roynir heldur at leggja dentin á, at skotska liðið í løtuni er í eini nýggjari fasu, har tað fyrst og fremst ræður um at smíða eitt nýtt lið saman, sum í framtíðini kann vera við til stórar altjóða avbjóðingar [...] landsliðnum. Eisini her á Sosialinum hava vit merkt hendan áhugan, og farnu vikuna mundi valla fara ein dagur framvið, uttan at útlendsk tíðindafólk ringdu, og vildu hava upplýsingar um føroyska landsliðið [...] orsakað av góðu føroysku úrslitunum, tá vit seinast vóru í bólki við skotum. Ta ferðina endaði dysturin á Svangaskarði javnur, 1-1, meðan talan í Skotlandi gjørdist um tepurt føroyskt 2-1 tap. Enn eru miðlarnir
børnini nú ganga í skúla í bygdarhúsinum á Húsum. - Vit halda tað vera nógv betri fyri bæði okkum og næmingarnar, at øll eru í somu bygd í senn, sigur Sára. Annar hugburður - Tað er ein heilt øðrvísi hugburður [...] Sosialurin vitjar skúlan, eru tey eldru stødd í bygdarhúsinum, har tey hava tíma. Tey yngru, sum húsast í sjálvum skúlanum, eru júst sloppin heim. Inni í skúlastovuni í bygdarhúsinum sita einir átta næmingar [...] upp á mynd. Ein genta noktar bart út at venda sær móti myndamanninum, men hon ger tað so kortini, tá hon sær, at øll hini gera tað. - Hetta, at tey ganga í skúla her í bygdarhúsinum, er bert ein fyribilsloysn
venja liðið, og uppflytingin varð eisini rokkin tá. Í fjør og í fyrraárið var liðið partur av stríðnum um uppflyting, men í báðum førum kiksaði tað. - Í ár hevur Sámal Erik Hentze so tikið sær av liðnum [...] umstøður í so máta, og fara so at spæla í fyrstu deild komandi árið. Veitslan bíðar Umframt at fegnast um gongdina hjá besta mansliðnum, so hevur formaðurin í AB eisini aðrar orsøkir at frøast í hesum døgum [...] hava verið eitt hitt besta í søguni hjá felagnum. Næst besta liðið skal í dag spæla hálvfinalu í fjórðu deild, og hetta er so avgjørt nakað, sum kann hava alstóran týdning í royndunum at vinna seg víðari
har skuldu verið eins góð og í Føroyum, veit eingin. Tað er undarligt, heldur hann. Jens Kjeld sigur, at nátin setti búgv í Íslandi nógv fyrr enn í Føroyum, men í Íslandi hevur hann bert í lítlan mun verið [...] eitt nátapar ein unga í Danmark síðsta ár. - Hetta var á Bulbjerg í útnyrðingspartinum av Jútlandi, sigur Jens Kjeld. Støðan í heyst Tað skerst ikki burtur, at nógv minni náti er tikin í heyst enn, tá [...] vamlisligur. Úr grýtuni í ovnin Í mong ár stokti fáur nátunga; alt fór í salt, og har kundi fuglurin goymast leingi. Tá ið kókast skuldi, varð fuglurin tikin upp og útvatnaður, áðrenn hann fór í grýtuna. Nú munnu
til løgtingsval. Um Dánjal Nielsen er í stuttum at siga, at hann hevur verið og er ein skilamaður og ein álitismaður burtur av. Hann er ein sera stillførur maður. Í arbeiðsárunum var hann sera nærlagdur [...] av Viðareiði og Elisabeth Michelsen, kallað Betta, ættað úr Árnafirði. Tey bæði, sum giftust í 1919, bygdu Eysturi í Horni á Viðareiði, men í 1929 fluttu tey til Klaksvíkar at búgva. Anna og Dánjal eiga [...] sum í 1960 tóku stig til at stovna partafelagið Norðoya Samvinnufelag, og varð litið honum upp í hendi at vera stjóri í felagnum. Samvinnufelagið bygdi og rak tvey línuskip. Norðingur varð bygdur í 1961
