hava tað við at ganga til próvtøku. Summi eru, sum als ikki taka sær tyknir av hesum, og tískil taka próvtøkudagarnar sum allar aðrar dagar í skúlaárinum. Hesi eru helst í minniluta, ella kann tað bara tykjast [...] tykjast so, tí at hini, sum ikki hava tað so gott við próvtøkum, eru nógv meiri sjónligari. Einki er yvir at dylja, at tað eru sera nógvir skúlanæmingar, sum hava tað serstakliga trupult við at ganga til [...] at próvtøkurnar eru so nógvar í tali, at tey ikki síggja seg hava nakran møguleika fyri at koma ígjøgnum alt próvtøkutilfarið, áðrenn tey fara til próvtøkuna. Serliga nógvar í tali eru próvtøkurnar hjá
2002 kom tó eitt hol í lóggávuna, sum tað nú eru fleiri, ið hava funnið. Hetta hevur við sær, at partaeigarar við partabrøvum, sum eru eldri enn 10 ár og sum eru keypt fyri 18. november 2001, kunnu fáa [...] bíða. Eru keypið gjørt fyri 18. november í 2001, so stendur gamla lógin við, og tá partabrøvini eru nóg gomul, er einki til hindurs fyri skattafría peningastreyminum. Er eginpeningurin nóg stórur, eru hy [...] sum eru eldri enn 10 ár, so er eingin orsøk yvirhøvur at taka peningin út sum vinningsbýti og harvið rinda vinningsbýtisskatt. Í øllum førum um endamálið er at rinda sum minst av skatti. Og eru partabrøvini
World Trade Center. Hugsa vit okkum kortini henda seinna møguleikan, so mugu vit leggja aftrat, at misgerðirnar hjá politikarum sum John Foster Dulles (og eftir teir eitt nú Nixon og Kissinger) á ongan [...] (teirra millum Nazi-Týskland, USSR, USA, Bretland, Ísrael og Irak), finna vit dømir um yvirgang í mongum frælsisrørslum, eitt nú ETA, ANC, IRA og PLO. Ein tiltikin terrorbólkur í Miðeystri var tann jødiski [...] num, læt spreingja Kong Dávid-hotellið í luftina, doyðu 25 bretar, 41 palestinar og 17 jødar. Um vit nú avmarka okkum til tann muslimska heimin, so tekur terrorisma seg upp har í Egyptalandi í mars 1928
Danmarkar á eftirskúla. Men nú fara teir eisini at kunna velja at fara eitt ár til Hvalbiar, har ætlanin er at byggja ein nýggjan og stásiligan eftirskúla, har tilboðini eru mong og forvitnislig. Kostn [...] innihaldið í álitinum. - Vit kunnu lættliga siga, at hetta er nýbrot í føroyskum skúlaskapi. Stórur tørvur er á einum dygdargóðum og alternativum tilboði til næmingar, sum eru lidnir við 9. flokk. Tí skal [...] kann vera bæði stuttligt, spennandi og mennandi at ganga í skúla, tí at tilboðini eru so nógv og øðrvísi enn tað, sum teir eru vanir við, segði Ólavur Rasmussen millum annað. Hvalba nógv at bjóða S kúlin liggur
undirvísing og til at seta skjøtil á eina rannsóknarstovu fyri borievju. Tað eru teir næmingarnir, sum hava gingið á Støðisútbúgvingini nú í tvey ár, sum fáa henda nýggja møgu-leikan. Av teimum 10 næmingunum, [...] Joensen vera sera positivt. Tað hevur týdning at vit hava fakfólk í Føroyum, sum kunnu undirvísa á teimum nýggju útbúgvinginum innan oljutøkni men eisini á eitt nú KT-økinum. Fleiri av undirvísarunum koma frá [...] at teir sum oljufelag stuðla eitt nú útbúgvingarstovnum. Teir hava longu stuðlað stovnum í Føroyum, og henda nýggja avtalan er so bert enn eitt stig víðari. Teir eru hugaðir at halda fram við at stuðla
