Jólamaðurin býr í Grønlandi

Hvat meira ævintýrkent kanst tú sum ferðamannastjóri ynskja tær enn at kunna marknaðarføra eitt land við sjálvum jólamanninum, sum millum børn kring allan heim er vorðin sjálv ímyndin av jólahátíðini! Ta gávuna hevur føroyski leiðarin á kontórinum hjá jólamanninum í Nuuk, Theresa Kreutzmann fingið.

jan@sosialurin.fo

Tað er 1. desember í tí góða ári 2010. Vit eru stødd á postkontórinum hjá jólamanninum í Nuuk. Vit – tað eru dagligi leiðarin á hesum sjáldsama og einasta kontóri av sínum slag í heiminum, føroyska Theresa Kreutz­mann og so miðlamaðurin úr Miðla­húsinum í Havn.
Hví júst vitja eitt postkontór í Nuuk í Grønlandi hesa ársins tíð kundi verið spurt. Svarið er púra greitt. Tí hetta er eitt so einastandandi uppfinnilsi, at mong munnu teir býir og lond vera, sum øvunda Grønlandi hetta tiltak, sum eftir øllum at døma er komið fyri at verða.
Onnur lond sum t.d. Finland hava roynt at taka patent uppá jólamannin, men tað bleiv also Grønland, sum vann hesa kapping – við íblástri og eini hjálpandi hond frá heimskenda Disney. Tá hann í sínum víðagitnu teknifilmum gjørdi Norðpólin til heimstaðið hjá jólamanninum lá tað so ræðið fyri hjá grønlendingum sum næsta bygda granna at gerast veruliga livandi og fólksliga heimstaðið hjá hesum fyri øll heimsins børn felags vini. Ì dag halda nevniliga tey flestu, at Grønland er veruliga heimstaðið hjá jólamanninum.
Ein kann vissuliga siga, at hetta er branding, sum vil nakað. Og hetta tiltakið hevur síðani bara vundið uppá seg fyri hvørt ár. Grønlands er heimsins størsta oyggj, har tað tó flestu staðni er illa framkomiligt. Tí hevur jólamaðurin sjálvandi eina postadressu, og hon er 2412 Nuuk. Og tað man neyvan vera nøkur postadressa hjá børnum í heiminum, sum er vorðin meira brúkt enn júst henda.

Føroyska Theresa
Og at standa á odda fyri hesum for­vitnisliga og øðrvísi tiltakinum hava grønlendingar sett tí føroysku kvinnuna Theresu Kreutzmann, sum sjálv heldur, at hon hevur fingið eitt tað besta arbeiðið í verðini.
Arbeiðið fevnir m.a. um at lata upp øll tey forvitnisligu brøv, sum børn úr øllum herðashornum í heiminum senda til kontórið hjá jólamanninum í Nuuk. Í brøvunum eru allir hugsandi lutir til jólamannin.
Tiltakið er vorðið ein so mikið stór succes, at tey á postkontórinum í Nukk hava fingið ikki sørt av høvuðbrýggi av tí stóra áhuganum, sum tiltakið hevur fingið, og sum tí krevur alsamt meiri pening og orku at umsita.
Børn, sum skriva til jólamannin, hava higartil øll fingið svar, men tað er vorðið sera kostnaðarmikið at skula svara øllum, nú hvørt bræv kostar bara í frímerkjum 10 kr.
– Vit royna tó enn at svara aftur uppá brøvini og kortini, tí bæði Nuuk býur og handilslívið í býnum royna at stuðla hesum, men tað verður torførari og torførari at svara øllum brøvunum, sum bara blíva fleiri og fleiri, ja upp í 30.000 higartil í ár. Í dag hava vit júst fingið ein sekk frá postverkinum, og helvtin av honum var úr Taiwan. Í tí partinum av verðini er tað rættuliga stórur áhugi fyri jólamanninum, hóast Grønland liggur so langt burturi. Tá so fólk haðani vitja her keypa tey sjálvt danskar bøkur um jólamannin, sum tey so fáa yvirsett, tá tey koma heim.

Stóran týdning
Tað at man kann marknaðarføra Grønland sum bú- og heimstaðurin hjá jólamanninum hevur eftir øllum at døma ómetaliga stóran týdning fyri Grønland. Ein kanning er gjørd, har spurt verður, hvaðani børnini halda jólamaðurin kemur, og har eru tað framvegis 90%, sum siga, at jólamaðurin kemur úr Grønlandi.
Fyri 20 árum síðani varð Santa Claus Greenland Foundation sett á stovn fyri nettupp at kunna liva upp til ta vón man hevði givið heimsins børnum um, at heimstaðurin hjá jólamanninum var Grønland. Tá var ein sera flottur jólapakki sendur út til børn, sum skrivaðu til jólamannin í Grønlandi, men tað skuldi vísa seg at gerast alt ov dýrt í longdini, jú meira vælumtókt hetta tiltak bleiv. So tað er man farin burtur frá, soleiðis at man í dag roynir at svara øllum brøvunum heldur uttan nakra gávu.
Theresa leggur aftrat, at tey fáa eisini rættiliga nógv brøv úr Føroyum.

