ílætnar búnar, sum tað sømir seg røttum flogbóltsleikarum ? um ein er kvinna og sær tað við eygunum hjá altjóða flogbóltssambandinum. Soleiðis er tað nú einaferð og tað at kubanar leiktu í teimum búnum tær [...] ikki mætari enn at stinga av við gullinum. Lítla landið í Europa, sum á fótbóltsvøllinum hevur víst tenn, gjørdi nú eisini bart á flogbóltsvøllinum. Í innleiðandi umfarinum vóru hálendingar bólkaðir saman
Toftir at spæla, meðan karrieran hjá meginpartin av teimum ungu í Havn endar uttan at hava byrjað rættiliga. Og hetta er ikki bara vanlukkan hjá teimum, men eisini hjá føroyskum fótbólti yvirhøvur, sum [...] eftir at landsliðið byrjaði at taka lut í altjóða kappingum. At kappast móti HB hjá sumbingum er næstan tað sama sum hjá føroyingum at kappast móti einari stórari tjóð! 1. deild er altíð nógv áhugaverdari [...] nógvar spælarar. Hvat forðar tá HB og B36 at halda seg til sínar egnu (ið eru nógv fleiri hjá teimum, enn hjá øllum hinum), og ikki »súgva blóð« sum iglar úr hinum og síðani tora at reisa spurningin um
við landsdystin hjá føroyingum móti Skotlandi, lá skipið bundið tætt við har, sum ein tattovørur helt til. Hesin tattovørur hevði gyltar dagar, meðan Norrøna lá við bryggju, tí bíðirúmið hjá honum var allan [...] Øll hava vit hoyrt um HB-kaninuna, men eisini hevur onkur fingið sær búmerkið hjá Liverpool, og onkur annar búmerkið hjá Tottenham á armin. Tatovering fyri lívið? Tað, sum ein skal gera sær, tá ið man [...] burtur við eini plastikk-skurðviðgerð, men ein slík er ógvuliga kostnaðarmikil, so viðmælast má fólki at hugsa seg væl um, áðrenn tey fáa sær eina tatovering, sjálvt um nógvar av teimum eru stak flottar
lag til. Kanska hevur Hanus Johansen meiri enn nakar annar heiðurin av gera tað yngra fólki kunnugt við yrkingarnar hjá Poul F, tí síðani hann fyrstu ferð datt fram á eitt yrkingarsavn eftir Poul F. fyri [...] beiggja sínum. Hon segði, at tað gleddi hana, at Poul F. livdi víðari í huganum á fólki og hon setti kvøldstevnuna við orðunum hjá Poul F. Varðandi minnir um rættar menn er varandi minnisvarði. Lítið nyttar [...] hugleiddi Eyðun Andreasen um skaldskapin hjá Poul F. Men tað venda vit aftur til í einum seinni blað. Men hann vísti m.a. á, hvussu stóran týdning skaldskapurin hjá Poul F hevði havt fyri hann. Bæði foreldur
Kolvetni. Kjartan Hoydal viðgongur, at tann dag, tá ein sáttmáli verður gjørdur, verður tað lættari hjá fólki at vita, hvat tað er tey seta pengar í, og tí er rímuligt og rætt at fara undir at tekna seinasta [...] yvir ein ressursskatt. Tann møguleikin er altíð opin, um ein vil tryggja sær, at henda ognin hjá Føroya fólki gevur eitt avkast til føroyska samfelagið. Men eg trúgvi, at teir sum hava stovnað Atlants Kolvetni [...] órímuligheit í útbjóðingini. -Er tað so, at tú harvið ikki skilur óttan hjá stjóranum í Shell, sum hevur latið seg órógva av leiklutinum hjá einum føroyskum oljufelag í einum útlendskum oljusamtaki? Kjartan
heldur hann nakað serstakt verða við framsýningini í Reykjavík. Tað er ikki minst tann brennandi áhugi hjá íslendingum fyri Føroyum og føroyskari list, sum fær Bárð at vera so fegnan um tiltakið á Kjarvalssstøðum [...] her býr eitt fólk, sum kann skapa list á høgum støði. Og tað skapar so aftur virðing fyri landi og fólki sum heild, og tað gevur so aftur okkum ein betri profil í útheiminum, um ein heldur tað hevur týdning [...] lond brúk fyri einum virðiligum andliti. Hetta hava við m.a. sæð í tí sannroynd, at nógvar av bókunum hjá William Heinesen er týddar til onnur mál. Tað hevur so gjørt, at nógv fólk, sum ikki vistu, at vit
ið kann brúkast til, hetta fantastiska húsið, sum eg havi skilt, hevur gott festi í tilvitinum hjá fólki, og tað ræður sjálvandi um tey tær tríggjar høvuðsuppgávurnar sum húsið hevur. At føra Norðurlond [...] føroyska mentanarlívinum. Treytirnar undir virkseminum hjá húsinum og fyri mentanarlívinum yvirhøvur broytast alla tíðina. Karmurin um virksemið hjá húsinum er sjálvandi fíggjarliga orkan og hølini. - Húsið [...] bókmentir, eg havi sæð nakrar sjónleikir í Føroyum, havi sæð tveir føroyskar filmir, eitt nú nýggja filmin hjá Katrini Ottarsdóttir, sum verður frumsýndur næsta vár, og eg havi verið við í føroyskum dansi. Hinvegin
kemur hin til og ger seg kláran at seta fótin á nummarplátuna fyri at fáa hana av. Tá var ovboðið hjá mær, Eg vendi mær á, eg vildi ikki síggja meir. Kúfangarin, plátan var fest á, var at plastik, tað [...] kúfangara, hvar skuldi eg vent mær til? Politistøðina og sagt frá at onkur hevði framt herverk á bilin hjá mær og brotið mær kúfangaran? Gjaldstovuna ella tryggingina og sagt at eg eri forharmaður um at eg [...] hevur eina dagbók at halda seg til. Men eg kann kanska ugga tykkum við at ein stórur partur av hesum fólki, ið ákærd og skuldsett verða av fútanum, seinni verða fríkend, annaðhvørt av honum sjálvum, við at
14-18 og fríggjadag kl. 10-12. Tilhaldið hjá Javna er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaða, kl. 14.30-17. Frítíðarklubbin hevur ymiskar aktivitetir í kjallaranum hjá Javna. Nærri fæst at vita um hetta við [...] kr. um árið. Føroyingar í Noregi Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast
Alaska. Tí verður so nógv bygt - og tá danskir møblar eru »inn« - so gongur kurvan hjá hesi fyritøkuni, eg arbeiði hjá, bara uppeftir. Nógv eldri fólk flyta annars til Alaska úr øðrum statum. Ein orsøk [...] fara á veiðu ella at fiska. Um veturin ber til at aka á skíð ella koyra á kavaskutara. Eg haldi, at fólki dámar hetta væl. Sum amerikanarar siga, tey »challenge themselves«. Tað merkir, at tey vilja royna [...] týdningarmikið at hava henda møguleikan at kunna veiða djór og fugl. Hetta er týðandi partur av føðini hjá nógvum, serliga upprunafólkinum í smáplássunum. Bygdirnar liggja ógvuliga fjarskotnar, so eg havi bara