Terji Nielsen Mikudagin 14. oktober skulu føroyingar og skotar dystast á heimavøllinum hjá skotska felagnum Aberdeen, ið nevnist Pittodrie Park. Í hesum sambandi fer Norrøna at sigla til Aberdeen. Smyril [...] íbúgvar. Í gomlum døgum vóru tað sera nógv føroysk fiskiskip, sum sigldu til Aberdeen at selja fiskin. Nú á døgum er nógv samstarv millum føroyingar og vinnulívið í Aberdeen í sambandi við eina møguliga oljuvinnu [...] ferðini, koma at búgva umborð á Norrønu, eisini meðan skipið liggur við kaj í Aberdeen. Hetta ger, at fólk sleppa undan at fáa sær kamar á gistingarhúsi í býnum og gjalda í dýrum dómum fyri tað. Ferðaseðlaprísurin
Terji Nielsen Tað var av allarfagrasta veðri allan týsdagin í Havn. Av somu orsøk vóru rættiliga nógv fólk í Sandagerði og hildu sær at gaman. Hesi fólkini sóu eina løgna sjón, sum tó hevði eina heilt nátúrliga [...] starvsfelagin hjá hesum manni og fekk sær kaffi. Tá hann var liðugur við kaffimunnin, helt hann fyri, at nú mátti hann fara at loysa hin av. So gekk hann oman til sjóvarmálan og vassaði út móti hinum, og teir [...] fingið skaða av hesum klettum. Kommunan í Havn hevur tískil tikið avgerð um, at hesir fýra klettarnir skulu spreingjast burtur, so teir ikki eru til ampa, tá ið grind næstu ferð er í høvuðsstaðnum. Teir báðir
pensiónir, sosialhjálp og so mangt annað. At fólk rýma av landinum, at eina frælsar Føroyar verða mest sum fólkatómar. Samgongan hevur ongan ætlanir um at seta fólk í verri støður, enn tey eru í ídag. Heldur [...] verður verri ella niðurløgd. Og partarnir tykjast eisini vera samdir um, sum oman fyri nevnt, at fólk skulu ikki vera verri fyri samanlagt. Og so skal tað sjálvsagt heldur ikki vera nøkur loyna, at ein so [...] hevur ment seg sum politikari, og er ein av teimum allarstørstu profilunum á økinum. Hann og onnur skulu tó ikki gloyma, at hann í løtuni er bæði óvanliga priviligeraður og forkelaður. Tí pressan (ikki bert
leingi: Skulu vit kappa líka nógv av allastaðni við plenuklipparanum, ella skulu vit heldur niðurleggja onkrar funktiónir heilt fyri at spara, so at tær, sum eftir eru, virka nøktandi. ?Eg haldi, at nú er so [...] m, sum nú mest eru at kalla sparifundir. ?Tað kundi t.d. blivið talan um at niðurlagt dialysuna niðuraftir, so at teir sjúklingarnir í framtíðini skulu noyðast til Keypmannahavnar? ? Ella skulu vit halda [...] Nú er aftur galið á Landssjúkrahúsinum. Við pengum altso. Hóast tað enn eru meiri enn fýra mánaðir eftir av árinum, er tað longu nú púra greitt, at játtanin á fíggjarlógini í ár til Landssjúkrahúsið fer
Álvur Haraldsen Tað eru nøkur ting, sum fáa arbeiðsdagin at ganga skjótari. Millum annað eru tað nógv fólk, sum allan dagin hava útvarpstólið tendrað og á henda hátt royna at fáa tíðina at ganga eitt sindur [...] um oyrini og bíða eftir, at tíðindakvinnan skal gerast liðug við at lesa tíðindini og siga frá, at nú er Nón á skránni. Tá ið hetta er gjørt, kemur eyðkennislagið hjá Nón í hátalaran, og so tekur Teodor [...] sending, sum eisini fer víða um í landinum, krevur sjálvsagt nógva arbeiðsmegi. Vanliga eru tey fimm fólk, sum nærum øll burturav fáast við at gera Nón. Programfólkini eru tey somu hvørja ferð, Theodor Olsen
