fólkini, sum eru í starvsvenjing hjá ALS í vakstrarhúsinum í Sandavági, í Vágsbotni í Havn og lata fólk smakka jørðber teirra. Tey høvdu bara sjey pund av jarðberum við sær. Tað eru tey fyrstu í ár. Jarðberjaplantan [...] Jarðberjaplantan í Sandavági er norsk, og jørðber av hesi plantu hava fingið virðisløn sum tey við besta smakkinum. Fólk, sum fingu jørðber at smakka í dag, lótu væl at. Tað er meira smakkur á hesum berunum enn [...] enn teimum, sum fáast í handlunum. Tá ið nøgdin verður størri, ætla tey at selja jørðberini, og seinni fara tey eisini at selja røtur, gularøtur, radisur, salat og morgunfrúur. Í dag seldu tey eisini eina
Olsen, dagligur leiðari í Meginfelagi teirra Brekaðu, MBF, nú ein nýggj eftirlønarskipan skal setast í verk á nýggjárinum. Eftir ætlanini skulu øll seta 15 prosent av lønini í ein eftirlønargrunn. - Men [...] pensjónsaldur. - Hetta er ein veikur bólkur í samfelagnum, men sum støðan er nú, skulu tey haldast fast í hesi veiku støðu, eisini í pensjónsaldri, tí tey fara bara at fáa fólkapensjón. Dagligi leiðarin [...] hjá samgonguni. - Sum støðan er nú, fáa fólk, sum bera brek, ikki møguleikan at spara saman til sína egnu eftirløn akkurát sum øll onnur. - Hesi fólk nógv fara at hava nógv verri umstøður, enn onnur, tá
at vit skulu hava yrkissjónleik í Føroyum. Als ikki, - hóast tónarnir onkusvegna hómast í sjónarringinum. Tað er fyrst og fremst takkað verið hugsjónarfólki í tí professiónella sjónleikarumhvørvinum, [...] samstundis okkara veikleiki. Í øllum førum ger tað, at vit ikki koma víðari og tora at síggja okkum sjálv í tí nútíðarsamfelag vit liva í. Mótspæl og samspæl At leiðarin í Leikarafelag Føroya leggur so [...] út í kortið. Á mentanarøkinum hava vit onga lóg uttan fíggjarlógina og hon er bara galdandi eitt ár í senn. Løgtingið hevur ikki tikið støðu til, um vit skulu hava eitt virkið mentanarlív í Føroyum og
verið við í báðum Tú luttekur eisini í Diatribes, og hesin bólkurin er eisini komin við í finaluna. Gevst tú nú í Diatribes ella hvussu? Nógvur slatur hevur verið millum fólk um, at eg gevist í Diatribes [...] við studentaskúlan í summar, og síðani er ætlanin at fara at vinna eitt sindur av peningi, áðrenn vit fara avstað. Hvar hava tit hugsað um at fara? Nakrir av okkum droyma um at fara til Írlands, aðrir [...] fingist við tónleik og somuleiðis hava verið við í ymiskum orkestrum, hava sligið seg saman til hetta orkestrið. Nakrir av okkum hava spælt í Lokum og nakrir í Deep End. Orsøkin til, at Deep End gavst at spæla
Seinasta dagin í apríl fer Studio Pegasus í Klaksvík fyrstu ferð at senda útvarp. Hetta er avgjørt, eftir at Rás 2 og Studio Pegasus gjørdu eina samstarvsavtalu mánadagin. Hon hevur við sær, at í fyrstu atløgu [...] atløgu fara klaksvíkingar at senda fimm timar við útvarpi á Rás 2 hvørja viku. ? Síðani Pegasus fór at virka, hevur tað alla tíðina ligið í kortunum, at vit skuldu fara at senda útvarp eisini. Nú gera vit [...] útvarpstilfar, og vit fara at seta høg krøv til bæði innihald og tekniska góðsku. Tí ælta vit at fyrireika okkum væl til 30. apríl, sigur Steintór Rasmussen. Tað verða fólk úr Klaksvík, sum fara at standa fyri
