Mórsastovu og á Dunganum. Elsa í Húsi Elsa í Húsi royndi við sínum tunga kroppi at fylgja Oluffu, men bleiv hetta bara til eitt lítið hirs, eins og ein lítil inn – og útsúður niðri í Støðni eftir landbrim [...] num hjá Elsu og grannunum. Alt grannalagið stóð nú og sang saman við Oluffu og Elsu Højlovet i al evighed skal Jesus Kristus være, og når for ham vi knæle ned, det er Gud Faders ære; og når vor lovsang [...] innum, og eftir var jólakvirran. Elsa fór oman aftur eftir Túni. Oman í Mýrustovu til sítt upphav. Hennara uppliving við Dunga Oluffu og grannunum har í nánd legði seg sum ein gloria um høvur og kropp
omanvert deknin og sveiggjaðu við beinunum. Tær vóru so glaðar og skemtaðu sína millum. Stovuheini hevði at teimum og bað tær sita stillar og ikki órógva lesturin. Tær so gjørdu og sótu og hildu hendur saman [...] vildi treyðugt fara og somuleiðis abbi, men tá ið tey sóu Elina í Hvanngarðinum, Niklas og Siggu í Heiriksstovu og Heina í Móritsarstovu fara upp eftir einum gyltum stiga, lættu tey sær á og fóru eisini upp [...] dagliga gingu og tøtlaðu hvørt um annað oman eftir og niðan eftir Sjóvartúni, brosaðu. Nú vóru tey á veg til krubbuna. Menninir hugdu út ígjøgnum gluggarnar á vegginum oman móti sjóvarmálanum og smáprátaðu
løgst og friður var komin yvir lonina, lást tú og lurtaði eftir vindunum, sum rein og hvein um vindskeiðir, takskegg og skjøldrar . Onkur seyður fór jarmandi heim eftir vegnum, hvarv í guvuroki og glamlýsinum [...] heimaftur til Oyndarfjarðar eftir kríggið, og tá fór Peter Klein, systirsonurin, at handla inni í Víkum, og tíanverri kom eldur í handilin í 1972 og kolaðist alt upp. Handilin og Víkhúsini vóru ein ímynd [...] trivaligur sum hjá Jødabrúðrini og læt ljós av sær til vegg og trappur. Eg kagaði út á loftstrappurnar og sá hesa sjón. Hennara náttkjóli lá sum pollamjørki yvir trappunum, og móðir stóð sum eingilin, Gabriel
postadressu, og hon er 2412 Nuuk. Og tað man neyvan vera nøkur postadressa hjá børnum í heiminum, sum er vorðin meira brúkt enn júst henda. Føroyska Theresa Og at standa á odda fyri hesum forvitnisliga og øðrvísi [...] bara í frímerkjum 10 kr. – Vit royna tó enn at svara aftur uppá brøvini og kortini, tí bæði Nuuk býur og handilslívið í býnum royna at stuðla hesum, men tað verður torførari og torførari at svara øllum [...] stórkommuna. – Hetta er eitt gott og spennandi arbeiði, og tað at man kann arbeiða við jólamanninum gevur eisini arbeiðinum eina rættiliga hugnaliga tilgongd. Mær dámar arbeiðið serstakliga væl, og tað minnir
náttini og prátaðu um lívið og øll holini og dúkarnar og knapparnar. Og ikki minst um rullipylsurnar. Tí tað var so við konuni og rullipylsum, at henni dámdi best, tá pylsan smakkaði sterkt. Og tí koyrdi [...] úthurðin ein stóran rút, og alt í einum hoyrdist ljóðið av brotnandi glasi. Og tað segði ikki bara "pling – pling" sum peran í lyktapelanum. Tað segði "plunk – plønk – plonk og krasj", og samstundis kom ein [...] seyma og stoppa og prika hol í rullipylsur og blóðpylsur. Tær skiftust um. Fyrrapartin arbeiddi tann eina nálin og seinnapartin hin nálin. Um kvøldi og náttina lógu tær so í vindeygakarminum og blundaðu