drotningin millum litirnar.” Ein undrast kanska á, at framúr tekningar eitt nú úr: “Tann deiliga Havn” ikki eru við, men har eru hinvegin aðrar kanska uppaftur eymari myndir frá góðu unglinga døgum teirra [...] at Bizzie Høyer (1888-1971) er púra gloymd sum listafólk í Danmark nú á døgum. Tí hon má tó hava havt talent fram um onnur, sum enn eru kend. Men kanska hevur hon ikki havt nakran góða, sum hevur kunnað [...] aðrar víddir at sjá - fagrari enn her á fold “(jhod). Listaskálin var stúgvandi fullur av fólki, sum komin vóru saman fyri at vera við á talsterkastu framsýning nakrantíð av verkum Ingálvs. (Og lat tað verða
vissa veruleikafatan, hon ávísir bert hvat vit ikki kunnu vita, við at skerja okkara epistemologisku møguleikum at kannað heimin. So heilt erligt John, hvar eru vit, og hvat er hetta fyri ein ateisma? Er humanisma [...] leiðina fram, men hetta er ein tilgongd, ið hevur verið veik í Føroyum. Vit hava ikki haft eina veruliga upplýsingartíð, meiri hava vit haft tvey sløg av vekingarrøslum, ta kristnu og ta nationalistisku. Síðani [...] ov nógv (ella at nøkur gera), og tí er matur tengdur at einum ?primitivum løtuvinningi?, tí skulu vit eta kraftfóður ella ganga svong. Kann kærleikin verifiserast? So læs eg eitt sindur meiri av Johnsa
tí fleiri av føstu monnunum eru burturstaddir ella skaddir. Líkindini eru góð at spæla í Klaksvík, har fyrsta bríkslið var klokkan 17. Og lagið er gott millum heimafólkið, nú miðvallarin Ndende hevur skorað [...] liðformaðurin Hjalgrím Elttør hevur stutt undan dystarenda skorað, so støðan nú er 4-0. 80) 3-0 So hevur KÍ økt um leiðsluna, so hon nú er 3-0. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Ísak Simonsen umsetti til [...] havt fult og heilt tak á spælinum. Fleiri av teimum, sum higartil hava spælt við KÍ í ár, eru ikki tøkir, og tí eru tað fleiri broytingar – serliga í framrættaða partinum. Jóhan Jacobsen, sum skoraði til
Waukegan Vit sum vuksu upp eftir seinna heimsbardaga eru, kundi ein kanska sagt, omnibus-børn. Vit vóru kálvfødd við einum glæsiligum raði av bókum, sum komu út á donskum í 60-árunum og róptust omnibus-bøkur [...] teirra eru Dark Carneval (1947), The Martian Chronicles (1950), The Illustrated Man (1951), The Golden Apples of the Sun (1953) og Dandelion Wine (1957). Av seinni verkum kann ein nevna eitt nú Death Is [...] bókmentum, og teirra hyggjuráð eru at goyma tær í minninum. Teir eita eftir teimum høvundum, teir minnast verkini hjá, ein er Swift, ein annar Marcus Aurelius, og har eru eisini bæði Buddha, Lincoln og
Wurmbrand sat sum fangi. Munurin var tann stóri, at vit høvdu nú frælsi at kunngera boðskapin um Jesus í hesum og øðrum fongslum har í landinum. Menniskju eru vorðin frelst og nýggjar samkomur stovnaðar í gjøgnum [...] á Lakjuni, Jógvan Páll Sevdal og Osmundi Justinussen. Ótald eru tey møti, fundarøðir, bíbliuskúlaskeið, traktatferðir og bíbliuskeið, ið vit samverkamenn hava skipað fyri og havt saman, bæði burturi og [...] gamal fór Poul Johan í handilslæru hjá partafelagnum Valdemar Lützen í Vágsbotni, har sum Miðlahúsið nú er. Hann hevur mangan greitt frá, hvussu tann fyrsti dagurin var, tá ið hann eitt sindur óroyndur og