Skotarnir koma

Tað er ikki sørt, at skotskir miðlar sýna komandi dystinum millum Føroyar og Skotland ans, og yvir høvur tykist fatanin vera, at skotar als ikki skulu rokna við nøkrum løttum dysti

Landsdystur

Tað er sjáldan, at útlendski áhugin fyri einum føroyskum landsdystir er somikið stórur, sum nú Føroyar komandi vikuskifti skulu taka ímóti Skotlandi.
Í farnu viku hava mest sum øll tey stóru bretsku bløðini havt drúgvar greinar um Føroyar og føroyska liðið, og fleiri teirra hava eisini havt tíðindafólk her á leiðini, sum hava gjørt samrøður við leikarar og onnur, sum varða av føroyska landsliðnum. Eisini her á Sosialinum hava vit merkt hendan áhugan, og farnu vikuna mundi valla fara ein dagur framvið, uttan at útlendsk tíðindafólk ringdu, og vildu hava upplýsingar um føroyska landsliðið.

Óttast
Og tað er ikki sørt, at skotar bera ótta fyri, hvussu úrtøkan fer at verða á Svangaskarði leygardagin.
Síðani Berti Vogts avloysti Craig Brown í venjarasessinum, hevur skotska landsliðið tapt fimm dystir á rað, og tó at hetta hevur verið móti sterkari tjóðum enn Føroyum, so tykjast skotarnir ikki álvuligir. Ikki minst orsakað av góðu føroysku úrslitunum, tá vit seinast vóru í bólki við skotum. Ta ferðina endaði dysturin á Svangaskarði javnur, 1-1, meðan talan í Skotlandi gjørdist um tepurt føroyskt 2-1 tap.
Enn eru miðlarnir ikki farnir at krevja landsliðsvenjarin, Berti Vogts, úr starvinum, men tað er lítið at ivast í, at hetta fer at standa ovarliga á breddanum, um talan ikki verður um sigur á Svangaskarði.
Sjalvur tykist Vogts tó ikki óttast eina slíka lagnu, men roynir heldur at leggja dentin á, at skotska liðið í løtuni er í eini nýggjari fasu, har tað fyrst og fremst ræður um at smíða eitt nýtt lið saman, sum í framtíðini kann vera við til stórar altjóða avbjóðingar.
Hann hevur tó fylgt væl við, hvussu føroyska liðið hevur staðið seg, og millum annað var høvuðsvenjarin hjá skotsku U-landsliðunum, Jim Sinclair, í Føroyum, tá okkara menn vunnu 3-1 á Liktenstein.
Sambært blaðnum, the Scotsman, sigur Sinclair um føroyska liðið, at spælið ikki er eins lívligt, sum tað var fyri trimum árum síðani, og eisini heldur hann, at tað kann verða ein fyrimunur fyri skotar, at spæliskipan okkara nú er broytt til 4-4-2. Hetta tí hann roknar við, at føroyska liðið nú í minni mun fer at leggja dent á verjufótbóltin. At enda sigur Sinclair, at teir leikarar, sum skotar serliga skulu ansa eftir, eru Jón Rói Jacobsen, Jákup á Borg og Helgi L. Petersen.

Venja móti unglingum
Eftir at flestu leikararnir hava verið í dysti fyri feløg síni um vikuskiftið, savnaði Berti Vogts hópin sær mánadagin, og tað er longu greitt, hvussu upplegg hansara til dystin verður.
Sambært the Scotsman, so hevur venjarin longu gjørt greitt, at skotska liðið í mestan mun skal royna at spjaða spælið væl út á vengirnar, soleiðis at føroyska verjan verður tagað sundur. Og til endamálið hevur hann fingið skotska U-18 liðið at spæla móti A-landsliðnum, har unglingarnir skulu halda seg til føroysku spæliætlanina verður sagt. Hvussu hetta so skal skiljast...
Kanska ber hetta boð um eitt ávíst slag av arrogansu, at skotskir unglingar soleiðis verða nýttir til venjingarnar, og yvirhøvur tykist tað so, at Berti Vogts hóast alt ikki hevur stórvegis virðing fyri føroyska liðnum. Sum skilst hevur venjarin nevnliga boðað frá, at talan bert verður um eina venjing, meðan liðið er í Føroyum, og at hann als ikki áhugaður í at venja á Svangaskarði undan dystinum!