Klaksvíkingar fara at tosa um undirsjóvartunnil

Borgarstjórin av Akranesi fer at greiða frá í Klaksvík

Fyri tíggju árum síðani fór Klaksvíkar kommuna at gera ymiskar kanningar í sambandi við eitt møguligt fast samband um Leirvíksfjørð.

? Síðani tá er ómetaliga nogv hent á hesum øki, vísir kommunan á í tíðindaskrivi.

Síðan er ómetaliga nógv hent á hesum øki, tað veri seg prísbroytingar, trygdin í kanningunum, royndir av rakstrinum, kanningar av samfelagsligu viðurskiftunum og broytingum og annað í hesum sambandi, sigur kommunan í tíðindaskrivi.

Royndir aðrastaðni hava týðuliga víst, at fyrimunir hava verið við at loysa ferjur av við hesar tunlar. Tí hevur hetta við í staðin at gera fast samband rættuliga tikið dik á seg seinnu árini, siga teir úr Klaksvík.

Tískil hevur Klaksvíkar Kommuna boðið borgarstjóranum í Akranesi, Gisla Gislasyni og formanni býráðsins, Gunnari Sigurðssyni til Klaksvíkar at greiða frá, hvussu gongdin hevur verið at fáa tunnilsgerðina undir Hvalfirði setta í verk, og hvørjar vónir teir hava.

Klaksvíkar kommuna fer at skipa fyri tveimum slíkum fundum.

Tann fyrri fundurin verður mikukvøldið 22. oktober kl 19.30 í Býráðshøllini fyri innbodnum. Her verða m. a. vinnulívsfyritøkur, politikarar, umboð fyri hægri skúlar o. o. við.

Tann seinni fundurin verður í Ósaskúlanum hóskvøldið 23. oktober, og verður hann fyri almenninginum.

Gestirnir úr Íslandi fara at leggja fyri, og síðani verður høvi hjá luttakarum at seta spurningar, verður sagt úr Klaksvík.