Waukegan
Vit sum vuksu upp eftir seinna heimsbardaga eru, kundi ein kanska sagt, omnibus-børn. Vit vóru kálvfødd við einum glæsiligum raði av bókum, sum komu út á donskum í 60-árunum og róptust omnibus-bøkur. Ein teirra hevði heitið Spøkilsissøgur úr øllum heiminum. Í hesi antologi kundi ein finna ógloymandi tekstir eftir m.a. Dickens, H.C. Andersen og Guy de Maupassant, her stóð tann ræðuliga “Rotturnar í múrunum” eftir H.P. Lovecraft og tann ikki minni óhugnaliga “Eiturkoppurin” eftir týskaran Hanns Heinz Ewers.
Millum teir stytru tekstirnar í hesum savni var søgan “Vatnið” (“The Lake”) eftir ein høvund, sum æt Ray Bradbury. Hjá teimum flestu í mínum ættarliði mundi hetta vera fyrstu ferð, ein heilsaði upp á hetta amerikanska skaldið. Søgan er, minnist meg rætt, um ein drong, hvørs spælisystir er deyð, sum leingist eftir henni og reikar uppi við vatnið, har hon druknaði. Søgan er ikki óhugnalig, heldur sorgblíð, ein poetiskur tekstur um sakleysan vinskap.
Ray Douglas Bradbury varð føddur tann 22. august 1920 í býnum Waukegan í Illinois í USA. Familjan búði í stytri tíðarskeið í Tucson í Arizona, men flutti so aftur til Waukegan. Í 1934 fluttu tey og búsettust med alla í Los Angeles í Calefornia. Ray Bradbury búði alt lívið í Los Angeles, men roknaði Waukegan sum sín heimbý.
Poe, Tarzan og Quasimodo
Longu blaðungur fór Bradbury at skriva og hevur tilsamans latið úr hondum meira enn 500 verk, stuttsøgur, skaldsøgur, sjónleikir, filmshandrit og essaysøvn. Millum teirra eru Dark Carneval (1947), The Martian Chronicles (1950), The Illustrated Man (1951), The Golden Apples of the Sun (1953) og Dandelion Wine (1957). Av seinni verkum kann ein nevna eitt nú Death Is a Lonely Business (1985), The Toynbee Convector (1988) og Zen in the Art of Writing: Essays on Creativity (1991). Hansara kendasta verk er tó skaldsøgan Fahrenheit 451, sum kom í 1953.
Ray Bradbury vaks upp í einum óvanliga kveikjandi umhvørvi, við atgongd til teknirøðir, vísindaskaldskap, sirkus, gandakallar, film, sjónleik. Meðan hann enn var heilt lítil, lósu fólk søgur eftir Poe fyri honum, og sjálvur fór hann níggju ára gamal at lesa Poe. Tíðliga gjørdust høvundar sum H.G. Wells og Jules Verne hansara hetjur. Tann stóri meistarin mundi tó vera Edgar Rice Burroughs, maðurin sum skapti Tarzan og skrivaði ein hóp av skaldsøgum um tilburðir á gongustjørnuni Mars.
Ikki minni týdning fyri tann viðkvæma drongin høvdu teir mongu frálíku teknarar, sum vístu fruktirnar av sínum kynstri í teknirøðum og á bókapermum, eitt nú Burne Hogarth (Tarzan), Hal Foster (Valiant prinsur), umframt t.d. Frank R. Paul og Alexander Korda.
Men hvat hava Tarzan og Valiant prinsur við skaldskap at gera? Sannleikin er tann, at júst hetta – at vaksa upp í einum umhvørvi við roka av marglist, av tekst-myndligari blóman - var tað gróðrarlendi, hesin drongur hevði brúk fyri. Sjálvur sigur hann, at hann longu sum lítið barn gav metaforuni innivist í sínum huga. Hann nevnir sum dømi, at hann, trý ára gamal, sá Lon Chaney leika Quasimodo í filminum Klokkarin frá Notre Dame, frá 1923 og tvey ár seinni sama leikara í The Phantom of the Opera. Ár eftir at myndirnar vóru gloymdar, stungu tær seg upp aftur úr dulvitinum og prangaðu í hansara tekstum, sum týdningsberandi ikon.