dag at seta so nógv fólk, at hesi tá kunnu fáa tær røttu umstøðurnar at arbeiða undir. Hetta verður ikki sagt sum nøkur undanførsla. Hyggið bert eftir, hvussu illa mannaðir eitt nú loftmiðlarnir eru alla [...] fingið innivist í blaðnum, og tað skulu tey eisini fáa í framtíðini, eins og øll onnur. Men sannførdir tjóðveldismenn mugu so eisini tola at hoyra sjónarmiðini hjá øðrum, eitt nú Jóannesi Eidesgaard. Andstøðan [...] seinasta greinin er áhugaverd og inniheldur mangt ítøkiligt, sum eg haldi hevur týdning at fáa fram, eitt nú uppgávan hjá pressuni og hvussu vit vilja menna hetta samfelagið. Men mær dámar ikki tónalagið og tann
hvørja ferð tey eru her. Hvussu nógv vil hann tó ikki meta um. Stórt virkið - nógv fólk Tað skulu nokk so nógv fólk til at halda eina fyritøku, sum Skipafelagið er, gangandi. Skipafelagið hevur tvey skip [...] fara at útvega sær fleiri. Árni Joensen sigur, at alt í alt eru eini 200 fólk í starvi hjá Skipafelagnum. ? Vit eru uml. 30 fólk her á høvuðsskrivstovuni í Havn, meðan restin starvast umborð á skipunum [...] heldur tann virkaði fiskurin, sum verður fluttur við Skipafelagnum. Men tann kappingin fer at harðna nú Norrøna fer at sigla um veturin eisini. Men tað tekur Árni Joensen ikki so tungt. ? Vit hava tikið
avgjørt at vera ímóti øllum, sum ber á brá, at vit skulu taka fulla ábyrgd av landi og fólk. Men hvat vilja tey so? og hava tey gloymt, hví so nógvir føroyingar nú vilja hava gjørt upp við Danmørk. Vit liva í [...] í lagnutíðum. Flokspolitikkur má dvína fyri teimum truplu avgerðum, vit sum fólk skulu taka. Sjálvandi skulu dagligu málini røkjast, men tað stóra felagsmálið krevur, at vit øll eru við til at loysa tað [...] føroyingar. Hetta havi eg sjálvur roynt at hugsa um. Eg eri so gamal, at eg minnist væl 1946. Longu nú hava tey stóru bløðini eitt stórt andsvar, hvussu leikur fer, tá ið veljast skal. Gjógvin kann skjótt
á tann stóra spurningin, um ikki tann stórsta nakrantíð í Føroya politisku søgu, nevniliga um vit skulu loysa okkum úr aldargamla ríkisfelagsskapinum ella finna onkra aðra loysn, sum ber á sjálvstýrisleið [...] heldur er rætt og rímiligt, so fer fjøld av fólki at gera vart við seg, og seta spurnartekin við, hvat nú er í ferð við at henda, og tað má endurspeglast í pressuni, tí ikki er mansbarn í Føroyum, sum ikki [...] inn í skatti,1 milliard inn í tolli og 1 milliard úr ríkiskassanum = 3 milliardir íalt. Og at siga fólk ringan fyri tað,at tey seta spurningar fram um, hvussu vit kunnu varðveita ein livifót í hesum landi
er ikki so lætt. Fyri tað fyrsta so skulu fólk vilja nýta hana sum modell, og so hevur hon eisini ætlanir um at gera nakað við skúlan. Hon byrjar á studentarskúla nú, og hevur ætlanir um minst at gera tann [...] byrjaði kappingin. Nógv sitipláss vóru gjørd klár til tann langa pallin, sum tær skuldu ganga á. Fleiri fólk stóðu eisini og hugdu. Lív var fyrst í svørtum buksum og hvítari skjúrtu, síðani var hon í vetrarklæðum [...] væntar hon ikki at hon fer at gera tað heilt stóra við modellarbeiði. Í hvussu so er ikki enn. Sum nú er gleðir hon seg bara at byrja uppá ein vanligan gerandisdag aftur, eftir hennara stóru løtu í mo