Størsti trupulleikin er ov fáir tímar

Sára Mikladal, skúlaleiðari á skúlanum á Húsum, sigur, at tað er eitt stórt framstig, at skúlin hevur fingið framhaldsdeild, men at sum er, ber tað stak illa til at fáa alt at hanga saman, tí ov fáir tímar eru játtaðir til skúlan

Húsar:
- Tað er ómetaliga torført at leggja eina skilagóða tímatalvu, tá tímarnir eru ov fáir í tali. Av tí sama, so hava børnini eisini onkrar frítímar, sum liggja mitt á degnum. Men har gerst ikki annað, tá støðan er, sum hon er, sigur Sára, sum eisini heldur, at fleiri tímar høvdu givið henni og hinum læraranum á skúlanum munandi fríari ræsur og betri umstøður at arbeiða undir.
Í skúlanum á Húsum ganga 16 børn, 11 av Húsum og 5 av Syðradali. Tey eru býtt sundur í tveir flokkar, sum Sára sigur, at ein kann kalla fyri eldra og yngra flokk. Yngri flokkur eru børn til og við fimta flokk, meðan hini so ganga í eldra flokkinum.
Sára vildi ynskt, at framhaldsdeildin kundi verið ein flokkur fyri seg, tí sum hon sigur, so er stórur munur á børnum, sum framvegis eru í barnaskúla og so tey, sum eru farin í framhaldsdeildina.
Hon greiðir frá, at bæði kropsliga og sálarliga er stórur munur á børnunum.
- Tað er eisini stórur munur á undirvísingartilfarinum, so tað ber stak illa til, at børn í sætta og sjeynda flokki eru inni í somu skúlastovu, sum tey í framhaldsdeildini. Onkrir av tekstunum snúgva seg nógv um kærleika og kynslív, og tey yngru eru sera forvitin. Og tað ger tað enn meiri torført at fáa undirvísingina at ganga lætt, heldur Sára.

Skúli á Húsum og Syðradali
Hendan dagin, tá Sosialurin vitjar skúlan, eru tey eldru stødd í bygdarhúsinum, har tey hava tíma. Tey yngru, sum húsast í sjálvum skúlanum, eru júst sloppin heim.
Inni í skúlastovuni í bygdarhúsinum sita einir átta næmingar við hvør sínari bók á borðinum. Tey hava føroyskt.
- Sára, góða, kann eg ikki bara lesa nú, letur í einum drongi, sum vit meta at ganga í sætta ella sjeynda flokki.
Hini sita øll og práta saman. Ikki nakað óvanligt í einum skúla, tá lærarin fer út úr stovuni eina løtu. Sára fær tey tó at sissast beinanvegin, og sigur teimum, hvørji vit eru og, hvar vit koma frá. Beinanvegin hoyrist fnis, tí næmingarnir halda tað vera flovisligt at koma upp á mynd. Ein genta noktar bart út at venda sær móti myndamanninum, men hon ger tað so kortini, tá hon sær, at øll hini gera tað.
- Hetta, at tey ganga í skúla her í bygdarhúsinum, er bert ein fyribilsloysn, sigur Sára Mikladal.
Í fjør gingu børnini eina viku í skúla á Syðradali og eina á Húsum. Tað vil siga, at tá tann eldri flokkurin var á Húsum, var tann yngri á Syðradali. Men hetta ætlar Sára skal broytast. Í ár fara tey at gera so, at báðir flokkarnir verða í sama skúla eina viku, soleiðis at lærarar og næmingar eru í somu bygd um dagarnar.
Skúlin á Syðradali verður nú gjørdur í stand, soleiðis at hetta kann lata seg gera. Og tað er orsøkin til, at børnini nú ganga í skúla í bygdarhúsinum á Húsum.
- Vit halda tað vera nógv betri fyri bæði okkum og næmingarnar, at øll eru í somu bygd í senn, sigur Sára.

