Fyrilestrar, sangur, upplestur og sjónleikur, er m.a. á skránni hjá Giktafelagnum 3. oktober. Hóast tiltakið bert er henda dagin, so er skráin kortini ógvuliga fjølbroytt.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum byrjar kl. 10. 30, tá Leila Solmunde, formaður í Giktafelagnum, bjóðar vælkomin.
Fuglafjarðar Sangkór við Frits Johannesen syngur, og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður setir stevnuna.
Síðani er fyrilestur við Jón Thorsteinssyni, professara í giktasjúkum, um giktaviðgerð í Íslandi gjøgnum tíðirnar.
Jón Thorsteinsson er nú farin frá vegna aldur, men hann er kendur arvagranskari og hevur arbeitt innan giktaøkið alt lív sítt.
Seinnapartin heldur Jørgen Petersen, reumatologur dr. med. fyrilestur um giktaviðgerð í framtíðini.
Kl. 14 letur upp framsýning um ullint pløgg og ullvørur, hjálpitól fyrr og nú, eins og ein filmur um gikt - orsøk og viðgerð - verður sýndur.
Aftaná døgurðaborðhald fyri limum og innbodnum, er kvøldseta kl. 21, har Guðrið Helmsdal Nielsen, leggur fyri við at lesa egnar yrkingar. Jóhan Hentze og Graeme Rudd skipa fyri horntónleiki, og síðani er sjónleikur, sum Adelborg Linklett í Klaksvík, skipar fyri.
Næsta punkt á skránni er Martin Joensen, sum framførir nkarar av sínum sangum, og eftir hetta er Tórshavnar Kamartrio. á skránni. Berghild Polulsen syngur, Bjarni Berg spælir klarinett og Árni Hansen klaver.
Síðani er upplestur við føroyskum ævintýrum, sum Ria Tórgarð stendur fyri, og M.C. Restorff syngur við klaverundirspæli, eins og Maria Andersen syngur og spælir gittar.
Hátíðarhaldið í Norðurlandahúsinum endar við Midnáttar café kl. 23.30, har borðreitt verður við einum drekkamunni, og tá fer Hanus Johansen, sangari, at syngja vísur, og Finnur Hansen, tónleikari, spælir klaver.
Føroya Giktafelag er elsta serfelag í Føroyum. Tað varð stovnað sum sjálvstøðugt felag 22. august 1948 í samstarvi við »Rigsforeningen til bekæmpelse af reumatiske sygdomme í Danmark».
Um søguna hjá Giktafelagnum sigur Leila Solmunde, at stigtakararnir hava verið sera framskygdir og framman fyri sína tíð. Giktafelagið er elsta serfelag í Føroyum, sum hevur arbeitt sjálvstøðugt, tó at samband hevur verið til felagið í Danmark, og í nútíðini eisini í norðurlendskum sambandi.
Í fyrstu nevndini sótu: Hans Debes Joensen, lækni, Pauli Dahl, lækni, Jacob Højgaard, lækni, R.K. Rasmussen, lækni, Knút Nygård, yvirlækni, E. Rubek Nielsen, Paula Joensen,próvstinna, Jógvan Rasmussen, prentsmiðjustjóri og A. Enniberg, yvirlærari.
320 limir eru í Giktafelagnum.
Fyrilestrar o.a. í sambandi við hátíðarhaldið er fyri almenninginum, men døguðin um kvøldið er fyri limum og innbodnum.
Harnæst er stóra tiltakið við Kvøldsetuni kl. 21, og tá eru øll vælkomin. Atgongumerki til kvøldsetuna kosta 50 krónur.