Jógvan Martin heldur fram

-

NSÍ-venjarin

Leygarkvøldið varð greitt, at Jógvan Martin Olsen er ársins venjari í 2002. Og nú er greitt, at hann eisini komandi ár fer at hava ábyrgdina av NSÍ.
? Eg havi skrivað undir nýggjan eitt ára sáttmála við NSÍ, segði Jógvan Martin Olsen, áðrenn hann leygardagin fór til Georgia við U?19 landsliðnum.
Fyrr í summar ljóðaði, at NSÍ og Jógvan Martin Olsen høvdu tvey ára samstarvssáttmála, men tað var ikki rætt.
At Jógvan Martin heldur fram í NSÍ er upp á ein máta merkisvert. At NSÍ vann steypakappingina og endaði næstfremst í landskappingini legði sjálvandi upp til, at samstarvið fór at halda fram.
Men tað er merkisvert á annan hátt. Í øllum hinum feløgunum, sum vóru í 1. deild seinasta kappingarár, verður annar venjari í januar komandi ár, enn tað var í januar í ár. Í fimm feløgum vórðu venjararnir skiftir út, tí tað ikki gekk, sum tað varð vónað. Hesi feløgini vóru B68, Skála, HB, VB og TB. Í hinum fýra feløgunum er av ymsum orsøkum gjørt av at skifta venjara. Feløgini eru KÍ, GÍ, EB/Streyumur og B36.
Einasta felagið í 1. deild komandi ár, sum ? umframt NSÍ ? fer at hava sama venjara, sum teir høvdu í fjør, verður FS Vágar. Albert Ellefsen var venjari, tá FSV fór undir stríðið at vinna seg uppaftur í 1. deild, og hann verður eisini venjari, tá FSV komandi ár fer at royna at verja plássið í bestu deildini.