Annar hugburður
- Tað er ein heilt øðrvísi hugburður, til hvat skúli er, á bygd enn á størri plássum, heldur Sára, sum hevur verið lærari á Húsum og Syðradali, síðani hon bleiv liðug á Føroya Læraraskúla í 1998. Hon var einsamøll tvey tey fyrstu árini, men eftir at framhaldsdeildin kom í fjør, kom ein lærari afturat.
- Eg eri sera glað fyri hana, tí tað ger so stóran mun at vera tvær um næmingarnar. Tí ímyndið tykkum, um eg nú skuldi verið einsamøll um øll, so hevði eg havt níggju ymiskar bøkur liggjandi á borðinum. Tí allir flokkar eru umboðaðir líka úr fyrsta til og við níggjunda.
Tað hevði verið vónleyst!
Sára sigur, at sum heild gongur samstarvið við foreldrini væl.
- Tey flestu hjálpa væl til og eru áhugaði í, hvat fer fram í skúlanum. Eg havi eisini havt fund við tey, har eg havi greitt teimum frá støðuni ? serliga viðvíkjandi tímatalvuni, sum vísir seg næstan at vera ógjørlig at leggja. Og tey flestu eru skiljandi, men sjálvandi er okkurt onkuntíð, sum hevur hug at stinga seg upp, men tað taka vit so eisini við.
Hóast Sáru dámar væl á skúlanum, so søkti hon farloyvið til hetta skúlaárið, men fekk tað ikki.
- Eg var sera troytt, tá skúlaárið endaði í fjør, tí tað førir sera nógva eyka uppgávur við sær at vera skúlaleiðari eisini. Um eitt hvørt er, sum ikki er í lagi á skúlanum, tað verið seg umstøður, bøkur ella okkurt heilt annað, so er tað mína uppgáva at syrgja fyri, at tað verður fingið í rættlag.
Sára sigur eisini, at hóast tað kann tykjast so gott og hugnaligt á bygd, so er tað sanniliga eisini nógvir trupulleikar.
- Vit hava eisini truplar næmingar her á skúlanum, líka sum aðrir skúlar. Eg síggi eisini onkrar sosialar trupulleikar, sum eg ikki fái gjørt so nógv við, og tað er ørkymlandi til tíðir.
Alt hetta og annað aftur at gjørdi sítt til, at Sára fór at hugsa um at royna seg á størri skúla, so hon søkti um farloyvið. Men tá hetta varð noktað henni, segði hon seg vilja halda fram, men við treytum. Hesar treytir fekk hon uppfyltar, og tí situr hon framvegis í starvinum, sum lærari á Húsum.

Ferðaætlanin ikki fyri børn
Sára Mikladal sigur, at tað er sera gott at vera á Húsum, og henni hevur dámt væl allatíðina, hóast tað til tíðir hevur verið avbera strævið.
- Eisini er tað strævið at ferðast ímillum ? serliga um veturin.
Næmingarnir ferðast eisini til Klaksvíkar eina ferð um vikuna, tá tey skulu svimja. Tað gera tey hvønn týsdag aftan á døgurða.
Sára greiðir frá, at tað er ein langur dagur hjá børnunum. Tí tað verður farið í skúla sum vanligt klokkan átta og um middagsleitið verður so farið við Barsskor til Klaksvíkar at svimja. Børnini eru liðug um trý tíðina, men Barsskor siglir ikki yvir aftur á Kalsoynna fyrr enn klokkan trý korter til seks. Hetta ger, at dagurin verður so ómetaliga langur hjá børnunum.
Hon sigur, at onkuntíð er hon farin yvir við teimum aftur, tí ongin hevur verið at tikið sær av teimum umborð, men sum heild er altíð onkur, sum fer tann túrin.
Sára hevur ábyrgdina av næmingunum, inntil tey eru komin til hús aftur.
Hóast fólkið í oynni kann fegnast um, at Barsskor siglir sjey fleiri túrar um vikuna, so merkir tað ikki so nógv fyri børnini í oynni, um tey vilja íðka onkran ítrótt í Klaksvík, tí hann siglir ikki seinni enn klokkan trý korter til seks um kvøldið av Klaksvík, og tá eru børnini ofta ikki liðug at venja. Í øllum førum tey størru børnini.
Sára býr í Klaksvík og ferðast hvønn dag yvir á Kalsoynna til arbeiðis.
- Men samanumtikið so er tað deiligt at vera her, annars hevði eg ikki verið her enn, sigur Sára Mikladal at enda.