Vit hava nógv at læra av dønum

Sigur Edvard Joensen, sum heldur, at føroyska pressan ikki sleppur at virka so frítt, sum hon átti í einum demokratiskum samfelag

Edvard Joensen er ein av teimum umleið 10 føroyingunum, sum í løtuni ganga á Danmarks Journalisthøjskole. Ein partur av útbúgvingini til journalist er at starvast í einum fjølmiðli í 1 1/2 ár. Sosialurin er eitt av hesum útbúgvingarstovnum.

Edvard Joensen hevur verið í praktikk á Sosialinum síðani 1. august í ár, og 1. februar fer hann í Sjónvarpið, har hann skal starvast í eitt ár, áðrenn hann aftur fer undir seinasta árið á skúlanum.

Edvard Joensen var 39 ár tá hann fór á journalistskúlan.

? Eg trongdi til luftforandring, og valdi tí at fara undir aðra útbúgving, sigur Edvard Joensen, sum starvaðist sum tollari, áðrenn hann fór aftur í skúla.

? Á skúlanum eru fleiri í mínum aldri, og eg eri ikki elstur, sigur Edvard Joensen, sum heldur, at føroyska pressan er alt ov hevt, og at hon ikki sleppur at virka so demokratiskt, sum hon átti.

? Eg haldi tað líkist ongum, at politikarar o. o. skulu havast at eitt nú Sosialinum, tá hann viðgerð mál uttan at vera heftur politiskt. Sami er, tá løgmaður sigur sjónvarpsfólkunum, hvussu tey skulu arbeiða.

Føroyingar mugu læra seg, at bløðini ikki longur eru missiónsbløð fyri ávísar politiskar hugsanir, og her hava vit nógv at læra av dønum, heldur hann