principielt í restini av greinini - kvintessensurin í henni stendur framvegis óskalaður! Men eg noyðist nú bara leggja afturat, at eisini útvarpið fór niður í sama køstin, sum Grækaris hevði skumpað í fleiri [...] metaforu, uttan at hava verið í onkrum sambandi hvør við annan! So tað, sum fyri nógvum árum síðani var originalt í Danmark, er nú í øðrum umfari eisini blivið originalt í Føroyum! Tað átti ikki at kunna [...] skulu vera í lagi, og at faktuellir upplýsingar eru álítandi! Tí takki eg harra Øssuri so flittuliga fyri rættleiðingina! Hví kemur slík villa í? Ja, fyri eina ferðs skyld er misskiljing komin í millum meg
og røðum, hildnar á fólkafundum og aðrastaðni í 1899- 1926. Tað er gamli lærarin í Klaksvík, Tummas Lenvig trímenningur Emil, sum hevur savnað saman. Í bókini eru nakrar og áttati greinar og røður frá [...] meðan hann var í ferð við eina ritgerð um Bábilstornið. Tá rendi hann seg fleiri ferðir á navnið Rasmus Rasmussen og settist so at kanna eftir, hvat hann hevði skrivað og latið koma á prent í bløðum og tíðarritum [...] almenna kjakið í Føroyum fyrstu árini í hesi øldini. Tað eru eisini greinar og røður, har ið menn hava lagt tankar fram um vinnuliga og handilsliga menning her á landi. Áhugavert er tað, at fyrst í hesi øldini
Jónleif Sólsker, eina útvísing fyri kjaftaslit, men tað skal tó leggjast aftrat, at Jónleif hevði grein í sínum máli tá. Hann varð heilt greitt rendur um koll, men dómararnir lótu sum einki, og tískil kendi [...] bóltin í netið hjá Ragnari Mouritsen, sum heldur óvæntað fekk møguleikan í málinum hjá H71. Dysturin leygardagin var eitt sjónligt prógv um, at veikleikin í annars sterku H71-verjuni liggur úti í báðum [...] Mikukvøldið leiktu StíF og H71 fyrru hálvfinaluna í steypakappingini, og tá vunnu strandingar við heili sjey málum. Leygardagin leiktu liðini so aftur í endaspælinum í landskappingini, og tá gjørdist úrslitið eitt
Las í Sosialinum í heyst hvassorðað harmljóð frá Jóannes Skaale, lærara, um málið í føroysku bløðunum, og eg haldi serliga í Sosialinum. Hann øtaðist, nýtti nýtti ógvuslig orð at vísa á, hvussu vánaliga [...] sáli, var ein úrmæligur í føroyskum og hevði stóran alsk til móðurmálið, og Jóannes hevur dugað væl at lurtað eftir Mariusi. Sjálvur veitti Marius mær manga fjálga og bøtandi hondina í málsligum tvístøðum [...] Móðurmálslærarafelagið við, at boðsent teimum lærarar sum undirvísa í føroyskum, fyri at vita um teir í heilatikið hava førleikan at undirvísa í móðurmálinum. Hava teir ikki, so mugu teir antin skúlast av nýggjum
Við sær í grøvina hevði hann catawba og eina mentan, sum fyri 2-300 árum síðan rakk frá kavaklædda canadiska markinum heilt suður til trivaligu skógirnar í Mississippi og frá stóru sjógvunum í Milwaukee [...] høvuðsmotorurin í okkara framtøku. Í 1540 týddu íslendingar tær heilagu skriftirnar, og sjálvsagt fekk hetta stóran týdning fyri grannatjóðina. Meiri enn 4 hundrað ár seinri, í 1949 og í 1961, koma føroysku [...] hann svaraði mær aftur á reinum føroyskum máli, enntá við norðoya dialekt. Hann var føddur og uppvaksin og hevði búð í Grønlandi alt sítt lív, men hann hevði verið nakrar saltfiskatúrar við onkrum av
