Tíðindaskriv
Dennis Holm, settur leiðari
Granskingardepilin fyri Økismenning
Vinnulívið í Suðuroynni í 2006
Granskingardepilin fyri Økismenning gevur tórsdagin út Arbeiðsrit 14/2007 við heitinum “Vinnulívið í Suðuroynni í 2006”. Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og Bogi Mortensen, siviløkonomur, hava skrivað arbeiðsritið.
Arbeiðsritið setur fokus á vinnuligu støðuna í Suðuroynni og gongdina hjá vinnulívinum í hesum partinum av landinum (meiri um hetta tórsdagin). Harumframt verður gongdin í Suðuroynni eisini viðgjørd í mun til gongdina í Føroyum sum heild, hetta við lønarútgjaldingunum tey seinastu 20 árini sum grundarlag.
Ein greið niðurstøða í hesum seinni sambandinum er, at:
I) vøksturin í Suðuroynni sum heild hevur verið lágur, tá samanborið verður við restina av landinum.
II) vøksturin innan vakstrarvinnurnar (Almenn fyrisiting v.m. og partvíst Bygging, handil v.m.) hevur verið lágur, tá samanborið verður við restina av landinum.
III) vøksturin innan framleiðsluvinnuna (sum má metast verða kjarnuvinnan í Suðuroynni) er lægri enn í landinum sum heild.
Við øðrum orðum, so hevur vøksturin innan tær vinnurnar, sum draga til sín (ung) vælútbúgvin fólk, verið lágur í Suðuroynni – og er hetta eisini ein orsøk til skeivu gongdina í fólkatalinum seinastu ártíggjuni. Hetta ger tað eisini neyðugt, at tað meiri miðvíst verður farið í gongd við at arbeiða við langtíðarloysnum fyri Suðuroynna.
Suðuroyggin er sum so í einari serligari støðu, um samanborið verður við aðrar partar av landinum. Við undirsjóvartunlum vestur í Vágar og til Klaksvíkar kunnu umleið 85% av føroyingunum koyra í túnið hjá hvørjum øðrum – ella bjóða seg fram á arbeiðsmarknaðinum í stórum pørtum av landinum og innan nógv ymisk virkisøkir. Hóast sambandið um Suðuroyarfjørð er dagført við nýggjum ferðamannaskipið, so hava suðringar ikki líka góðar møguleikar sum nógvir aðrir føroyingar at fáa lut í vøkstrinum í miðstaðarøkinum (har tey flestu størvini til útbúgvin fólk eru). Tí er eisini neyðugt at seta fokus á menningina av Suðuroynni, við Suðuroynni sum útgangsstøði. Og í so máta er tað positivt, at kommunurnar í Suðuroynni (í tøttum samstarvi við fakligan serkunnleika) saman við landsmyndugleikunum hava sett hol á eina verkætlan um at gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroynni.
Í stuttum gongur hendan verkætlan út upp á at fáa lýst, hvørjar vakstrarmøguleikar Suðuroyggin hevur í “teirri nýggju tíðini” – við øðrum orðum, hvørjar vinnur mann eigur at leggja seg eftir í Suðuroynni. Umframt hesa lýsing er tað ein týðandi partur av verkætlanini, at ein avtala verður gjørd millum m.a. kommunur, land, og vinnulívið í Suðuroynni, har tað heilt ítøkiligt verður gjørt greitt, hvussu man í praksis førir verkætlanina út í lívið. Ein avgerandi partur av hesum er eisini, at peningur verður settur av til at gjøgnumføra hesa vakstraravtalu.
Hóast tað í løtuni ikki greitt nær, hvussu og um arbeiðið við vakstaravtaluni fyri Suðuroynna byrjar, so staðfestir lýsingin í hesum arbeiðsriti tó akutta tørvin á, at hetta arbeiðið fer í gongd ongantíð ov skjótt.
Arbeiðsritið givið út tórsdagin
Arbeiðsritið verður sum nevnt givið út tórsdagin og kann tá takast niður í pdf-formati á heimasíðuni hjá Granskingardeplinum fyri Økismenning – www.region.fo - undir útgávur og Arbeiðsrit og kann eisini fáast í prentaðum líki við at venda sær til Granskingardepilin fyri Økismenning.