Tann almáttugi líggin
Dømi um eina slíka metaforu er Vindurin, ið sipar til náttúruna sum eina megi, menniskjan ikki megnar at fáa tamarhald á. Í søguni “The Scythe” (“Líggin”) koyrir ein fátækur maður við konu og tveimum børnum um eitt kreppurakt Amerika leitandi eftir arbeiði og mati. Hann finnur ein manntóman bóndagarð, og tey búsetast har. Men tá ið hann fer út at sláa, fær líggin so við og við vald á honum, so at hann fyri hvønn sveip fellir menniskju í túsundatali.
Her hevur høvundurin skapt eina metaforu fyri tí nýggja vápninum, kjarnorkubumbuni, sum leyp angist á hansara ættarlið. Myndir av slíkum slag – einfaldar og sterkar, men kanska ikki subtilar – kunnu vera arketýpiskar ella koma úr bókum ella filmi. Ein mynd av tí seinna slagnum er Tann Mekaniski Hundurin í Fahrenheit 451, ið sjálvsagt er hundurin hjá The Baskervilles, ómetaliga nógv vaksin í vavi og umdoyptur.
USA var í tíðini millum heimskríggini og nakað aftaná tíðarritanna land. Og tær fyrstu søgurnar eftir Bradbury sóu dagsins ljós í nøkrum av hesum tíðarritum, eitt nú Planet Stories, Thrilling Wonder Stories ella Weird Tales. Sjálvur gjørdist hann ikki tjúgu ára gamal blaðstjóri á Futuria Fantasia, einum sonevndum fanzine, t.e. einum áhuga-tíðarriti. Hann gjørdist í 1937 limur í The Los Angeles Science Fantasy Society. Og tað eydnaðist honum at ferðast tvørtur um alt USA og vera við á heimsins fyrstu vísindaskaldskaparligu ráðstevnu, NYCon, sum varð hildin í New York. Hann kom hagar á tjóðardegnum, tann 4. juli 1939.
Landnám á Mars
Skaldarøddin hjá Bradbury líktist frá byrjan burturúr. Hann hevði nýggj hugskot, hansara stílur var floygdur, hansara metaforur forkunnugar. Hann fylgdi ikki rákinum og fekk tí nakað av mótburði, upplivdi enntá, at summar av hansara søgum blivu vrakaðar.
Í hesum sambandi kann verða nevnt, at tá ið undirritaði seint í 60-árunum fór undir at almannakunngera Bradbury-týðingar, vóru summi á vinstravonginum, sum ikki góðtóku slíka skriving. Bókmentir skuldu vera sosialrealistiskar ella speiskar, og dagsins nøvn vóru í Danmark høvundar sum Scherfig, Kirk ella Rifbjerg. Høvdu fólk tá fatað metaforuna, høvdu tey skilt, at ein høvundur sum Bradbury ikki var veruleikaflótti, men samfelagskritikari, og at hansara atfinning eisini fataði um USA og kapitalismuna.
Eitt gott dømi um slíkan kritiskan vísindaskaldskap er bókin Krýnikur av Mars (1950), ið er ein skaldsøga ella eitt savn av stuttsøgum, ið hava ein tráð og eitt tema, sum bindur tær saman. Amerikumenn nema land á Mars og finna har eina siðmenning, ið er bæði vísari, eldri og meira mentað enn teirra egna, eitt slag av pythagoreiskum samruna, har átrúni og vísindir hava áralag og hvørt fær annað at bera frukt.
Men landnámsmenninir hava onki annað í síni skjáttu enn ómentan, smásinni, hugmóð og dráp, og tað eydnast teimum eftir stuttari tíð at týna eina mentan, ið kundi verið teirra bjarging. Hava vit hoyrt hetta fyrr?
Fahrenheit 451
Øðrvísi snoðin er skaldsøgan Fahrenheit 451, sum kom trý ár seinni. Heitið á bókini sipar, sum helst mongum kunnugt, til tað hitastig, sum pappír brennur við. Høvuðspersónurin í bókini er eldsløkkjarin Guy Montag. Kanska er tað meira hóskandi her at brúka tað gamla starvsnavnið brandmaður, tí arbeiðið hjá Montag og feløgum hansara er ikki at sløkkja eld, men at brenna bøkur og ofta eisini tey fólk, sum eiga og lesa hesar bøkur.
