Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Lat meg bara endurtaka: heilin er bannað øki, persónlig viðurskifti er bannað øki, okkara privatlív er bannað øki, og tað er okkara heim, har vit opinberiliga gera alt møguligt illgrunasamt og klikkað, eisini.
Men heldur enn at stilla kritiskar spurningar til Manntal, hvørs missjón er at koma inn í okkara kollektivu heilar í størri mun enn nakrantíð fyrr, hevur 4. statsvaldið, ið nú meiri líkist tí fjúrtanda, fungerað sum ein propaganda-maskina fyri hesum burðardygga frelsunarheri úr Hagstovuni, og tykist annars meiri áhugað í eini leiðiligari “analysu” av einum óviðkomandi grannskoðaramáli og mannminkandi heilsuátøkum, tá ið tað ikki er interesserað í X-Factor og tragikomiskum úttalilsum frá Bláa Krossi um hvussu fjórði hvør føroyingur, so ella so, er “alkoholikari”... hann veit bara ikki av tí.
Ikki tí, Kvf fæst við Manntal. Ikki við demokratiska trúvirðið í tí—tað hevði jú verið at trossað elituna!—men hvørt tað er eitt ‘macho-Manntal” ella ei. “Manntal” refererar eittans til “mannaætt”, og tí eitur tað “formansrøða”, ikki “forkvinnurøða”. Longur er tann søgan ikki, frøkun Blaasvær og aðrir feministiskir reglutrælir.
Nøkur okkara halda faktiskt, at føroyingurin er ein rationell vera, og ikki eitt “ting”, ið kann endurgerast eftir statsins idealmynd. Nøkur okkara finna seg ikki í harraboðum, at blíva fortald, hvat vit skulu gera. Og nøkur okkara halda, at Manntal er eitt sprelllivandi dømi um, at vit ikki longur skulu fatast sum friír persónar, men livandi ágóðar hjá felagsskapinum og politisku elituni.
Hvar tú so endar á klótuni, tá hevur Manntal altíð verið brúkt sum stats-propaganda, at koma við nýggjum og øðrvísi avgjøldum og skatti, ikki heilt ólíkt tí innheintandi virksemi, bankarnir, við sínum kreativu og freku ómaksgjøldum, ein samsýning fyri “veittan beina”, fáast við.
Mann skal vera skammleyst naivur at halda, at tey ráðandi, í sparitíðum, fara at spandera tíggjutals miljónir uppá nakað, tey ikki innan rættiliga stutta tíð, uppá onkran máta, fáa inn aftur. “Áh, tit skulu bara fylla hetta út, og so vera tit øll betri fyri, glaðari og ríkari og alt møguligt annað positivt”.
Afturat hesum koma terroriserandi tilmæli at mikrostýra okkum uppaftur meiri. Onki undur, at vatnmelónirnar í Umhvørvisstovuni, Heilsufrøðiliga politbureaunum og Fólkaheilsuráðnum elska hesa sneytandi kortlegging av sínum besverligu og dálkandi subjektum. Tað eru, hóast alt, slíkir stovnar, sum saman við geniunum frá ST, ið hava fóðrað Manntal við “relevantum” spurningum, og sum skjótt koma at brúka hesar upplýsingar ímóti okkum. Men upplýsingar, sum ikki raka nakran almennan myndugleika og eina betrivitandi elitu.
Hatta er so partvíst tann praktiski parturin av sovjettiska Manntals-projektinum. Men tínæst sáar løgtingsins egna umsiting við Biritu Ludvíksdóttir iva um Manntal. Altso, prinsipp og lóggáva: hvat er privatlív, hvat er statur, og hvør eigur hvønn?
Argumentini fyri Manntal, fáa vit at vita—og um tú líka droppar hatta psyko-sosiala vrøvlið um “hvussu týðandi tað er hjá granskarum at hava okkurt, bara okkurt, at granska eftir”, eru tveyeini: at øll hini gera tað, og at ST sigur, at tað er ein góð idé... ja, eg veit, ST—‘go figure’!
Eg veit ikki, hvat tú fortelur tínum børnum, men eg fortelji so mínum avkomi, at “vit eru ikki hini”, og at “nakað eitur privatlív”. Og ST? Hesin óhoyrt ódemokratiski og kavrotni kroppur, eitt fordervandi element av einum moralskum ræðuskíti í altjóða politikki, hevur apsalutt onga heimild yvirhøvur; og einhvør áheitan, enntá samtykt, frá hesum láturliga stovni verður lættliga trumfað av evropeiska mannarættindasáttmálanum, grein 8, sum í stk. 1 krystallklárt ásetur, at “enhver har ret til respekt for sit privatliv og familieliv, sit hjem og sin korrespondance.”
Stk. 2 fylgir í hølunum, og er minst líka óvikandi í sínum substansi: “Ingen offentlig myndighed må gøre indgreb i udøvelsen af denne ret, medmindre det sker i overensstemmelse med loven og er nødvendigt i et demokratiskt samfund af hensyn til den nationale sikkerhed, den offentlige tryghed eller landets økonomiske velfærd, for at forebygge uro eller forbrydelse, for at beskytte sundheden eller sædeligheden eller for at beskytte andres rettigheder og friheder.”
