Oljuútbúgving á Fróðskaparsetrinum

Oljufeløgini Statoil, Phillips, Enterprise og Veba hava latið Fróðskaparsetrinum 600.000 kr. til at fara undir nýggja kolvetnisútbúgving

Jan Müller


Gongst sum ætlað kunnu teir fyrstu føroysku næmingarnir á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum fáa eina BS-útbúgving í kolvetnisverkfrøði um hálvtannað ár. Hetta er vorðið greitt, eftir at umboð fyri Fróðskaparsetrið og Statoil-oljusamtakið skrivaðu undir avtalu hósdagin.

Tað eru tey fýra oljufeløgini, Statoil, Phillips, Enterprise og Veba, sum hava játtað Fróðskaparsetrinum 600.000 kr. Peningurin skal brúkast til at byggja upp eina nýggja útbúgving á Náttúruvísindadeildini innan oljutøkni. Hetta verður gjørt við tí endamáli at útbúgva føroyskar kolvetnisverkfrøðingar til at kunna vera við í menningini av eini føroyskari oljuvinnu. Peningurin fer til undirvísing og til at seta skjøtil á eina rannsóknarstovu fyri borievju.

Tað eru teir næmingarnir, sum hava gingið á Støðisútbúgvingini nú í tvey ár, sum fáa henda nýggja møgu-leikan. Av teimum 10 næmingunum, sum verða lidnir við Støðislesnaðin í ár, fara 5 víðari til BS framhalds-útbúgvingina í kolvetnisverkfrøði. Teir verða so lidnir um jóltíðir ár 2001.

Eftir lokna útbúgving hava tey møguleika at fáa arbeiði í oljuvinnuni, men kunnu eisini lesa víðari til masterstig á lærdum háskúlum í útlandinum. Tá hava tey eisini møguleika at gera høvuðsuppgávur í Føroyum, t.d. projektuppgávur, sum næmingar avtala við eitt nú oljuídnaðin. Tað er sera vanligt í øðrum londum, at vinnan og útbúgvingarstovnar samstarva fyri at samfelagið kann fáa sum mest burtur úr.

Hans Pauli Joensen, leiðari á Náttúruvísindadeildini er fegin um nýggjastu avtaluna við oljufeløgini. Hann heldur stuðulspening til slíkar nýggjar útbúgvingar verða kærkomnan, tí hann er við til at leggja lunnar undir nakað, sum vit sjálvi seinni verða før fyri at fíggja og menna.

Tað hevur eydnast teimum at fáa føroyskar lærarar til nærum allar lærugreinarnar á nýggju BS-útbúgvingini. Hetta heldur Hans Pauli Joensen vera sera positivt. Tað hevur týdning at vit hava fakfólk í Føroyum, sum kunnu undirvísa á teimum nýggju útbúgvinginum innan oljutøkni men eisini á eitt nú KT-økinum. Fleiri av undirvísarunum koma frá Jarðfrøðissavninum og Oljumálastýrinum, sum eisini arbeiðir við at leggja til rættis føroyskt tilfar at brúka í undirvísingini.

Malan Marnerdóttir, rektari á Fróðskaparsetrinum er fegin um nýggju útbúgvingina. Hon heldur tað vera rætt at kunna bjóða føroyingum útbúgving innan kolvetni, nú ein slík vinna tykist gerast veruleiki í Føroyum. Hon heldur eins og Hans Pauli Joensen tað ikki vera nakað skeivt í tí at taka ímóti peningi frá oljufel-øgum. Tá talan er um vældefineraðar og avmarkaðar verkætlanir, sokallað pilotprojekt, er einki óvanligt í tí, at vinnan stuðlar almennum lærustovnum.

Síðani samstarv tók seg upp við Høgskolan í Stavanger í 97 hevur samstarv tikið seg upp á útbúgvingarøkinum, ið fevnir um fleiri ymiskar skúlar. Eitt nú sjómansskúlar, tekniskar skúlar og Fróðskaparsetrið, tvs. at hetta fevnir um vanliga undirvísing og gransking. Samanlagt skal alt hetta kunna gera føroyska samfelagið betri ført fyri at taka ímóti tí nýggju avbjóðingini, sum ein oljuvinna er. Og arbeiðið hevur eisini longu borið ávøkstur. M.a. hava boriskeiðini verið so væleydnað, at fleiri føroyingar hava fingið størv í Noregi og eftirspurningur er eftir fleiri.

Tað verður annars høvuðsfyrisitingin á Fróðskaparsetrinum við Anniku Joensen sum leiðara, ið fer at taka sær av umsitingini av nýggjastu avtaluni millum Setrið og oljufeløgini.