Montag ger sítt arbeiði, lýðin móti sínum teknokratiska samfelag og sørur fyri medvit og hugsan. Men ein dagin møtir hann Clarisse McClellan, eini 17 ára gamlari gentu, sum lærir hann at varnast onnur menniskju, hyggja at mánanum og sansa luktin frá bløðum. Eitt fræ av medviti er sátt, og – eins og menniskjuni í Platons hellisbílæti - er Montag nú á veg upp í ljósið.
Ein dagin fremur hann ta ræðuligu samfelagsligu svikagerð at stjala eina bók. Seinni kemur hann at kenna Faber, ein gamlan professara, sum eins og Sokrates fer at upplýsa hann. Men hann verður avdúkaður av sínum stjóra, Captain Beatty, flýggjar og villist inn í ein skóg, har nakrir gamlir, lærdir menn hava skapt eitt slag av stakmentan, eina loyniliga nýggja siðmenning. Teirra endamál er at varðveita tað teir kunnu av heimsins bókmentum, og teirra hyggjuráð eru at goyma tær í minninum. Teir eita eftir teimum høvundum, teir minnast verkini hjá, ein er Swift, ein annar Marcus Aurelius, og har eru eisini bæði Buddha, Lincoln og Markus, Matteus, Lukas og Jóhannes.
Hesa skaldsøgu gjørdi Francois Truffaut til film í 1966, við Julie Christie og Oskar Werner sum høvuðsleikarum.
Koestler
Fahrenheit 451 er ein dystopi, t.e. ein døpur framtíðarskaldsøga, sum er ein ávarandi tekstur. Ofta verður skrivað, at fyrimyndirnar, sum peika fram ímóti hesi skaldsøgu, eru Brave New World (1932) eftir Aldous Huxley og 1984 (1949) eftir George Orwell. Men nógv størri týdning sum íblástur hevði ein onnur bók, Darkness at Noon eftir Arthur Koestler, kanska tann mætasta politiska skaldsøgan, sum nakrantíð er skrivað. Bókin kom út á enskum í 1941, og Bradbury las hana í 1944. Bókin lýsir ræðustýrið í USSR, og hennara boðskapur er, at øll einaveldir, sama ger hvat smyrsl tey kleiggja upp á seg, brúnt ella reytt ella hvítt, skriva menniskjans tign niður á null.
Bøkur vekja aðrar bøkur til lívs, men góður skaldskapur er ongantíð herming. Fahrenheit 451 er ólík sínum undanspíra, minni intellektuell, meira eyðkend av allegori, meira skaldaborin, eins og ein hugbirting. Og hon sipar bæði til Nazitýskland og USSR, men nógv meira til USA. Um tað mundið hon varð skrivað, framdu Joseph McCarthy og hansara lagsbrøður sína heksajagstran móti frælst hugsandi andsmennum og listafólkum í Amerika. Og eisini í USA hendi tað, at bøkur blivu brendar.
Men skaldsøgan hjá Bradbury er ikki avmarkað til at spegla aftur tað andaliga myrkur, sum Hitler, Stalin ella McCarthy umboðaðu. Tí tað evni, sum hon tekur upp, er í roynd og veru øðrumegin útbúgving og undirvísing – menniskjans samband við tað skrivaða ella talaða orðið – og á hin bógvin tann ávirkan, sum nýggir miðlar sum sjónvarp og nýggjar tøkniligar uppfinningar hava á hesi virðir.
Liljurnar á markini
Og boðskapurin er, at henda ávirkan er – talað við metaforu – tað sama sum at brenna allar heimsins bøkur. Samstundis hevur henda gongd við sær, at menniskjan missir sambandið við natúrina, við næstan og við seg sjálva. Grannalag, kærleiki, samhugi, samhaldsfesti, tað fer alt fyri hund og heyk. Stovuveggirnir eru eitt áhaldandi sjónvarp, menniskjuni megna ikki longur at tala saman, allur tanki hvørvur. Skal ein festa eitt fyndugt orðatak á vísdómin í hesi skaldsøgu, so eru tað hesi orð:
Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guds munni.