tað, sum Haraldur í Norðfirði og hann høvdu avrátt í grindini, sum hevði verið um summarið. Nú vóru boð komin, at tað var í lagi við hjúnalagi millum Trónd og Durutu. Haraldur hevði tosað við sonin, og [...] livdu seg inn í kvæðið. Grindadrápið hevði øst teir upp. Teir høvdu fingið nógv blóð at flóta í dag, og meðan teir kvóðu ímyndaðu teir sær, at tað vóru teir, sum høvdu svørðið í hond og riðu í bardaga og [...] monnum. Men hon hevði ongar skuldarkenslur. Gud mundi skilja hana og fyrigeva henni. Væl hevði Gud sagt, at hon skuldi vera manni sínum undirgivin, men hon varð noydd at manni sínum. Hevði Gud sagt tað,
Inni í skúlastovuni eru 27 næmingar í 8. a. Tey fara upp á pláss, tá vit koma inn í stovuna, og lærarin Kristina Lützen greiðir teimum frá, hvat nú fer at henda, og hví Sosialurin er komin at vitja. Vit [...] hon. Kristina hevur verið á einum tílíkum túri einaferð áður. Tað var í 2000 í Íslandi. Men tá vóru tey so óheppin í veðrinum. Tað var rættiligt illveður ta ferðina, og tey vóru tá so óheppin at koma út [...] báðir í Klaksvík hava so skifts um at sent ein flokk avstað. Vanliga verður tað kastað lut millum áttanda flokkarnar á einum skúla, um hvør av teimum skal sleppa avstað, men tað var ikki neyðugt í hesum
rin í fjør, og í landskappingini higartil í ár hevur H71 vunnið bæði á Kyndli og VÍF. Men hvør er Hans Guðmundsson so? Vit hittu hann á loftinum í Café Natúr mikukvøldið. Stutt frammanundan hevði H71 verið [...] Fyrsta árið búði eg í eini góðari íbúð, har eg hevði atgongd til tríggjar svimjihyljar og fýra tennisvøllir? Men eg hevði kortini ikki hug at búgva har, so eg flutti í eini stór hús í trimum hæddum, har [...] glaður fyri at hava Finn við mær í H71. Upprunaliga spurdi eg hann beinanvegin, tá eg kom til H71, um hann ikki hevði hug at koma við mær. Men hann vildi heldur vera í FH í í øllum førum eitt ár afturat. Men
sum í stk. 1 krystallklárt ásetur, at “enhver har ret til respekt for sit privatliv og familieliv, sit hjem og sin korrespondance.” Stk. 2 fylgir í hølunum, og er minst líka óvikandi í sínum substansi: [...] hann veit bara ikki av tí. Ikki tí, Kvf fæst við Manntal. Ikki við demokratiska trúvirðið í tí—tað hevði jú verið at trossað elituna!—men hvørt tað er eitt ‘macho-Manntal” ella ei. “Manntal” refererar [...] verður tú revsaður við bót. Í notati til “løgtingslóg um Manntal í 2011” mælir sjálv løgtingsumsitingin til at strika revsingina “tí tað er ilt at fáa eyga á, at tað er neyðugt í einum demokratiskum samfelagi
vísir á: hevði Ólavur Hátún av illum sagt teimum frá beinanvegin og ikki bíðað til í seinastu løtu. Her stóðu jú sera nógvir pengar upp á spæl, og at avlýsa tiltøk í evstu løtu kann skjótt fáa ilt í stuðlarnar [...] seinastu vikuna í Juni ? á hvørjum ári. Longu í Mai mánaði í fjør boðaðu fyrireikararnir Norðurlandahúsinum frá, at BBC fór møguliga at koma til Summartónar 1998 og hevði kanska brúk fyri plássi í húsinum. Eisini [...] svarað honum aftur í bløðunum. Men eftirsum Ólavur Hátún sjálvur legði fyri við at fara í bløðini um innanhýsis ósemju í føroyska tónleikalívinum, helt eg tað vera rættast at tríva í pennin, so lesarin