ræsta súpan og sluppu í heita og kærkomna song eftir drúgvu ferðina. Dagin eftir lá leiðin til Klaksvíkar við Barsskor, og var tað ikki óvanligt ávegis til Klaksvíkar at liggja nátt á Húsum hjá skyldfólki [...] fólk fóru at leita eftir teimum, tá ið seks tímar vóru farnir. Ferðin tekur undir vanligum umstøðin einar 2 – 3 tímar at ganga. Men eftir seks tímum vóru tey tó komin nærhendis Húsum, og fingu tey góða ræsta [...] Trøllanesi og í Mikladali tendrað. Herfrí Sørensen, býráðslimur helt røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi. Blíðskapurin var óførur í báðum bygdunum, so hóast tað var nakað kalt at standa úti og spæla, røða
ikki tann yngsta. Aftaná komu Hansa og Heini, og tilsamans vórðu tit átta. Hans Jóhannes, Anna, Ingrid, Mia, Malla, Jóna, Hansa og Heini. Í dag eru bara tygum eftir av systkjunum. *** Í 1948 giftust tygum [...] við Edvardi úr Kinn úr Oyndarfirði, og navnið “Gaard” bleiv til “Hammer”. Tit vóru verandi í Oyndarfirði, og fingu børnini Kirstin og Jógvan. Hetta var ein onnur tíð. Og ein tíð har tað kanska ikki var vanligt [...] hondini, og tað er ikki langtsíðan – bara fimm ár – síðani tygum fingu heiðursbræv frá Reyða krossi fyri tað stóra arbeiðið, tygum hava gjørt við at binda óteljandi troyggjur, húgvur, bulaldar og hosur.
deyðsboðini av Jørleif Kúrberg í Havn. Hann doyði á Landssjúkrahúsinum eftir stutta sjúkralegu. Jørleif var sonur Hannu og Martin Kúrberg, og hann var ein kend býarmynd í Havn. Øll mundu kennast við tann altíð [...] lærari – tá við Tekniska skúla í Havn. Hondbóltur fylti nógv hjá Jørleifi. Uppvaksin í Losjuni var tað sjálvandi Kyndli, hann spældi við og helt við líka til tað síðsta. Jørleif var ein opin og útvendur [...] útvendur persónur og dugdi sera væl við fólki. Tí var tað nátúrligt hjá honum at vera ferðaleiðari. Hann hevði verið nógv hjá ommunu úti á Reyni og sitið undir hvørjum orði har, og hann kendi gomlu Havnina sum
vísti hann á fyrireikingarnar seinastu tíðina, sum eftir hansara tykki hava verið ógvuliga góðar. – Tað sæst eisini í dag, tí vit eru væl skipaðir og eingin leypir framav nakrantíð, metir Egil á Bø, l [...] – Hatta var akkurát tað, vit høvdu brúk fyri. Ein sigur máttu vit hava, og tað ger tað ikki verri, at mótstøðuliðið var NSÍ, segði Egil á Bø við einum skeivum brosi. Helst sipaði liðformaðurin til, at [...] at NSÍ var tað liðið, ið lá næst EB/Streymi, umframt at tað vóru runavíkingar, sum yvirhálaðu EB/Streym í fjør. Egil á Bø viðgekk, at mongu ósigrarnir helst hava ligið í bakhøvdinum á mongum leikara, men
arbeiðstíð og arbeiðsstað hjá starvsfólki, og uttan at tað kostar arbeiðsgevaranum nakað. Tað er hetta valdið á arbeiðstíðini – og harvið eisini frítíðini – hjá starvsfólkunum, sum KAF vil varðveita, og tí ræðast [...] rættin at skipa arbeiði og arbeiðstíð. Tað einasta, vit biðja um, er, at hesin leiðslurætturin verður framdur eftir skipaðum reglum – tí tað verður hann ikki í dag. - Í roynd og veru áttu arbeiðstíðsreglur [...] sáttmálar – í hvussu er á tí almenna arbeiðsmarknaðinum. Yvirskipaðar reglur um arbeiðstíð – til dømis tá arbeitt verður forskotið, í vaktarskipanum, við tilkallivaktum, frítíð, hvílitíð og so framvegis – eru