svøvnpískut koma niður av loftinum inn í køkin at fáa okkum ein bita. Hetta er ongantíð áðrenn kl. 10.00! Eingin grund til at skunda sær. Tá tú soleiðis fert at ferðast "í egnum landi", so má ferðin fyrireikast [...] Avtalað er, at konurnar og børnini fara í einum bili, meðan menninir, viðførið og hundarnir fara í einum øðrum! Tilsamans fara 8 fólk, tveir hundar, 1 lítil súkkla, ein klappvognur og 14 onnur kolli til Svínoyar [...] dagin eftir í besta veðri, og sjálvandi var eingin trupulleiki at leggja til á Eiðinum. Nú var bert at seta seg afturá í salongini og njóta eitt Mars ella bæði tvey á veg til Klaksvíkar. Í Klaksvík er
einasti í Føroyum. Í gongini, har vit koma innar, standa ein rúgva av skóm. Prátið hoyrist oman gjøgnum trappurnar, og frá einum rúmi í kjallaranum, sum seinni vísir seg at vera køkurin. Inni í køkinum [...] dagsins døgurði skal gerast. Í dag er okkurt við fiski á skránni. Nakrar skulu baka, meðan nakrar gera døgurða. ? Vit býta genturnar upp í tveir bólkar. Annar bólkurin er í køkinum fyrrapart, meðan hin [...] at søkja. Vit taka inn eftir eini beinari røð, so tey, sum eru fyrst framat, sleppa fyrst inn. Ein dagur í skúlanum er soleiðis hættaður, at byrjað verður klokkan átta á morgni. Tá ganga tvær ella tríggjar
Fiskivinna Miðskeiðis í vikuni var Chr. í Grótinum á Klaksvík við fullum skipi av svartkjafti. Veiðan, sum øll var fingin í føroyskum sjógvi, vá 2.000 tons; tá er skipið fult undir lúkurnar og kanska eitt [...] 400 tons. Fingu alt í før- oyskum sjógvi Hans sigur, at tá ið teir byrjaðu hendan túrin, royndu føroysku skipini í íslendskum sjógvi, og tað ljóðaði ikki frá nógvum. - Vit kastaðu tó í íslendskum sjógvi [...] øki. Vit fiskaðu í stívliga seks samdøgur tilsamans. Hans sigur, at fiskiskapurin er nýtiligur, tá ið nótaskipini kunnu gera ein túr um vikuna. - Ofta er tað soleiðis, at onkur góður dagur bjargar túrinum
Wenzel ger í lesarabrævi viðmerkingar til tíðindini í Degi og Viku um útsøluprísin á nýggjum bilum í Føroyum. Dagur og Vika hevur víst á tvær sannroyndir: Tað ber til sjálvur at bíleggja sær ein nýggjan bil [...] spara millum 20.000 og 50.000 krónur í mun til lýstu útsøluprísirnar. Hetta er ein upplýsing, sum kann hava týdning fyri nógvar føroyingar. Í øðrum lagi varð víst á í Degi og Viku, at hóast avgjøldini á [...] at bilasølurnar í lýstu útsøluprísunum leggja so mikið nógv upp fyri, at ráð verður at geva sera góðan prís fyri ein brúktan bil í býti. Men tann spurningurin er ikki enn viðgjørdur í tíðindasendingunum
mettur at verða ein varandi loysn, sum loysir ein skúlatørvin í langa tíð frameftir. ? Men mong eru, sum avgjørd mæla frá hesi ætlan og heldur mæla til at fara aftur til upprunaætlanina í Hoydølum og so [...] r hjá studentaskúlanum, handilsskúlan um og tekniska skúla. í dag fer hann at seta landsstýrismanninum í skúlamálum, Annlis Bjarkhamar, ein skrivligan fyrispurning á Løgtingi um hesar tríggjar skúlarnar [...] byrjað verður, hvar byggjast skal og í hvørjari raðfylgju, skúlarnir verða bygdir. Hann minnir á, at í 1996, var arkitektakapping um at byggja nýggjan studentaskúla í Hoydølum. Men projektið, sum vann, var