Fólk við breki skulu ikki fáa pensjón

Samgongan fremur groft brot á mannarættindini, sigur Meginfelag Teirra brekaðu


- Samgongan útihýsir teimum, sum bera brek, úr samfelagnum.

 

Tað staðfestir Ása Olsen, dagligur leiðari í Meginfelagi teirra Brekaðu, MBF, nú ein nýggj eftirlønarskipan skal setast í verk á nýggjárinum.

 

Eftir ætlanini skulu øll seta 15 prosent av lønini í ein eftirlønargrunn.

 

- Men hetta er ikki galdandi fyri øll tey, sum fáa fyritíðarpensjón og aðrar almannaveitingar, staðfestir Ása Olsen.

 

Tað er heldur ikki galdandi fyri tey, sum eru í tillagaðum starvi, tað er tað, sum fyrr nevndist í vardum starvi.

 

Tey fáa bara eftirløn av tí partinum av lønini, arbeiðsgevarin rindar, sum kanska bara er helvtin av lønini.  Sostatt fáa tey ikki eftirløn av tí partinum, Almannaverkið rindar.

 

Ása Olsen er rættiliga hvassorðað ímóti pensjónsætlanini hjá samgonguni.

 

- Sum støðan er nú, fáa fólk, sum bera brek, ikki møguleikan at spara saman til sína egnu eftirløn akkurát sum øll onnur.

 

- Hesi fólk nógv fara at hava nógv verri umstøður, enn onnur, tá ið tey røkka pensjónsaldur.

 

- Hetta er ein veikur bólkur í samfelagnum, men sum støðan  er nú, skulu tey haldast fast í hesi veiku støðu, eisini í pensjónsaldri, tí tey fara bara at fáa fólkapensjón.

 

Dagligi leiðarin á MBF sigur, at nýggja eftirlønarskipanin hjá samgonguni er grovt brot á mannarættindi hjá fólkum, sum bera brek.

 

- Aðalmálið í ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum sum bera brek, er, at fólk sum bera brek, skulu hava somu rættindi og møguleikar sum onnur.

 

Men soleiðis sum eftirlønarlógin er orðað, verða fólk sum bera brek ikki fullgyldugir limir í samfelagnum. Ístaðin verða tey útihýst úr samfelagnum og tað er eitt stórt álvarsmál fyri MBF.

 

Ása Olsen sigur, at samgongan eigur at tryggja, at eisini fólk, sum bera brek, kunnu fáa spara saman til sína egnu eftirløn.

 

Og tað má gerast soleiðis, at tey 15 prosentini, sum øll skulu spara saman til sína egnu eftirløn, skulu leggjast oman á fyritíðarpensjónina.

 

Ella má samgongan í minsta lagið tryggja teimum, at tey varðveita eina pensjón  sum svarar til fyritíðarpensjón, alt lívið, sigur hon.