkara umdømi við at kæra, sigur Torleif Sigurðsson, sum eisini harmast um, at aðrir nevndarlimir enn formaðurin í FSF beint eftir dystir úttala seg til pressuna um viðurskifti, sum formaðurin heldur tað vera nátúrligt, at hann úttalar seg um, um FSF kennir trongd til at gera tað.