Soham-morðini
Árni Joensen
Hóast bretska løgreglan ikki hevur ákært tann 28 ára gamla Ian Huntley og ta 25 ára gomlu Maxine Carr fyri at hava beint fyri teimum báðum tíggju ára gomlu gentunum Jessicu Chapman og Holly Wells, tykjast flestu bretsku fjølmiðlarnir halda, at tey eru sek.
At tey bæði arbeiddu í skúlanum, sum tær báðar genturnar gingu í, hevur fingið fjølmiðlarnar at reisa spurningin, hvussu væl skúlamyndugleikarnir kanna fortíðina hjá fólki, sum fáa starv í skúlaverkinum. Ian Huntley hevur framvegis starv sum skúlatænari í skúlanum, og Maxine Carr var til fyri fáum mánaðum síðani hjálparlærari í flokkinum, sum tær báðar genturnar gingu í.
Enn hava hvørki myndugleikarnir ella fjølmiðlarnir sagt nakað um, at tey bæði hava eina ivingasama fortíð, men spurningurin er heldur, hvussu væl skúlamyndugleikarnir í Soham kannaðu hesi viðurskiftini, áðrenn teir settu tey bæði í starv. At fjølmiðlarnir hava reist spurningin hevur higartil havt við sær, at landsmyndugleikarnir hava biðið um alt tilfar í málinum so sum samskiftið millum løgregluna í Cambridgeshire og skúlamyndugleikarnar í Soham.
Blaðið The Times skrivaði í gjár, at skuldi tað víst seg, at okkurt mistak er gjørt, kann eingin ivi vera um, at verandi lóggáva á økinum má herðast.
Eitt annað blað, The Guardian, visti í gjár at siga, at tann skrivstovan, sum kannar fortíðina hjá eitt nú skúlalærarum, er fleiri vikur afturút í sínum arbeiði. Tað ger sambært blaðnum, at fólk við einari ivingasamari fortíð kunnu byrja sum lærarar nú eftir summarfrítíðina.