og aftan á verður ofta dansað. Vit hava prátað við kanska tann best umtókta dansitónleikaran í Føroyum í nýggjari tíð Kim Hansen, um hvat fólki dámar at hoyra á jólaborðhaldum. Sera royndur Kim Hansen [...] haldi, at tað er týdningarmikið, at bólkurin leggur seg eftir at undirhalda. Hetta er jú ikki so ymiskt frá einum vanligum dansikvøldið. Fólk eru kanska í eitt sindur betur lag, og so eru tað sjálvandi jólaløgini [...] dini á Hotel Føroyum. Fyrst var tað Taxi og seinnu árini Showmenn, tónleikarar eru komnir og farnir, men Kim hevur verið fasti maðurin. Orsøkin til at eg gjørdi avtalu við Hotel Føroyar í ár 2000, var
Í næstum kunnu útvið 100 føroyingar vænta sær eina hampiliga stóra í bót fyri at hyggja at sjónvarpið ólógliga. Tað sigur Hildur Hentze á kanningardeildini hjá løgregluni. Tað var í august í fjør, at løgreglan [...] hon. Men av tí at hetta er fyrsta mál av hesum slagi í Føroyum, er trúligt, at onkur av teimum, sum fær bót, ikki vil góðtaka hana, og so endar málið í rættinum. – So verður tað rætturin, sum ásetur, hvussu [...] hann skal fáa. Samstundis ávarar løgreglan ímóti at knýta seg upp í ólógligar skipanir av hesum slagi. – Fólk eiga at brúka vit og skil. Fólk vita nøkunlunda, hvat slíkar tænastur kosta frá góðkendum veitarum
gjørligt at búleikast í Føroyum. Hettar er skeiv tankagongd, sum er sprottin úr følskum fyritreytum, hóast politisk og fíggjarlig orka tykjast verða einaráðandi, eru onnur veruligu ting til í heiminum. Hesa áskoðan [...] okkum fyri í størst møguligan mun, um vit skulu koma til at skilja, at eisini vit sum fólk hava eina stóra uppgávu at liva fyri. Tað eru onnur ting, av grundleggjandi týdningi fyri land og fólk og tað er [...] rætta andanum og seta hann í samband við hitt livandi skapandi lívið menturnarliga og samfelagsliga av allar størsta týdningi. Her kann eitt lítið land, og fólki í tí, koma í fremstu røð eins væl og tey
um summarið. »Wyvern« er smíðað í 1897 og »Anna« í 1848. »Anna« af Sand er elsta skip í Europa, sum framvegis siglir. Norskt í Nólsoyarfirði Hendan seinnapartin vit fara út um molan, er veðrið av tí allarbesta [...] sett veða á lúkuna, meðan aðrir ganga runt og bjóða upp í munnin. Hetta er ein framsýningartúrur, har fólk frá ymsum stovnum og fyritøkum í Føroyum eru við. Umborð er eisini »reiðarin«, Harald Hamre, sum [...] henni í Vágsbotni, og hon býður okkum ein túr í fjørðin. Tikið verður sjálvandi av, og hendan gamla daman, sum er eitt ár eldri enn danska Grundlógin, snarar sær, sum ein knarvi, á millum brúnna í Vágsbotni
lestrarvegleiðarar o.o. fara at greiða møguleikunum at lesa í Svøríki. Avstraliu, Ný Sælandi og í Føroyum. Ein av teimum, sum tey, ið hevur tikið lut á tiltakinum, og sum fólk hava havt møguleika at hitt [...] búði í einum lítlum býi norðan fyri Sidney í einum sonevndum campus, sum er eitt lítið kollegium, í eitt ár, og sum heild metir Karin, at skúlaskipanirnar í Danmark og Avstarliu eru ymiskar. - Í Danmark [...] ÚTBÚGVING Í sambandi við átakið Markleys Útbúgving 2005/06, sum Mentamálaráðið, MFS og Altjóða skrivstovan skipa fyri, verður í hesum døgum skipað fyri lestrarkunning í Havn, Hoydølum, Kambsdali og í Klaksvík