seta fokus á og heiðra føroyska íverksetan. Íverksetan, sum jú er avgerandi neyðug, um tað skal eydnast at fáa eitt fjøltátta føroyskt vinnulív, skapa trivna í nærumhvørvinum, umframt so nógv annað, sum [...] Rajani, sum hevur drúgvar royndir úr vinnulívinum og fíggjarvinnuni fer at greiða frá, hvussu íverksetarar og fyritøkur á besta hátt fáa íleggjara til teirra virksemi. Aftur hesuferð verður Framtíðartorgið [...] sum vit kunnu ynskja okkum í Føroyum. Á skránni vera handan av Granum til Ársins Íverksetara, Ársins Innovatión og Ársins Íløgu. Við at vísa áræði og dirvi kunnu íverksetarar heysta vinningin og bera gullið
serligt fyri teirra ítróttagrein. Petur Elias Petersen vísir á, at í ?størri høpi er málsetningurin at útbúgva venjarar og harvið at tryggja dygdina á tilboðunum, sum sersambondini bjóða sínum íðkarum. Í framtíðini [...] at ÍSF eisini skipar fyri skeiðum fyri nevndarlimum og øðrum, ið standa á odda fyri feløgunum. - Við hesum verður hugsað um, hvussu feløg verða skipaði og rikin, um uppseting av roknskapi, og hvat lóggávan [...] ferðaendurgjald og tílíkt. Petur Elias Petersen sigur, at ÍSF framhaldandi fer at vísa á týdningin av at útbúgva fólk í feløgunum til stórt gagn fyri nærumhvørvi og ítróttina.
møguleikan at bjóða seg fram.(Nógv fleiri fólk enn ein skuldi trúð sita dagliga og fylgja orðaskiftinum, serliga eldri og tey sum ikki eru úti á arbeiðsmarknaðinum.(Eg havi fyrr víst á, at løgtingsfundirnir eiga [...] klokkan 15.00. (Útvarpið hevur viðhvørt sent á millumbylgju, tá okkurt serligt hevur verið á skránni td. orðaskifti um løgmansrøðuna og fíggjarlógina, men onki bendir á, at hetta verður loysnin.(Undir viðgerðini [...] politisku flokkarnir og fólkavaldu umboðini hava at bera fram í Løgtinginum og at kunna fylgja við, hvussu Føroya land verður stýrt.(Nógvir føroyingar nýta møguleikan ídag at hyggja eftir Tingvarpinum, har
atløgu verða data savnað. Kanningarnar byrjaðu á Glyvursnesi fyri stuttum, har tað var borað 700 metrar niður gjøgnum basalt. Kjarnurnar verða síðani kannaðar á Jarðfrøðissavninum og hjá GEUS í Danmark. Tá [...] boriholinum á Glyvursnesi og einum gomlu boriholi í Vestmanna. Borifólkini komu úr Finlandi. Fólkini, sum hava staðið fyri mátingunum í holunum, koma úr Wales. Aftrat hesum fólkum eru so bæði fólk frá Jar [...] ungum føroyskum granskarum møguleika at royna seg á einum nýggjum øki, hvørs rávøra er føroyska undirgrundin, føroyskt basalt. Claus Andersen, deildarleiðari á Jarðfrøðissavninum og ein av oddamonnunum aftanfyri
Føroyum seinastu 40 árini, havi eg, fingið samband við nógv fakfólk eins og privatpersónar. Tað eru hesi, sum saman við mær koma at hava framløgur á Orkukvøldinum, sigur Magnus Thomsen, sum er ein av teimum [...] teimum aftan fyri tiltakið. Framløgurnar snúgva seg um, hvussu best er at byggja, um upphitingarloysnir á marknaðinum og eina varandi orkuframleiðslu. Eisini fara vit at greiða frá veruligum dømum um nýbygging [...] tíðina at kunna tey, ið byggja, um okkara royndir og úrslit á økinum, og skipaðu vit í tí sambandi fyri einum orkukvøldi í Norðurlandahúsinum á heysti í 2019, sigur Magnus Thomsen. Hann sigur víðari, at
