Í samband við at tað í ár eru liðin 75 ár síðani, at fyrsti bilurin kom til Føroya, hevur Føroya Ellisakfør skipað fyri ymsum tiltøkum. Tað var 6. mai í 1922, at DFDS skipið Island kom á Havnina við ein [...] sum er formaður í Føroya Ellisakførum vónar, at nógv fólk koma at lurta eftir Sverra mánakvøldið - og hann ivast ikki í, at nógv forvitnisligt verður at frætta - tí, sum hann sigur. ? Sverri hevur upplivað [...] kollfirðingur, men sum hevur búð næstan alla sína tíð í Havn, veit óviað nógv at siga frá, tá hann mánakvøldið klokkan 20 fer at greiða frá síni vitan í hølunum hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond 22
Sigurðssyni til Klaksvíkar at greiða frá, hvussu gongdin hevur verið at fáa tunnilsgerðina undir Hvalfirði setta í verk, og hvørjar vónir teir hava. Klaksvíkar kommuna fer at skipa fyri tveimum slíkum fundum [...] tíðindaskrivi. Royndir aðrastaðni hava týðuliga víst, at fyrimunir hava verið við at loysa ferjur av við hesar tunlar. Tí hevur hetta við í staðin at gera fast samband rættuliga tikið dik á seg seinnu árini [...] Býráðshøllini fyri innbodnum. Her verða m. a. vinnulívsfyritøkur, politikarar, umboð fyri hægri skúlar o. o. við. Tann seinni fundurin verður í Ósaskúlanum hóskvøldið 23. oktober, og verður hann fyri almenninginum
upp á senuna - eins og var salurin ein kirkja og hetta eitt kirkjugólv hon skuldi tvørturum, fyri at sleppa at syngja. Hon legði hart út við tveimum so vælkendum løgum sum ?Down by the Riverside? og ?Nobody [...] salurin enn einaferð fullur. Eftir at Magni Christiansen hevði fingið fjøldina í gospelhýr, tók amerikanska gospelsangarinnan Etta Cameron yvir. Hon gjørdi øll bilsin við at koma rokandi mitt gjøgnum salin [...] upp at klappa og svinga, og hesa uppgávu legði Etta alla orku í. Røddin var sermerkt - ikki so ótrúlig sum røddir hjá gospelsangarinnum onkuntíð eru, men hon hevði sálina við, og dugdi sera væl at spæla
festivalum at enda við einum Føroyakvøldi, men hesaferð verða áhoyrararnir bodnir inn á eitt næstan ógranskað øki. Felags fyri hesi nøvnini er, at tey øll eru meira ella minni ung við framtíðini fyri sær - [...] vár, og ivaleyst eru tað fleiri, sum kundu hugsað sær at sæð Skeyk aftur á palli. Men í dag kemur sjálv fløgan við sangunum út, og høvi verður eisni at ogna sær hana í Norðurlandahúsinum í kvøld. Løgini hevur
Fiskivinnuflokki tó fyri, at Nólsoyar Páll kann gerast liðugur upp á seks vikur fyri seks milliónir krónur. Aðrir tingmenn, sum gjørdu viðmerkingar til pástandin hjá Lassa Klein tóku hann ikki fyri fult. John Petersen [...] skal koma at sigla. Nýggjasta metingin av umvælingararbeiðinum sigur, at nýtast skulu 26 milliónir krónur oman á tær 12,5 milliónirnar, sum longu eru nýttar. Sjónvarp Føroya visti fríggjakvøldið at siga frá [...] Claus Dringer annars hevur um skipið. Hann heldur, at tá skipið er umvælt, fer tað valla at verða á sama støði, sum Tjaldrið, og hann heldur eisini, at skipið ikki kann nýtast longur enn í tíggju ár - kanska
(U16) tapti báðar sínar dystir í kapping í Holland, 0-7 fyri Hollandi og 0-7 fyri Finlandi, og fyrr í vikuni tapti U18-kvinnurnar heili 8-0 fyri Noregi. Men fríggjadagin kom so endaliga eitt úrslit, sum [...] sum vit kunnu fegnast um. U18 kvinnurnar spældu ímóti Ungarn, og tað eydnaðist okkara liði at vinna 1-0. Tað var Teresa Johnsson, sum skoraði málið. Álvur Hansen er venjari hjá U18 kvinnunum og Jón Harald
so væl. Jens Valdemarsson vil ikki vátta, at leiðslan í Reykjavík hevur trupuleikar við at fáa stjóran í Ísbú í Føroyum at samarbeiða. Tað er soleiðis, at fyri at hava eit felag skrásett í Føroyum, skal [...] Ísbú í Reykjavík, sigur, at tað tekur tíð at koma til botns í hesum málinum. Hann hevur ikki hug at upplýsa, hvussu nógvar pengar felagið skyldar í Føroyum. Hann dugir heldur ikki at siga, um øll tey virki [...] yni, er hetta talið kanska heldur ivasamt. Jens Valdemarsson sigur, at tað framvegis er ætlan teirra at koma til Føroya og royna at fáa greiði á, hvat veruliga er farið fram, meðan Ísbú virkaði í Føroyum
n. At hugsa sær, at ein yvirbevístur fólkafloksmaður fekk loyvi til at endurnýggja Sambandsflokkin. Um ein skal tora at trúgva teimum sum halda, at Fólkaflokkurin hevur sent mannin, fari eg ikki at svara [...] bert so vónsvikin, at tað ikki eydnaðist at taka uppgerðina við gamla Sambandsflokkin?. Eg helt ikki, at tað bar til tá at ávara sambandsveljaran í Suðurstreymi ímóti vandanum fyri eini kvettroynd móti [...] Hann sigur, at hann hevði játtað at stilla upp fyri Fólkaflokkin og var á tí listanum. Í seinastu løtu avgjørdi hann at fara av fólkaflokslistanum yvir á sambandslistan við tí endamáli at endurnýggja
biðið um at vera loyst úr starvinum, og tað kann gott vera, at tað er rætt. Men eygleiðarar halda, at tað er eingin ivi í, at tað kemur sera væl við hjá forsætismálaráðharranum, at hann fær høvi til at seta [...] hann hevur langt síðani boðað frá, at hann fór ikki at stilla upp aftur til kommunuvalið, sum verður um stutta tíð. Torkil Simonsen er kendur fyri at ganga inn fyri strammari reglum viðvíkjandi flóttafólkunum [...] Nyrup Rasmussen frá, at Birthe Weiss, sum bæði hevur verið innanríkismálaráðharri og heilsumálaráðharri, hevði biðið um at verða loyst úr starvinum sum innanríkismálaráðharri, og at Torkil Simonsen, sum
garnar vóru, royndi hann at fáa annan samráðingarleiðara, enn Edmund Joensen, tí hann metti ikki, at Edmund Joensen var førur fyri at greiða uppgávuna: » - Eg tók stig til at fáa annan samráðingarleiðara [...] nakað íkast til kjakið. Eg haldi, at tað er breið semja millum luttakararnar, at hesir fundir einki gev, men bert taka tíð og kreftir frá okkum. Tí fari eg at skjóta upp, at vit niðurleggja teir - í hvussu [...] størsti feilurin, sum Sambandsflokkurin gjørdi, at hann loyvdi Edmund Joensen at taka Sambandsflokkin sum gísla, tí hann (Edmund Joensen, blm.) er ikki førur fyri at stýra. Alt sum er hent síðani tá, prógvar