Áhugavert við bókini er annars, at tað ikki eru valdsharrarnir, men menniskjuni sjálv, sum fara undir av sínum eintingum at avtaka sína tign, sítt frælsi og sína mentan. Tann danski yrkjarin og humanisturin Poul Henningsen segði, at sleppur meirilutin at avgera tann listarliga smakkin ella tað andaliga støðið, velur hann altíð tann lægsta felagsnevnaran.
Ábyrgdin kemur tí at hvíla á skúla og lærarum. Undirvísing skal gagna vinnu og framburði, men djúpast sæð skal hon taka tað fram, sum ikki hevur sjónligt gagn, læra næmingar at virðismeta vakurleikan sum hann er í sjálvum sær, tað vakra í eini yrking, einum málningi, eini reglu á einum fremmandum máli, eftir Verlaine ella Celan. Ferst henda kenslan fyri tí púra ónyttugu, men ómissandi virðismiklu perluni, er ein siðmenning fokin. Í Fahrenheit 451 hava hesi orð ikoniskan týdning:
Gevið tykkum far um liljurnar á markini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra.
USA er, ivaleyst meira enn Europa, eitt land, har visuel mentan trívist og blómar. Og søgan um Ray Bradbury er eisini søgan um ta ørgrynni av ofta framúr dugnaligum teknarum og málarum, sum gjørdu myndir til hansara verk, og sum hann ofta kendi persónliga, teirra millum Lawrence S. Stevens, Ian Miller, Kelly Freas, Gray Foy og Stanley Meltzoff, ið skapti eina ógloymandi mynd til søgusavnið The Illustrated Man. Serligan týdning fyri Bradbury fekk hansara vinskapur og samstarv við Joseph Mugnaini. Sjálvur var Bradbury ein fermur teknari og málari.
Tann Hvíti Hvalurin
Sum rithøvundur bygdi Ray Bradbury á tað støði, sum hansara fyrimyndir - Poe, Jules Verne og H.G. Wells - høvdu lagað. Men í 60- og 70-árunum í farnu øld komu nýggir høvundar fram, og sæð í ljósinum frá teirra verkum er yvir Bradburys skaldsøgum og stuttsøgum ein glæma av sakloysi, kanska andin frá hansara trygga uppvøkstri í tí tá friðsæla Waukegan. Og tað skerst ikki burtur, at verkini hjá eitt nú Ursulu K. Le Guin, J.G. Ballard og Stanislav Lem hava eyðkennir í stíli ella innihaldsligari tyngd, sum stundum bera av Bradburys verkum.
Ray Bradbury var dámligur maður, blíður, ósnobbutur, bráðlyntur, lættur at hugtaka. Hann var giftur og átti fýra døtur. Hann sigst hava havt ikki sørt av tøknisangist, og hann koyrdi t.d. ikki bil. Í 1999 hevði hann eina heilabløðing, men hann helt fram at arbeiða, las sínar søgur úr sínum arbeiðsrúmi í Los Angeles í telefon fyri eini dóttur í Arizona. Hon skrivaði tær av, sendi tær aftur við faxi, og so fingu tær sítt endaliga snið.
Bradbury skrivaði saman við John Huston handritið til filmin Moby Dick frá 1956. Í 50-árunum fór hann undir at skriva eina langa stuttsøgu rundan um hesa somu gátuføru ímynd. Søgan, við heitinum “Leviathan 99” var liðug fyrst í 21. øld. Hetjan í søguni, Ishmael Jones, fer saman við sínum blinda skipara við rúmdarskipinum Cetus 7 út at jagstra eina risastóra hvíta gongustjørnu, sum rópast Leviathan og er tann grimasta, alheimurin veit av! Og her kunnu vit hóskandi bera Ray Bradbury skilnaðarkvøðu. Hann ríður móti vestri. Hann skimast eftir tí síðstu metaforuni.
***
Søgur eftir Ray Bradbury í týðing til føroyskt standa í bókunum DREKIN (1969), KALEIDOSKOP (1974) og í savninum TAÐ NÝGGJA ATLANTIS (2001). Týðari er Hanus Kamban, sum somuleiðis týddi barnabókina DRONGURIN SUM FEKK MYRKRIÐ TIL VIN (Føroya Lærarafelag 1987).