Tónleikurin hevur nógv at siga á jólaborðhaldunum, felagssangur er við borðið ofta við fylgispæli, og aftan á verður ofta dansað. Vit hava prátað við kanska tann best umtókta dansitónleikaran í Føroyum í nýggjari tíð Kim Hansen, um hvat fólki dámar at hoyra á jólaborðhaldum.
Sera royndur
Kim Hansen hevur spælt til dans síðan hann var 13-14 ára gamal, og hevur altíð spælt á jólaborðhaldum kring Føroyar. Síðan ár 2000 hevur Kim verið partur av bólkinum, sum spælir til stóru jólaborðhaldini á Hotel Føroyum. Fyrst var tað Taxi og seinnu árini Showmenn, tónleikarar eru komnir og farnir, men Kim hevur verið fasti maðurin.
Orsøkin til at eg gjørdi avtalu við Hotel Føroyar í ár 2000, var fyrst og fremst tann, at tíðin legði upp til tað. Fólk vóru farin at krevja góðsku, og eg ynskti at kunna liva upp til hetta. Vit kundu bjóða eina góða tónleikauppliving, við einum bólki sum kundi tillaga seg til fólki, ið var til staðar. Hetta var Hotel Føroyar eisini áhuga í, og tað hevur verið væleydnað hesi árini, sigur Kim. Ikki minst tí kvøldið er ein heild, við góðum mati, kabarett og so at endans dansi.
Lagatyssi rigga
Hvat skal til fyri at gera eitt jólaborðhald væleydnað við tónleiki?
Vit hava havt ymisk stuttlig innsløg, sum t.d. dansispøl og ymisk lagatyssi. Vit hava eitt nú eitt Beach Boys tyssi, eitt jólatyssi, eitt 80´ára diskotyssi og eitt rocknroll tyssi. Hesi rigga hvørja ferð, og kunnu altíð fylla eitt dansigólv. Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at bólkurin leggur seg eftir at undirhalda. Hetta er jú ikki so ymiskt frá einum vanligum dansikvøldið. Fólk eru kanska í eitt sindur betur lag, og so eru tað sjálvandi jólaløgini, men annars er hetta bara eitt vanligt dansikvøld, har tú tillagar tín tónleik eftir teimum, sum eru til staðar og undirheldur tey, greiður Kim frá.
Krøvini eru harðnaði
Kim heldur at krøvini eru harðnaði nógv, síðan hann fyrstu ferð spældi á einum jólaborðhaldi: Alheimurin er fluttur inn í sovikamarið hjá fólki, og tey krevja tí nógv meira av tí undirhaldi tey fáa, og hetta er gott haldi eg. Tónleikaliga er eisini nógv broytt. Fyrr var einans gamal tónleikur frá áðrenn 1963 loyvdur, og tað skuldi helst alt vera valsar, men nú er sjálvdan, at nakar biður um ein vals. Vit sleppa eisini at spæla nýggjari tónleik, sum Brian McFadden og Robbie Williams sigur hann.
Kim heldur eisini at tað er stuttligt at síggja, at fólk ofta biður um tey løgini, sum teir sjálvir hava spælt inn, sum t.d. Meistarin, og Jóannes og co. hittið Maria. Kim sigur, at Maria nokk er mest umbidna lagið tá teir spæla, so tað er nokkso stuttligt.
Í ár verður tað ikki Kim sum spælir til jólaborðhaldini á Hotel Føroyum, men Kim væntar, at okkurt jólaborðhald onkrastaðni fer hann at spæla til, Aftan á fimm ár á rað, so helt eg tíðin var komin at royna okkurt annað.










