- Vit gevast ikki

Fyrst breyt Sjagaklettur motorin. Síðan sakk systirskipið Gullberg. - Men vit gevast ikki, sigur skiparin

Tað var hin 21. juni i fjør, at frystiskipini, Sjagaklettur og Gullberg, sum P/F Jókin keypti úr útlandinum, fóru til fiskiskap. Teir fyrstu túrarnar vóru skipini á makrelveiði, og seinni fóru tey at fiska upsa.

 

Fyrsta árið royndist vánaligt. Ov lítið fekst burtur úr makrelinum. Heystið á upsaveiði royndist einki serligt, og í vár var upsaveiðan søguliga vánalig.

 

Men, royndist fyrsta árið vánaligt, skuldi tað vísa seg, at tá farið varð undir næsta árið, gekk heilt av skriðuni, um vit so kunnu siga.

 

Í mars í ár breyt Sjagaklettur motorin, soleiðis at skipið noyddist úr vinnu í tríggjar mánaðir. Tá klárt var at loysa aftur, var nógv skift í motorinum, soleiðis at motorurin nú skuldi verið sum nýggjur.

 

Men, systirskipini høvdu ikki verið leingi í vinnu, tá Gullberg bráddliga hin 30. juli í ár sakk, meðan skipini saman vóru á makrelveiði.

 

Sjagaklettur hevur seinastu dagarnar ligið við skipasmiðjuna Mest í Havn, har ymiskt vanligt umvælingararbeiði er gjørt við skipið.

 

Tórhallur Randrup, skipari á Sjagakletti, sigur, at skipið helst verður leyst av Mest fríggjadagin. Síðan verður farið til Hvalbiar at taka reiðskap og annars gera klárt.

 

- Eg vænti, at tað fer at taka einar tveir dagar at taka reiðskap og rigga skipið til. Síðan verður farið til fiskiskap við lemmum.

 

Skiparin sigur, at hann í fyrstu syfti hugsar um at fara á djúpt vatn at royna eftir eitt nú svartkalva. Men, enn er endalig støða ikki tikin til, hvørjum teir fara at leggja seg eftir.  

 

Hann væntar, at 11 mans verða við Sjagakletti. Hóast gongdin ikki hevur verið nakað av reypa av, síðan skipini fóru til fiskiskap, hevur kortini gingið væl at varðveitt góða sjófólkið.

 

- Vit vóna, at tað nú fer at gangast okkum betri. Sum fiskimaður eigur tú at trúgva upp á tað, og tað geri eg eisini. Eitt er so vist. Vit gevast ikki, sigur royndi og dugnaligi skiparin, Tórhallur Randrup.