børnini eru í skúla ella á stovni størsta partin av degnum. Fríløtan, tá vit hyggja í telefonina er kanska eftir ein strævnan arbeiðsdag, heintan av børnum í barnagarði, og eftir at døgurðin er farin í ovninum [...] Smábarnaforeldur eru ein bólkur í samfelagnum, sum tað tykist verða í lagi at finnast at. Í løtuni síggja vit javnan greinar um miðlavanar - vit foreldur surfa ov nógv, hyggja meira eftir telefonini enn
partur av søguni hjá hvørjum øðrum. Í hesum døgum tá fleiri tunlar eru skotnir í gjøgnum í Føroyum, so vilja vit her á Linieskúlanum heldur enn fegin grava ein lítlan tunnil í millum Føroyar og Danmark, soleiðis [...] kúli, ið hevur røtur í há-skúlamentanini. Endamálið við allari undirvísingini er, at geva næmingunum eina persónliga menning í felagsskapi við onnur ung. Skúlin varð grundlagdur í 1923 og bar tá navnið [...] Duritu Høgnesen, 17 ár, úr Vestmanna og Herfríð Niclasen, 17 ár, Miðvági hevur gingið á Linieskolen í Hadsten í Jyllandi.Skúlin er ein húsarhaldsskúli við plássi til 60 næmingar. Næmingarnir búgva á skúlanum
sigur Hilda Viderø í ABC barnahjálpini í Føroyum. Tey hava eitt barnaheim í Paynesville í Monrovia í Liberia. Tað er júst hetta økið, sum er harðast rakt av herviligu sjúkun, Ebola. Í dag er Hilda Viderø [...] Viderø á fólkafundi í Runavík, har hon roynir at gera vart við støðuna, og har tey eisini savna pengar inn til hart raktu børnini í á barnaheiminum í Paynesville, og familjur teirra. Hilda Viderø sigur, at [...] til at útvega benkur og borð, so at tað ber til at hava skúla kortini. men umstøðurnar eru alt annað enn góðar, tí 40 børn og vaksin halda til í húsinum. Hilda Viderø sigur, at tað sum serliga fær tey
eftir, men dreymar brustu. Í veruleikanum eru vit øll sett inn í eina kapping, sum vit ikki sjálvi hava valt at vera við í. Allastaðni verður kappast - í skúla og á arbeiðsplássi, í samfelagnum sum heild. [...] til sannleika og til sælu. Í árinum 995 steig Ólavur Tryggvason á land á Moster í Noregi, har gudstænasta varð hildin, kirkja varð reist á hesum staði. Nærum 30 ár seinni, í 1024, helt Ólavur Haraldsson [...] hvat ið tað enn kostar.” Bonhoeffer kom sjálvur at gjalda ein høgan kostnað. Ein vármorgun í 1945 í eini fangalegu í Flossenburg, varð hann hongdur. Grundin var tann, at loyniløgreglan, Gestapo, helt hann
tær standa í ljósglæmuni í einum stúgvandi fullum Norðurlandahúsi. Livandi og tryggar fortelja tær um nakað, sum eingin fyrr í Føroyum hevur lagt bæði andlit og navn til alment. Bára býr í Gøtu við manni [...] felagskapinum KRIS, er at kynsligur ágangur skal talast í hel, ikki tigast í hel. Og hesum eru Bára og Rósalind samdar í. Bára sigur, at hon er vís í, at hon ikki hevði komið burtur úr tí, um hon ikki eisini [...] verja meg, og tá eg fór í song, var tað sum um at løtan frá tí, at eg lat meg úr og var komin í náttklæðir, vardi ein ævinleika. Og so byrjaðu myndir at koma fram fyri Rósalind. Í fyrstuni vóru tað bara
