Seinasta dagin í apríl fer Studio Pegasus í Klaksvík fyrstu ferð at senda útvarp.
Hetta er avgjørt, eftir at Rás 2 og Studio Pegasus gjørdu eina samstarvsavtalu mánadagin. Hon hevur við sær, at í fyrstu atløgu fara klaksvíkingar at senda fimm timar við útvarpi á Rás 2 hvørja viku.
? Síðani Pegasus fór at virka, hevur tað alla tíðina ligið í kortunum, at vit skuldu fara at senda útvarp eisini. Nú gera vit eina varisliga byrjan saman við Rás 2, sigur Steintór Rasmussen, sum rekur Studio Pegasus.
Pegasus ger sjálvt íløgur í tekniska útgerð, sum fer at gera tað gjørligt at senda beinleiðis úr studionum. Hetta hevur við sær, at Pegasus ikki bindir seg meira til Rás 2 enn við teimum fimm tímunum um vikuna, og tí er samstarv við onnur eisini gjørligt í framtíðini.
Ætla at gera
gott útvarpstilfar
Næstu 40 dagarnar fara Steintór Rasmussen og fólkini, sum skulu gera sendingarnar úr Klaksvík, at fyrireika seg væl.
? Vit ætla at gera gott útvarpstilfar, og vit fara at seta høg krøv til bæði innihald og tekniska góðsku. Tí ælta vit at fyrireika okkum væl til 30. apríl, sigur Steintór Rasmussen.
Tað verða fólk úr Klaksvík, sum fara at standa fyri sendingunum, men enn vil Pegasus ikki út við, hvat tilfar talan er um. Vit hava tó skilt, at talan verður um onkra undirhaldssending umframt aðrar sendingar.
? Fólk vænta, at okkurt verður sent úr Klaksvík, nú Rás 2 fer at senda her, og vit hava tikið væl ímóti Rás 2, tá teir hava vent sær til okkum. Vit fegnast eisini um, at teir eru hugaðir í samstarvi, sigur Steintór Rasmussen.
Útbyggja studio
Studio Pegasus, sum skjótt hevur tvey ár á baki, hevur higartil bara virkað sum upptøkustudio. Nógvar av best umtóktu føroysku fløgunum í fjør vórðu upptiknar í studionum.
Men framyvir fer Pegasus eisini at verða útvarpsstudio. Tvey upptøkuhøli eru í Pegasus, og annað av hesum verður framyvir sett av til útvarpssendingar. Hetta studio verður út- og umbygt næstu vikurnar, so tað lýkur øll krøv, sum verða sett til eitt nýmótans útvarpsstudio.
? Vit gera sjálvir hesar íløgur, so vit eru fríttstillaðir, um onnur eru áhugað í at lata okkum gera útvarpstilfar úr Norðoyggjum, sigur Steintór Rasmussen.
Umframt tøkniliga útbygging, ætlar Pegasus eisini at innrætta høli til eina redaktión, har fyrireiking og annað arbeiði kann fara fram.
? Tað fer helst at merkja sendigarnar, at tær verða gjørdar í Klaksvík, men talan verður ikki um beinleiðis lokaltilfar. Tað skal vera líka stuttligt hjá øllum føroyingum at lurta eftir okkum, sigur Steintór Rasmussen.