Takksom viðmerking til Winthereigs!

Virgar T. Dalsgaard

Fleiri holl fólk hava telefoniskt gjørt meg varan við, at eg í grein míni »Sjónvarpsins sjakalar«
mikudagin tíanverri havi gjørt eina formella villu við faktuelt skeivum upplýsingum um sjónvarpið og Grækaris Magnussen, og sjálvandi biði eg mirðiliga um fyrigeving fyri tað, men tíbetur skeiklar henda villa avgjørt einki principielt í restini av greinini - kvintessensurin í henni stendur framvegis óskalaður! Men eg noyðist nú bara leggja afturat, at eisini útvarpið fór niður í sama køstin, sum Grækaris hevði skumpað í fleiri mánaðir frammanundan - bara ikki akkurát henda eina dagin á flogvøllinum!
Sama dagin eg var farin at skriva hesa lítlu umbering, frætti eg, at harra øssur Winthereig í lítlum greinastubba hevur verið so beinasamur at gjørt vart við mína villu í bløðunum. Tað er altið stimbrandi við alvaknum journalistiskum eygleiðarum, og er tað nakað, sum eg leggi dent á, so er tað, at keldur mínar skulu vera í lagi, og at faktuellir upplýsingar eru álítandi! Tí takki eg harra Øssuri so flittuliga fyri rættleiðingina!
Hví kemur slík villa í? Ja, fyri eina ferðs skyld er misskiljing komin í millum meg og mínar annars sera álítandi tíðindakeldur í Føroyum, soleiðis at tað lítla pronomen »teir« hevur fingið fatalar avleiðingar. Eg hoyrdi nevniliga frá míni keldu, at nú hava »teir« elt drongin heilt vestur á flogvøllin og heilt framat flogfarinum! Hesir »teir« vóru útvarpsmenn - eg metti skeivt, og helt hesar »teir« vera sjónvarpsmenn. Abyrgdin er mín, og eg kann sjálvandi ikki lasta kelduna - tí eg átti at havt eftirkannað málið betri. Enn einaferð veiti eg tí sjónvarpi og Grækarissi treytaleysa umbering fyri hesa einstøku episodu vesturi í Vágum! Einki annað í greinini verður tikið aftur - tvørturímóti!
Lat meg enda við at nema við fyrsta partin av stubbanum hjá Winthereig, har hann roynir seg sum stilistur og filosoferar eitt sindur um míni orð og mítt mál! T. d. veit hann at siga, at orð míni eru sett saman, soleiðis at tey eru lesilig fyri Winthereig (hann nevnir tey »lesbar«) - hetta eri eg stakfegin um, tí tað mótprógvar fullkomuliga tí, sum so ofta verður tikið til í dag, at flestu nútímans journalistar nærmast skulu vera funktionellir analfabetar!
Endiliga konstaterar Øssur, at eg brúki nógv sjáldsom orð. Sjáldsom fyri hvønn og hvørjar? -
Her veldst nógv um orðameingið hjá monnum, og hvør ið lesarin er - tí alt er jú relativt, men fyri tey fólk, sum hava eitt rímuligt minimum av kunnleika, almennari vitan og intellektuellum horisonti eru míni orð als ikki serliga sjáldsom, og tað áttu tey avgjørt ikki at verið fyri nakran debattør ella journalist - heldur áttu tey at verið eitt skyldugt og neyðugt arsenal av tí intellektuella skynsemisførningi, sum stórskaldið Goethe mælti europeiskum skúlamonnum og intellektuellum til at veita flest møguligum av teimum ungu í tá uppvaksandi ættarliðinum! Hann kallaði idealið fyri alment klassiskt dannilsi! Hesum ideella kravi og hesi mætu stremban áttu okkara journalistar eisini at arbeitt fram ímóti - heldur enn at virka fyri meira fordummilsi!
Tað kann væl vera, at orðatilfarið hjá einum miðal mikrofonmanni í dag er so mikið avmarkað ella tódnað, at tað knípir at lesa eina tekst, har fleiri fremmandorð eru komin uppí. Um so er, er hetta sjálvsagt ein málsligur sorgarleikur. Hvørva kontinentalar nuancur og synonymir, verður okkara fremsta intellektuella amboð, - málið púra steindeytt! Hesum eru Øssur og aðrir yngri mikrofondreingir sjálvir rættiliga ósekir í - tað eru harafturímóti teir ráðaríku puristarnir, sum hava skyldina av, at so nógv altjóða orðatilfar er lúkað burtur úr okkara máli, - soleiðis at tað bæði er blivið stirvið, klombrut og gelt fyri stíl! Hetta er við til intellektuelt at fjøtra og múlabinda, ikki bara journalistar, men alt tað uppvaksandi ættarliðið og gera tey til bornertar heimføðingar við krympaðum sjónarringi og ófantaligum ónuanceraðum orðatilfari. Alvaratos, áttu skrivandi menn og onnur frásøgufólk ikki at gingið á odda við at økt um ta orðanøgd, sum fólk ráða yvir, heldur enn at skerja hana?
N.B.: Sjálvt um semi-metaforiski »stílurin» hjá Winthereiki í allarfyrstu reglum hansara er púra identiskur við tann,
sum ofta hevur verið brúktur av donskum journalistum móti teirra pennafíggindum, kundi eg ikki droymt um at illgitt,
at Winthereikur plagierar donsku starvsbrøður sínar. So niðarliga ríður eingin búgvin journalistur - reiðiligir journalistar
uppgeva antin citatkeldu ella taka heilt úr egnum barmi.
Bert fantastiska forvitnisligt, at Winthereikur og danskir lagsbrøður, sum sita 700 fjórðingar hvør frá øðrum, heilt óheftir av hinum skullu finna uppá júst somu spinklu metaforu, uttan at hava verið í onkrum sambandi hvør við annan! So tað, sum fyri nógvum árum síðani var originalt í Danmark, er nú í øðrum umfari eisini blivið originalt í Føroyum! Tað átti ikki at kunna borið til at verið originalur við somu reglum, sum líkjast kopi tvær ferðir í sama ríki, men journalistiska universið er eyðsýniliga forundarliga fjøllbroytt!