Í gjár vórðu jólatrøini á Trøllanesi og í Mikladali tendrað. Herfrí Sørensen, býráðslimur helt røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi.
Blíðskapurin var óførur í báðum bygdunum, so hóast tað var nakað kalt at standa úti og spæla, røða ella lurta, so vóru øll væl nøgd og fingu fløgan av einum góðum kaffimunni aftaná.
Herfrí greiddi í røðu síni frá eini vandaferð, hon gekk saman við familju síni frá Mikladali heim til Húsar sum smágenta undan jólum. Tað var nógvur kavi og kalt, so fleiri staðir máttu sporini høggjast í kavan fyri at fáa gingið.
Tey høvdu lovað at siga frá, tá ið tey vóru komin til Húsar, men ferðin gjørdist so drúgv vegna ringu umstøðurnar, at fólk fóru at leita eftir teimum, tá ið seks tímar vóru farnir.
Ferðin tekur undir vanligum umstøðin einar 2 – 3 tímar at ganga. Men eftir seks tímum vóru tey tó komin nærhendis Húsum, og fingu tey góða ræsta súpan og sluppu í heita og kærkomna song eftir drúgvu ferðina.
Dagin eftir lá leiðin til Klaksvíkar við Barsskor, og var tað ikki óvanligt ávegis til Klaksvíkar at liggja nátt á Húsum hjá skyldfólki.
Nú er meira ómakaleyst at seta seg í bilin og umvegis tunlar og góðan veg lættliga at koma til eina stóra ferjulegu og bát, sum tekur fleiri bilar.
Jólatræið í Ánunum verður tendrað í kvøld, fríggjakvøldið 5. desember kl. 17.00.
Gunvá við Keldu, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Orð og myndir: Dávur Winther.