Tað vil siga, at skal almenni myndugleikin gera inntriv í rættin til privatlív, tá skal hetta vera av demokratiskum ávum ella fyri tjóðartrygdina. Ókey, eg veit, at vit hava tríggjar sjúkrahúsleiðslur, eitt hall á eina hálva miljard ella so á fíggjarlógini og eitt kringvarp á kjaft við mikrofonhaldarum og herðataskuberandi sosialistum við hvør sínari smáborgarligu, stokkkonservativu og persónligu dagsskrá, men hetta er valla tað, evropeiski mannarættindasáttmálin meinar við, tá hann sipar til “tjóðartrygd”, ella at “fólkaræðið er í vanda”.
Av hesum er tað, ikki einans nakað retoriskt nonsense, tað eru vit so von við, men eyka atfinningarsamt, at hundurin hjá Manntal, Øssur Winthereig, í Degi og viku proklamerar, at “formelt” er alt í lagi.
Nei, tað er tað so ikki. Jú, um tí, at øll hini gera tað, ella tí at ST sigur so, men ikki, um tú setur frælsisstjalandi uppfinnilsið upp ímóti evropeiska mannarættindasáttmálanum, fyri ikki at nevna demokratiskum og liberalum setningum.
Og so líka eitt afturat. Vit vita væl, at tá ið onkur upp í saman følir seg noyddan at siga, at eitthvørt er “í lagi”, tá er tað tí, at tað ikki er tað.
Útfyllir tú hasi pappírini og letur tey til teljaran, kann almenni myndugleikin gera hvat honum lystir við títt privatlív, tí tá eigur hann tað. Hetta er ikki teoretiskt gass, og verður somuleiðis stipulerað av tí fakta, at tú verður tvungin at akta. Aktar tú ikki, verður tú revsaður við bót.
Í notati til “løgtingslóg um Manntal í 2011” mælir sjálv løgtingsumsitingin til at strika revsingina “tí tað er ilt at fáa eyga á, at tað er neyðugt í einum demokratiskum samfelagi at áleggja einum privatpersóni bót, um hann av onkrari orsøk ikki ynskir at svara spurningum í spurnarblaðnum”. Hetta er, eftir øllum at døma, ikki nóg áhugavert fyri Kvf: ov fløkjasligt og ópopulert, ov nógv politikkur, ov lítið politikarir.
Ynskið at útvega sær upplýsingar millum upplýsingar, “teir bleytu upplýsingarnar”, at røntgenfotografera teg, kemur frá stovum og stovnum, hvør grammari enn annar at skaffa sær hægri játtan. Hetta er mafia-líknandi arbeiðsháttur, tí motivið og planin er ikki at “hjálpa tær” og “Føroyum” við empiriskum gimsteinum, sum onki hevur við tjóðarbygging at gera, men makt, og tí alt við kontroll at gera. Manntal kemur at merkjast, vissuliga, men umvegis alskyns uppíblandingar frá reyvirriterandi og pengagraðum myndugleikum. Tú ert hervið ávaraður!
Vit eru ikki teirra neyt, og eg gangi ikki við til at verða viðfarin sum neyt á einum marknaði: til reiðar at verða tald og markað, vigað og mátað. Tí fari eg heldur at eta livandi sniglar, grulva tvørturum sundursoraðar lágorkuperur og mussa eina krokodillu enn at verða spurdur út av nálini av nøkrum kontrollfrikum frá Manntal og tess misantropisku skutilsveinum grýluklæddir sum gorhungraðir “granskarir”.
Eg hoppi bara ikki uppá hatta har, og vónandi gert tú tað heldur ikki. Men bótin, Agga? Fuck bót! Eg haldi ikki, at tað er ókey, at tað er meiningin, at vera statsins livandi ogn; og seinast eg kekkaði, áttu vit faktiskt enn okkum sjálvi.
Kortini, skuldi tað komið til skarpskeringar, tá betali eg ikki nakra bót. Eg havi boðað arbeiðsgevanum frá, at tá vil eg heldur koyrast í brummuna eina knappa arbeiðsviku enn avskriva mítt privatlív og persón, tí tað er presiss hetta, tú gert—teir siga tað bara ikki hart.
Eg eri veruliga bangin fyri, at vit við Manntal í álvara eru endað í eini tyranniserandi pseudo-rationalismu, tí tað einasta, vit hoyra um, er upplýsingar, prógv og fakta, sum alt samalt vísir seg at vera ein substituttur fyri moralskar sannføringar.
Vit fara at vera fyri eini skerjing av politiska virkisøkinum, og tí eiga vit at verja litinskap, øði, vreiði, grammleika, sum tráan nú verður stemplað, sorg heldur enn gleði, tí sorg ofta førir til handling. Og demoniseringin av hesum kenslum sum “irrationellar” er í veruleikanum tað sama sum at sverta politikk.
Problemið ídag, og við ófólkaræðisligum harraboðum sum Manntal, er at politiska elitan er bangin fyri okkum, samtíðis sum hon ignorerar okkum sum suverenir borgarir. Men hon hevur eisini desperat brúk fyri okkum at atkvøða fyri seg og fylla út oyðubløð desainað at úthola okkara privatlív, so at hon kann økja um og varðveita maktina.
So tað er alt endað í einum tekniskum frælsi: gamaní, vit hava enn atkvøðurættin, men politiskt eru vit ognartikin. Vit hava mist okkara borgararættindi, tí elitan hevur ikki álit á okkum, hon trýr ikki uppá okkum og skítur faktiskt á, hvat vit halda.
Av hesum eina—ger sum eg: bið Manntal pilla av, ella bara skræð sundur hatta oyðublaðið í eins nógv petti, sum tað eru teljarir!