Barnadreymur gerst veruleiki
Eingin ivi er um, at hetta tiltakið, har heimstaðurin hjá jólamanninum er Grø­n­land, hevur nógv at siga fyri at markn­aðarføra landið. Theresa heldur, at tað at tengja jólamannin og Grøn­land saman kann gera, at Grønland hevur fingið eitt týðandi pláss í huga­heiminum hjá mongum, sum so vilja vitja landið einaferð í framtíðini.
Allan desembur mánað vitjar jóla­­maðurin kontórið í Nuuk og les­ur eina søgu fyri børnum á grøn­lendsk­um og donskum. Um summ­arið, tá ferða­mannaskipini vitja, kem­ur jóla­maðurin eisini inn á gátt. Post­kon­tórið hjá jólamanninum liggur í gomlu koloni­havnini, eitt umráði, har tað gamla enn livir. Kontórið er soleiðis innrættað, at tað hevur ein dám av jólum alt árið. Ein café er gjørd í sama anda, og postnummarið her er 2412 Nuuk.
Stóri postkassin, sum einaferð varð heimsins størsti (bara tann í Skopun er størri) stendur uttanfyri. Tú kanst ikki sjálvur leggja post í hann, men tá tey hava svarað øllum brøvum frá børnum verður posturin lagdur út í tann stóra postkassan. Men tað koma nógv brøv, so hann fyllist skjótt upp, og so verður hann tømdur sohvørt. Har eru so bara brøv til jólamannin greiðir Theresa livandi frá.

Ferðavinnustjóri
Hon hevur staðið á odda fyri ferða­manna­kontórinum í Nuuk tvey tey seinastu árini, men hon er eisini ferðamannastjóri fyri alla kommuna, sum er vorðin ein stórkommuna.
– Hetta er eitt gott og spennandi arbeiði, og tað at man kann arbeiða við jólamanninum gevur eisini arbeiðinum eina rættiliga hugnaliga tilgongd. Mær dámar arbeiðið serstakliga væl, og tað minnir nógv um Føroyar at vera her við undantaki av veðrinum. Nú hava vit óvanliga lýtt veður, so tað er ikki serliga jólaligt. Eingin skilur, hvat tað er, sum hendir. Vit hava ikki havt kava í ár og herfyri vórðu 15 hitastig í desember mánaði, hvat er óhoyrt. Um somu tíð er kavi og kalt í bæði Danmark og í Føroyum. Eingin ivi er um, at her eru broytingar í veðurlagnum.
Stórt tal av ferðafólki vitjar í Grønlandi á hvørjum ári, serstakliga í Norðurgrønlandi. Theresa kundi hugsað sær, at hetta var betri býtt, so fleiri ferðafólk vitjaðu í Miðgrønlandi og Suðurgrønlandi eisini, sum eru vøkur støð.
Eins og føroyingar hava roynt at menna ferðamannvinnuna til at blíva eitt nýtt búskaparligt bein at standa á, hava eisini grønlendingar gjørt nógv fyri at menna hesa vinnu. Men eisini har hevur hetta verið ein torfør tilgongd. Tað er dýrt at ferðast til Grønlands í mun til Føroya.
– Her verður tó gjørt nógv fyri at menna hesa vinnu. Turistráðið í Grønlandi ger rættuliga nógv fyri at hjálpa teimum, sum arbeiða við ferða­vinnuni, bæði í og uttanfyri Grønland.

Stórabæra náttúran
– Hvat er tað, sum dregur fremm­andafólk til Grønlands?
– Tað er tann stórbæra náttúran. Grøn­land er eisini so fjølbroytt, tí tað kann vera so grønt og vakurt um summ­arið og síðani tann ótrúligi kavin um veturin, sum ger landið so nógv øðrvísi enn onnur lond. Eisini hetta at Grønland liggur so langt burturi ger tað enn meira forvitnisligt.
Vitjið Grønland!
Theresa sær fram til, at fleiri føroyingar fara at vitja grannalandið fyri norðan. Ein orsøkin til, at ov fáir føroyingar velja sær Grønland sum ferðamál er helst ferðaprísurin, men hetta er nakað, sum tað nú fer at verða bøtt um. Arbeitt verður við at gera ein faldara á føroyskum um Grønland, sum fer í hvørt hús í Føroyum í januar. Hetta verður gjørt í samarbeiði við Greengate í Føroyum. Har verður greitt frá, hvat Grønland hevur at bjóða sum ferðamannaland, og at tað ikki er so torført og dýrt at koma til Grønlands. Tú kanst flúgva til Íslands í hálvan annan tíma og tveir og ein hálvan tíma til Grønlands fyri undir 6000 kr., um alt passar væl saman.
Rættiliga nógvir føroyingar eru komnir til Grønlands at arbeiða í seinastuni, soleiðis at tað í dag eru umleið 200 føroyingar bara í Nuuk. Tað sær út til, at áhugin fyri at royna nakað annað er rættiliga stórur millum føroyingar í løtuni. Í løtuni verður eisini nógv bygt í Nukk. Eitt stórur handilsmiðdepil verður bygdur í býnum umframt nógv annað.
Ráðini frá Theresu til føroyingar eru stutt og greið: komið til Grønlands og fáið eina heilt aðra uppliving enn aðrastaðnis. Grønland er stórt, og tað veldst um, hvat man velur, men í Miðgrønlandi fær tú eitt sindur av hvørjum.
Sjálv støðist og trívist Theresa væl í Grønlandi. – Tað er “praktfult” at búgva her, og tað er nógv, sum man kann vera við til at broyta og menna. Hon heldur eisini, at man í Grønlandi er meira opin fyri at gera broytingar enn í Føroyum.
Theresa er gift í Grønlandi men hevur eisini familju í Føroyum. Hon gleðist um, at tað ber til at fara heim til Føroya at vitja nakrar ferðir um árið.