Í samband við at tað í ár eru liðin 75 ár síðani, at fyrsti bilurin kom til Føroya, hevur Føroya Ellisakfør skipað fyri ymsum tiltøkum.
Tað var 6. mai í 1922, at DFDS skipið Island kom á Havnina við ein um Ford TT lastvogni, sum Johannes Olsen og Júst Sivertsen í Havn keyptu gjøgnum Ford-umboðið í Føroyum, smiðunum báðum Vilhelmi Nielsen og Wenzel Petersen.
Tó at Sverri Djurhuus við sínum 77 árum er eldri enn føroyska bilasøgan, so minnist hann av góðum grundum ikki hesa hending.
Men Sverri, sum er kollfirðingur, men sum hevur búð næstan alla sína tíð í Havn, veit óviað nógv at siga frá, tá hann mánakvøldið klokkan 20 fer at greiða frá síni vitan í hølunum hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond 22 í Havn.
Sverri Djurhuus er smiður og hevur arbeitt m. a. nógv saman við Sigirdi av Reyni og Frits Jensen, og hevði hann eisini egið verkstað í Rættará. Seinnu nógvu árini hevur hann koyrt hýruvogn í Havn, eins og hann eisini hevur skrivað.
Brynjávlur Jensen, sum er formaður í Føroya Ellisakførum vónar, at nógv fólk koma at lurta eftir Sverra mánakvøldið - og hann ivast ikki í, at nógv forvitnisligt verður at frætta - tí, sum hann sigur.
? Sverri hevur upplivað so mangt bilum viðvíkjandi, ið vit sum yngru eru ikki kenna nakað til - og so dugir hann eisini so fyrimyndarliga væl at greiða frá, sigur Brynjálvur Jensen.










