Júst tað vit manglaðu

Egil á Bø, liðformaður hjá EB/Streymi, kundi smílandi staðfesta, at sigurin hjá EB/Streymi var kærkomin.

– Hatta var akkurát tað, vit høvdu brúk fyri. Ein sigur máttu vit hava, og tað ger tað ikki verri, at mótstøðuliðið var NSÍ, segði Egil á Bø við einum skeivum brosi. Helst sipaði liðformaðurin til, at NSÍ var tað liðið, ið lá næst EB/Streymi, umframt at tað vóru runavíkingar, sum yvirhálaðu EB/Streym í fjør. Egil á Bø viðgekk, at mongu ósigrarnir helst hava ligið í bakhøvdinum á mongum leikara, men vísti hann á fyrireikingarnar seinastu tíðina, sum eftir hansara tykki hava verið ógvuliga góðar. – Tað sæst eisini í dag, tí vit eru væl skipaðir og eingin leypir framav nakrantíð, metir Egil á Bø, liðformaður hjá EB/Streymi.