næstan helvtina av samlaða prísinum. Men droym eina løtu um, hvussu nógvan vinning føroyska samfelagið hevði havt av eini slíkari broyting. Fólk høvdu kunna starvast uttanlands og búð í Føroyum og umvent [...] Vit sum eru føroyingar – óansæð um vit búgva uttanlands ella í Føroyum - hava nógv til felags. Vit vilja hitta okkara næru og kæru, vit vilja menna samfelagið, og flestu av okkum dámar at koma út um l [...] ikki er skralltóm, tá ið man hevur goldið ferðaseðilin. Hvat við 500 krónum aftur og fram CHP-FAE? Á jólum og um summarið eru flogførini so at siga full alla tíðina, men harímillum er stundum gott pláss
hví politikarar skulu hava so nógv betur eftirlønartreytir, enn fólk annars hava. Men ein veruleiki er, at tað er løgtingið, sum fult og heilt ger, hvussu góðar lønar- og eftirlønartreytir [...] Eitt nú var løgtingslønin hækkað munandi, samstundis sum pensjónirnar hjá teimum, sum tá sótu á tingi, vórðu munandi bøttar. Fyri at vinna tær fulla eftirløn sum landsstýrismaður, so krevst bara [...] sum 63 ára gamal leggja frá sær og fáa slakar 35.000 krónur í pensjón. Men hann hevur eisini verið fólkatingsmaður í fýra ár, og frá tí starvinum hevur hann eisini rætt til eftirløn sum 60 ára
sjey flokkum á tingi beinleiðis hava sín uppruna ella sum endamál, at Føroyar skulu loysa ella varðveita sambandið, so er tað eitt úttrykk fyri, at hetta er eitt mál, sum fyllir nógv – eitt mál [...] Tí hava vit fleiri ferðir á hesum stað fegnast um, at ein breið semja var í ljósmála. Ein semja, har alt frá Sambandi til Tjóðveldi kundi semjast um ein leist, hvussu vit kunnu koma víðari. At ein [...] vit góðtaka støðuna, sum hon er og semjast um, hvussu tilgongdin skal verða, antin vit velja hesa ella hasa leiðina. Mangt er, sum veruliga bendir á, at breiða semjan í stjórnarmálum er farin
av føroyingunum koyra í túnið hjá hvørjum øðrum – ella bjóða seg fram á arbeiðsmarknaðinum í stórum pørtum av landinum og innan nógv ymisk virkisøkir. Hóast sambandið um Suðuroyarfjørð er dagført við nýggjum [...] fáa lut í vøkstrinum í miðstaðarøkinum (har tey flestu størvini til útbúgvin fólk eru). Tí er eisini neyðugt at seta fokus á menningina av Suðuroynni, við Suðuroynni sum útgangsstøði. Og í so máta er tað [...] ) saman við landsmyndugleikunum hava sett hol á eina verkætlan um at gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroynni. Í stuttum gongur hendan verkætlan út upp á at fáa lýst, hvørjar vakstrarmøguleikar Suðuroyggin
síggja og hoyra, hvussu onnur skipa seg og, hvussu onnur samfeløg leggja ymisk viðurskifti til rættis og, ikki minst, hvørjar royndir, tey hava av ymsum viðurskiftum í øðrum samfeløgum. Á ferðini fara almennu [...] ein føroysk oljuvinna alsamt nærkast. Vinnunevndin fer eisini at vitja á eini trygdarvenjingarstøð og hjá einum felag, ið fæst nógv við alduorku. Henrik Old sigur, at aðrastaðni fáa tey nyttu burturúr [...] økismenningarpolitikki. Við á ferðini eru allir limirnir í vinnunevndini, uttan Gerhard Lognberg, sum mátti geva avboð. Umframt teir seks limirnar í Vinnunevndini, verða eisini ymisk fólk úr umsitingini við, eitt