500 kr aftur og fram til Føroya

Klumma

Vit sum eru føroyingar – óansæð um vit búgva uttanlands ella í Føroyum - hava nógv til felags. Vit vilja hitta okkara næru og kæru, vit vilja menna samfelagið, og flestu av okkum dámar at koma út um landoddarnar viðhvørt.

Tí havi eg eitt hugskot (sum flest allir politikarir vóru við uppá áðrenn valið): Lækkið ferðaseðlaprísirnar!


Ikki eina lækking uppá nakrar hundrað krónur – men eina veruliga lækking, so at mappan ikki er skralltóm, tá ið man hevur goldið ferðaseðilin. Hvat við 500 krónum aftur og fram CHP-FAE?

Á jólum og um summarið eru flogførini so at siga full alla tíðina, men harímillum er stundum gott pláss, og tað burdið ligið í áhugamálinum hjá Atlantic at fylt tey tómu setrini. 500 krónur hevði sjálvandi gjørt, at fólk ferðaðust oftari.

Nú hoyri eg onkran rópa – men Inna hugsa um útreiðslurnar og ikki minst avgjøldini, tey kosta eisini. Og jú eg hugsi eisini um tað, men er hetta ikki nakað, sum okkara politikarar kunnu gera nakað við? Og eru tað ikki somu politikarar, sum fyri valið róptu um, at tað má gerast bíligari at koma aftur og fram til Føroya?

Sjálvandi er tað ikki bara Atlantic, sum skal hava skyldina fyri, at tað er hundadýrt at flúgva til Føroya. Avgjøldini eru eisini alt ov høg. Um ein hyggur eftir avgjøldum + ferðaseðlaprísinum, so eru avgjøldini næstan helvtina av samlaða prísinum.

Men droym eina løtu um, hvussu nógvan vinning føroyska samfelagið hevði havt av eini slíkari broyting. Fólk høvdu kunna starvast uttanlands og búð í Føroyum og umvent. Ommur og abbar høvðu kunnað vitjað síni barnabørn fleiri ferðir um árið, og tey nógvu, sum nú eru útisetar, høvdu havt lættari at taka avgerðina um at flyta heim, tá tað er so bíligt at ferðast ímillum gomlu og nýggju vinirnar.

Áðrenn jól sat eg og ivaðist, um eg skuldi koma til Føroya ella ikki. Eg samanbar prísirnir fyri eina sólferð til Thailands og kom fram til, at munurin var so lítil, at sólferðin vann hesaferð. Nakrar túsund dýrari fyri alla familjuna, er alt, eg gjaldi, fyri eina flogferð sum tekur 10,5 tímar.