heldur tað verða lítið sømuligt, at Føroyar eru einasta norðurlandið, sum ikki hevur ein ferðslutrygdarpolitikk, og heldur, at tað er upplagt at vit eisini taka Null-hugsjónina til okkum. ? Sjálnvadi kostar [...] andstøðuflokkur ikki er førur fyri at gera. ? Í tinginum kunnu vit sjálvandi luttaka í arbeiðinum, og tað fara vit eisini at gera, heldur Henrik Old, sum skjýtur upp, at løgtingið heldur eitt aðalorðaskifti [...] tí gera vit ikki tað, so hendir einki, sigur hann. Henrik Old sigur, at tey í Javnaðarflokkinum eru komin til tað niðurstøðu, at tað má verða landsstýrið, sum má koma við uppskoti um nýggja ferðslulóg
tað pent út, tá hesir royna at seta vognin fyri ryssuna heldur enn øvugt, og vilja hava danskarar at viðurkenna, at Føroyar er ein natión, fyri so at skula samráðast um at blíva natión. Vil tú eina loysn [...] bert støðuna sum er, og týdningarmikið er, at tann millumvegur, ið klárar at samla ein breiðan meiriluta av Føroya fólki verður royndur. Seinastu 3 árini vísa, at annað skinn má takast um bak. Javnaðarflokkurin [...] vera sera mannminkandi fyri Føroyingar, um tað eydnast Tjóðveldisleiðsluni at úflyta klandur til Danmarkar. Tað er uppá tíðina, at Tjóðveldisleiðslan gerst meira semjusøkjandi og tekur undir við einari m
At tala greitt merkir, at fólkatingsumboð ikki skulu leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. At tey ikki skulu flyta føroyskar ósemjur upp á røðarapallin í fólkatinginum. Og at tey ikki skulu brúka [...] upplýsing. Ein flokkur, sum førir fram, at føroyingar vilja hava staðfest síni tjóðarrættindi, at føroyingar eru ein sjálvstøðug tjóð, og at føroyingar eiga fullan rætt at stýra sínum egna landi, verður altíð [...] brúka tíðina til at keglast við hitt føroyska fólkatingsumboðið. Hetta hava vit sæð alt ov mong dømi um seinastu fýra árini. Innanhýsis keglið á fólkatingi hevur staðfest danska fordómin um, at føroyingar vita
000 krónur. Skiparin segði seg góðtaka bótina og at hald varð lagt á reiðskapin, men hann góðtók ikki, at hald varð lagt á alla veiðuna. Hann helt, at hald kundi bert leggjast á veiðuna, sum varð fiskað [...] Fiskiveiðueftirlitið mikudagin fann útav, at Tindur als ikki hevði fiskað á stongdum øki, varð málið slept. Finn Ougaard, varafúti sigur við útvarpið, at av tí, at Tindur ikki hevur gjørt nakað ólógligt, [...] heldur fiskin. Elmar Højgaard á fiskiveiðueftirlitinum sigur, at kunngerðin er óheppið orðað, og at D2 liggur í einum øki, sum upprunaliga átti at verið stongt. Aðrar kunngerðir eru eisini orðaðar á henda
tað víst seg, at okkurt mistak er gjørt, kann eingin ivi vera um, at verandi lóggáva á økinum má herðast. Eitt annað blað, The Guardian, visti í gjár at siga, at tann skrivstovan, sum kannar fortíðina hjá [...] ára gomlu Maxine Carr fyri at hava beint fyri teimum báðum tíggju ára gomlu gentunum Jessicu Chapman og Holly Wells, tykjast flestu bretsku fjølmiðlarnir halda, at tey eru sek. At tey bæði arbeiddu í skúlanum [...] sagt nakað um, at tey bæði hava eina ivingasama fortíð, men spurningurin er heldur, hvussu væl skúlamyndugleikarnir í Soham kannaðu hesi viðurskiftini, áðrenn teir settu tey bæði í starv. At fjølmiðlarnir
