At tala greitt merkir, at fólkatingsumboð ikki skulu leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. At tey ikki skulu flyta føroyskar ósemjur upp á røðarapallin í fólkatinginum. Og at tey ikki skulu brúka tíðina til at keglast við hitt føroyska fólkatingsumboðið.
Hetta hava vit sæð alt ov mong dømi um seinastu fýra árini. Innanhýsis keglið á fólkatingi hevur staðfest danska fordómin um, at føroyingar vita ikki, hvat teir vilja. Men Tjóðveldisflokkurin veit, hvat hann vil. Hann vil fremja forstáilsi fyri sjálvsagda føroyska sjálvstýriskravinum við sakligari og siðiligari upplýsing.
Ein flokkur, sum førir fram, at føroyingar vilja hava staðfest síni tjóðarrættindi, at føroyingar eru ein sjálvstøðug tjóð, og at føroyingar eiga fullan rætt at stýra sínum egna landi, verður altíð ein flokkur, ið talar vegna alla tjóðina. Semja er um hesi viðurskifti í Føroyum. Og tí má boðskapurin út.
Tað liggur ongin konfrontatión í hesum. Tjóðveldisflokkurin ætlar hvørki í samanbrest við danir ella aðrar føroyskar flokkar á fólkatingi. Hann stríðist fyri at savna tjóðina og seta fram sjálvstýriskravið allastaðni. Uttan Tjóðveldisflokkin var ongin greið tala. Uttan hann var sjálvstýrismálið longu kódnað.
Tí er tað so umráðandi at velja tjóðveldisfólk á danating hesaferð. Tjóðveldisflokkurin víkir ikki frá síni stevnu, tá á stendur. Hann gruggar ikki boðskapin og gloymir at siga tað týdningarmesta, tá á stendur, tí hann er bundin av donskum flokkum.
Hann er tann frælsa røddin, ið best kann røkja føroysk áhugamál á fólkatingi.
X við E á valdegnum 20. november.