John Petersen, landsstýrismaður skal djúpt niður í lumman, um vaktarskipið Nólsoyar Páll nakrantíð skal koma at sigla. Nýggjasta metingin av umvælingararbeiðinum sigur, at nýtast skulu 26 milliónir krónur oman á tær 12,5 milliónirnar, sum longu eru nýttar.
Sjónvarp Føroya visti fríggjakvøldið at siga frá kanningini, sum John Petersen hevur latið danskan skipakønan, Claus Dringer, gjørt.
Hendan meting er væl hægri enn tann, ið føroyskir skipakønir gjørdu. Tá varð mett, at nýtast skuldu 12,5 milliónir til umvælingararbeiðið - og hevði skipið sostatt kostað 25 milliónir krónur.
Men er nýggjasta kanningin eftirfarandi, verður kostnaður væl hægri.
Tað sum kanska er enn meira hugsunnarvert er metingin, sum Claus Dringer annars hevur um skipið. Hann heldur, at tá skipið er umvælt, fer tað valla at verða á sama støði, sum Tjaldrið, og hann heldur eisini, at skipið ikki kann nýtast longur enn í tíggju ár - kanska fimtan.
Afturat hesum hevur hann tað fyrivarni, at skipið bert hevur 2/3 av teirri maskin- og sleipiorku, sum Tjaldrið hevur, og at tekniska útgerðin ikki er álítandi, tí hon er gomul og slitin.
Niðurstøðan hjá honum er, at skipið verður ófullfíggjað, sum vaktar- og bjargingarskip.
Sambært Sjónvarpi Føroyar endar Claus Dringer sína frágreiðing við hesum:
» Endelig bemærkes, at der er et vigtigt udestående spørgsmål omkring skibets dødvæg efter ombygningen. Der foreligger mulighed for, at skibet vil få en så lav dødvægt, at det vil virke indskrænkende på skibets anvendelse eller kræve betydelige yderlige ændringsarbejder«.
Nólsoyar Páll hevur fingið drúgva umrøðu í samfelagskjakinum seinasta árið, og politikarar hava kastað hvørjum øðrum ábyrgdina - men enn er eingin avgerð tikin.
Tað eru serliga sambandsmenn, sum hava víst á, at skipið eigur at verða gjørt liðugt - og hevur serligt stríð verið millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um hetta mál.
Á tingfundi herfyri garanteraði Lasse Klein úr Kristiliga Fólkaflokkin Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokki tó fyri, at Nólsoyar Páll kann gerast liðugur upp á seks vikur fyri seks milliónir krónur.
Aðrir tingmenn, sum gjørdu viðmerkingar til pástandin hjá Lassa Klein tóku hann ikki fyri fult. John Petersen, landsstýrismaður helt hetta vera so skemtingarsamt, at hann bað Lassa Klein koma við hesum frágera góða tilboð skriftliga - so skuldi hann fáa eina heila millión sjálvur!?
Javnaðarflokkurin hevði uppskot frammi um at játta pengar til projektering av nýggjum vaktarskipi, og John Petersen hevur í sínum uppskoti til fíggjarlógina fyri komandi ár skotið upp at játta 20 milliónir til nýtt vaktarskip