Vanligt at stuðla

John Inderhaug, leitistjóri hjá Statoil sigur, at tað er vanligt, at teir sum oljufelag stuðla eitt nú útbúgvingarstovnum. Teir hava longu stuðlað stovnum í Føroyum, og henda nýggja avtalan er so bert enn eitt stig víðari. Teir eru hugaðir at halda fram við at stuðla føroyskum útbúgvingum og gransking, sum hava við eina komandi oljuvinnu at gera. Hetta gera teir sjálvandi eisini fyri sína egnu skuld. Fyri oljufeløg hevur tað týdning, at føroyska samfelagið útbúgvir síni egnu fólk til nýggju vinnuna, soleiðis at hetta kann gagna bæði Føroyum og teimum oljufeløgum, sum vilja arbeiða her.

John Inderhaug sigur seg annars vera væl nøgdan við støðið á føroyskum útbúgvingarstovnum og heldur, at grundútbúgvingarnar liggja á einum hægri støði enn í Noregi.

Eisini onnur oljufeløg vísa virkseminum á Fróðskaparsetrinu ans. Herfyri lat oljufelagið Texaco Náttúruvísindadeildini fleiri stórar arbeiðsteldur. Nú um dagarnar høvdu umboð fyri BP fund við leiðsluna á Setrinum.bes, men have evigt liv. Man må jo sige, at det er et godt parti: Himlens og jordens, alt det synliges og usynliges skaber tilbyder kærlighedsforhold og ægteskab.

Bruden, menneskene, folket afviser som bekendt denne mægler og slår ham endda ihjel ved at hænge ham op på et kors, som vi hørte i påsken. Men gammel kærlighed ruster ikke, og Guds kærlighed er så skinnende som aldrig tidligere. Han er så ung og så stærk som nogensinde og her i pinsen går han til sagen som ingensinde før. Han kommer krybende på sine knæ. Han kommer med forelskelsens stormvejr og tildækker sin brud med kys og kærtegn, så hun bliver ganske ør. Apostlene bliver så medrevet af Guds brændende kys, at de begynder at tale i tunger og sige mærkelige ord på fremmede sprog. Og det er dog ikke så underligt, da kærlighedens sprog er internationalt. Det kan enhver forstå. Og det gjorde de da også, som vi hørte det i kirken igår: medere, partere, elamiter og folk som hørte hjemme i Mesopotamien, Judæa og Kappadokien, Pontus og provinsen Asien, i Frygien og Pamfylien, Ægypten og Libyens egne, romere, jøde og proselytter, kretere og arabere. Er man forelsket i pigen, kan man tale med hende, ligegyldigt, hvor hun kommer fra.

Men kan man nu tro på alle hans søde ord? Er denne Gud ikke lidt påtrængende? En ærbar pige skal ikke falde for den første den bedste. Men det er svært at lade være. De fleste mennesker kan stå for meget undtaget smiger og søde ord. Og med rette, for det er normalt tegn på at nogen vil én det godt. Man tror nu engang på den der er kærlig, tillidvækkende og troværdig. Og en sådan opvartning, et sådan stormløb, som vi er vidne til her i pinsen fra Vorherres side, er vanskeligt at stå i mod. At tro på en, der vil os det godt, er ikke vanskeligt. Man skal faktisk være meget standhaftig for ikke at gøre det.

Hermed er også sagt noget vigtigt om tro. Tro er ikke noget man kan mande sig op til, hvis man har en stærk vilja eller er særlig from. Man tror, fordi man ikke kan lade være. Sådan er det inde i kirken ? og sådan er det udenfor: Når vi møder et troværdigt og tillidvækkende menneske, så tror vi på ham uden at bestemme det selv. Det er tværtimod den andens troværdighed, som gør udslaget. Er han troværdig, må vi tro på ham, er han det ikke, kan vi ikke tro på ham. På akkurat samme måde er det med den kristne tro. Og derfor kan vi nøjes med at tage hatten af, når vi går i kirke. Vi behøver ikke også at tage hovedet af. Men det kan måske lykkes at lade være med at indlade sig som da døgnfluehunnen sagde til døgnfluehannen i en af verdenslitteraturens korteste tragedier: ikke lige i aften, kære, jeg har hovedpine.

Den som tror på ham, dømmes ikke; den som ikke tror, er alleree dømt, fordi han ikke har troet på Guds enbårne søns navn. Ja, den som ikke lader sig besnære og forføre af en så overvældende kærlighed fra Vorherres side, som vi møder her i pinsen og iøvrigt kirkeåret igennem, er allerede dømt. Dømt til at være den åndelig talt evige gammeljomfru, der lever i sit eget selvvalgte fængsel, hvor helvede er de andre. Dømt til at være sig selv nok. Det er en streng dom, hvis det er på livstid. Og dømt til at stå på sidelinien, mens der bydes op til dans. Men Vorherre drømmer stadig om sin brud. Han nægter at tage et nej for et nej. Selvom Han ved, at Hans udkårne hader lyset og ikke kommer til lyset, for at hendes gerninger ikke skal afsløres, så bærer han hende alligevel på hænder og fødder.

Hvem har en sådan elsker? Det har vi. AMEN.