tá fyrsta umfar var av, frættist at Eyðun Nolsøe og Kim Pilgaard høvdu telvað javnt. Eyðun segði eisini leygardagin, at tað er eitt upplivilsi bara at fáa møguleika til at telva ímóti hesum útlendsku telvarunum [...] Á móttøkuni leygardagin segði Eyðun, at henda kappingin er ein góð venjing til Olympiaduna, sum verður seinni í hesum mánaðinum. Hann segði eisini, at hann fór at fáa sína sak fyri beinanvegin, tí hann [...] Hann segði, at hann var bæði spentur, glaður og nervøsur fyri hesum møguleikanum at telva ímóti so sterkum telvarum. - Kim Pilgaard er rataður 200 stig hægri enn eg á listanum, so eg fari ikki at gráta, um
NSÍ-venjarin Leygarkvøldið varð greitt, at Jógvan Martin Olsen er ársins venjari í 2002. Og nú er greitt, at hann eisini komandi ár fer at hava ábyrgdina av NSÍ. ? Eg havi skrivað undir nýggjan eitt ára [...] Fyrr í summar ljóðaði, at NSÍ og Jógvan Martin Olsen høvdu tvey ára samstarvssáttmála, men tað var ikki rætt. At Jógvan Martin heldur fram í NSÍ er upp á ein máta merkisvert. At NSÍ vann steypakappingina [...] Albert Ellefsen var venjari, tá FSV fór undir stríðið at vinna seg uppaftur í 1. deild, og hann verður eisini venjari, tá FSV komandi ár fer at royna at verja plássið í bestu deildini.
vónina. Men fortreytin er, at føroyskir politikarar taka annað skinn um bak. ? Tað er mín vón, at tíðin fer at arbeiða fyri hesum. Tí stórmál liggja fyri framman at loysa. Eg vóni, at vit kunnu leggja til viks [...] hevur løgmaður dyrgt eftir at fáa eina breiða semju um stór politisk mál. Hetta er ein politiskur arbeiðsháttur, sum er vanligur aðrastaðni. Stórur dentur verður lagdur á at fáa politisku andstøðuna við [...] stórmál. Afturfyri sleppur andstøðan so at seta síni fingramerki á politikkin, men tað hevur verið so sum so, hvussu hetta hevur hepnast í Føroyum. ? Hóast eg havi roynt at fáa breiða politiska undirtøku í málum
út við 170 milliónir kr., og skal leggja 65 milliónir kr. eftir seg árliga. Tað er at vóna, at tað fer at eydnast, og at meira fæst burtur úr hvørjum tonsi. Reiðaríið hevur sýnt eina hugburðsbroyting, sum [...] meðan annað ikki er eydnast í fyrstu atløgu. Tað var tí hugaligt at hoyra reiðaran í J.F. K. Trol, Hanus Hansen, siga, at ætlanin er ikki, at nýggja skipið skal fiska so nógv meira, hóast bæði maskinorka [...] Hugsað er bæði um góð arbeiðskor og um góðar umstøður hjá manningini at búleikast í og annars hugna sær í. Hesum hevur onkur hug at glepsa at. ? Men hví skal fiskimaðurin uppi í ísinum ikki hava eins góðar
Soleiðis fæst gjógvin at minka og helst bara so. Av tí, at eg sjálvur eri starvsmaður, skjóti eg upp, at mítt egna felag, Starvsmannafelagið, gongur undan og kallar øll feløgini saman at umrøða uppskotið. [...] um í verkfalli, at nú má gjógvin millum arbeiðarafeløgini og øll hin fakfeløgini gerast minni. Hetta er væl skiljandi, men hetta fáa arbeiðsgevararnir tíverri einki gjørt við. Satt at siga so gera teir [...] og lovaðu arbeiðarafeløgunum fullan stuðul, at krevja prosentvísa sama part í sínum samráðingum og kanska fara í verkfall um tey ikki fáa tað. Tað vil siga, at jú fleiri lønarkrónur arbeiðsfeløgini fáa tess