Ein virkin luttakari á kjaksíðunum í bløðunum, ætlar sær nú upp í politikk. Hann hevur serliga gjørt vart við seg í lesarabrøvum, har hann hevur borið fram hugskot um, hvussu vit kunnu bøta um viðurskiftini [...] sum ikki er so væl umboðað á tingi. Til dømis at fylgja við í globalu moderniseringini, sum er í dag, og tillaga og skipa okkum skilagott, í staðin fyri at tvíhalda um okkara miðaldarligu búsetingar og [...] tá endurgivin fyri at siga. Hann heldur ikki, at Føroyar eru klárar til fullveldi í morgin, men loysingin kann fremjast í verki um knappa tíð, um føroyingar vilja. Hann vil virka fyri, at MVG'ið verður tikið
kroppinum. – Tað hjálpir at skifta, tí tá tú stendur í bandfrystaranum, fært tú ilt í ryggin, í kutaranum, og tá tú snøggar fært tú ilt í armar og akslar. Í bandfrystaranum verður skorni fiskurin lagdur slættur [...] starvsfólkunum duga ikki enskt. Men útlendsku starvsfólkini eru íðin at læra seg føroyskt, og í august eru øll farin í skúla at læra seg málið. ##med5## Tá kaffi- og døgurðasteðgur er liggur Kósavirkið stilt, tí [...] steðgar. Túrurin upp og niður trappurnar er hugnaligur í sær sjálvum, og tá skift verður í og úr arbeiðsklæðunum gongur prátið væl. Týdningurin av prátinum í kantinun, merktu tey, tá tey brádliga noyddust at
arbeiddi í herðinum og mamman á almennum arbeiðsplássi. Dasha hevði ein níggju ár eldri beiggja, og barnaár hennara líktiskt tí hjá øðrum børnum í Russlandi. Sum lógin kravdi var hon limur í ungdómsfe [...] altíð at vera bangin fyri at koma ov seint. Málið er lykilin Dasha er í løtuni í barnsburðafarloyvi. Annars arbeiðir hon á Høvdavirkinum í Lorvík, har eisini fleiri onnur starvsfólk eru úr Russlandi. Hon er [...] russiska stórbýnum St. Petersburg nú býr á Garðavegi í Klaksvík. Dorit Hansen Dorit@sosialurin.fo Mynd: Høgni Thomsen Stilla og blíða kvinnan bjóðar vælkomin í hugnaligu og einkult innrættaðu stovuni. Hon hevur
sum frálíður í enn størri mun gerast ein sjóvinnuligur tænastudepil í Norðuratlantshavi. Sjóvinnuveitingar eru longu ein munagóður partur av virkseminum í landinum, og eg haldi, at vit í Tórshavnar kommunu [...] ið tit tímdu best. Men kortini vistu tit, at tit máttu hava skúla fyri at sleppa á brúnna ella niður í maskinrúmið. Og her standa tit so í dag. Við prógvum, ið kunnu føra tykkum víða um heimin, á sjógvi [...] okkara framtíðar búskapi verður sjóvinna í breiðari merking. Og tit skiparar, skipsførar og maskinmeistarar, tit standa í fremstu røð at tryggja okkum okkara part í hesum framburði. Tí tit hava bestu førleikar
teimum tungu boðini. Onkrar purraði eg út, meðan aðrir vóru farnir í skúla og til arbeiðis, tá ið eg fekk fatur á teimum. Vit eru allir í djúpari sorg og stórum skelki. Tað ber ikki til at hava fokus á [...] honum hesi bæði seinastu árini. Tað hevur ongantíð verið ivi um evnini hjá Gunnari, og serliga í ár og nú í heyst hevur hann verið ein av álitismonnunum á liðnum. Hann hevur veruliga tikið við ábyrgd, sigur [...] týskvøldið, og vit høvdu avtalað at møtast aftur hóskvøldið klokkan 18. Gunnar var væl upplagdur og í góðum hýri, tá ið hann fór til hús. Tíðliga hósmorgunin fekk eg frá formanni okkara syndarligu boðini