so telvar Magnus Carlsen í hesum døgum við norska landsliðnum á olympiaduni í Chennai. Og hansara hjávera á 1. borði ber í sær, at Norra nú verður roknað millum liðini, sum kann fara at gera seg galdandi [...] Hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar vinna á Puerto Rico í talvi. Dysturin var hin áttandi landanna millum síðani hin fyrsta í 1974. Vit hava tapt fýra ferðir, tríggjar ferðir er tað endað javnt, men í dag [...] í fjórða umfari í morgin mánadagin. Føroyar møta Kroatia, sum er styrkismett nummar 17. Allir á liðnum eru stórmeistarar, miðalstyrkitalið er 2611. Roknast kann við eins harðari mótstøðu sum móti Usbekistan
at vit vita, hvussu nógvur pening er til taks at arbeiða fyri. Tað staðfesta teir báðir, Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur. Sum tað sæst í aðrari grein her á vinnusíðunum [...] vinnuna í Suðuroy, so at gongdin við minkandi fólkatali kann vendast og so at oyggin fæst á føtur aftur. Teir eru sannførdir um, at frægasta leiðin at ganga, er at gera eina vakstraravtalu, har allir partar [...] ára avtaluskeiðnum og kommunurnar í Suðuroy skulu leggja 10 milliónir á borðið. Høpisleyst Men Jógvan Mørkøre og Magni Laksafoss eru grundleggjandi ósamdir við teir politikarar, sum halda, at tað fyrireikandi
var nokk mín besta tíð. Vit fingu nógv gott ígjøgnum, sigur hon. Ringastu minnini eru frá tíðini sum formaður fyri Sambandsflokkin. – Man fær nógvar knívar í ryggin, tá man er á ovastu postunum. Tað ringasta [...] Tjóðveldi og Fólkaflokkin. Vit høvdu haft eitt sera gott samastarv við Javnaðarflokkin, og eg ivaðist ikki í, at vit høvdu eina avtalu. Tá lærdi eg, at man skal ikki líta á nakran í politikki, sigur Lisbeth [...] hon seinni í lívinum sjálv trein á politiska pallin, var fólkstemningurin annaleiðis. Hatrið var ikki tað sama, men Lisbeth petersen hevur av tí sama altíð lagt dent á ikki at lata politiskar ósemjur ganga
violin og á okkurgulum stráum. Menn høvdu verið á fjalli í Fjalli hendan sama dag og stóð nú skurðseyðurin á básum víða um í Fuglafirði og bíðaðu eftir knívinum. Teir hoyrdu hetta kveikjandi ljóð uppi á Nón [...] hansara hugvekjandi tónlistaheim, ið nørir um hugsan hansara um akkordir, ið eru goymdar í norskum fólkatónleiki. Nú skulu vit ikki fara út í æsir í hesari sonatu, men venda aftur til Moniku og Fionu. Nón [...] tá ið tað var frumframført 16. novembur 1867 á eini kvøldsetu í Oslo, sum Edvard sjálvur skipaði fyri. Tann, sum spældi violin hesa løtu var ein lærari á tónlistháskúlanum í Kristiania, violinisturin
var og er eitt idol hjá hesum høvundi, ið á gamalsaldri hevur framt tað bragd at festa niður sínar smásøgur á papír til yngri ættarlið at lesa. Tí smásøgur eru hetta, ikki ein samanhangandi ”stórsøga”. [...] skeivhugt við mildum skálkabrosi, hvis hann frætti, at sjálvt teir nationalu afturhaldsflokkarnir nú á døgum eru farnir at berjast fyri vøggustovum og barnahavum til socialt indigneraðar møður.” ##med2## Patursson [...] høvdu sympati fyri bæði Quisling og Hitler – eitt sindur eins og nógvir føroyingar nú á døgum hava sympati fyri Putin. Vit onnur kunna bara rista høvur av slíkum søguloysi. Sosialdemokratiskt lívsfrælsi
staðanøvnum eru: Staðanøvn eiga at skrivast soleiðis, sum vanligt er í teim ymsu londunum. Nøkur staðanøvn hava fra gamlari tíð ein konventionellan form í føroyskum. Tey hava hevd og skula brúkast. Talið á exonymum [...] sum eisini bretska Collins-forlagið brúkar. Hevd ella konventiónir í ymsum londum Nú fer Uni Arge at kanna ymisk landanøvn á Wikipedia, sum í flestu førum er ein frálík kelda. Hann finnur fram til at Chile [...] traditiónir, eru alt annað enn regluloysi og ruðuleiki. Hetta er nakað, sum søguliga og geografiskt er vaksið natúrliga fram. Og so ósannindir Uni Arge koyrir hart fram, og spyr leiðandi: ”Hugsa vit okkum, at
viðkomandi á rættari leið. Tí samvitskan talar at hjá mótpartinum (Jesus bleiv jú eisini spottaður). Tín misskiljing av religión kann eisini vera avleiðingar frá teimum, ið eru navn kristin. Tað eru fólk, sum [...] sum ganga undir heitinum at vera kristin. T.d. »Føroyar eru eitt kristið land«. Tó eru hesi ikki persónliga kristin og kunnu tí geva ástoyt fyri hini. Eisini kemur tú við nøkrum fáum dømum um positivar [...] ikki eru pástandir, men heldur íblástur frá Gudi til Hann. Tí Bill roynir í veruleikanum at hjálpa fólki úr neyð, og eftir mínum tykki er tað ein góð gerð. Gud er kærleiki, so alt tað góða, vit gera,
við móti endanum á langa rættarfundinum fríggjadagin, tá ið málið um hassjplantasjuna var fyri. Fyri góðum mánaði síðan varð ein 44 ára gamal maður handtikin og skuldsettur fyri brot á lóggávuna um rúsevni [...] kvinnan, sum hann eigur eitt lítið barn saman við, undir liðini á honum. Hon var ákærd sum samsek. Eru góð Tey bæði hava ikki sæst henda mánaðin, tí hon slapp ikki inn at vitja mannin í varðhaldinum. Tey [...] at síggjast aftur. Sótu og hildu um hvørt annað allan dagin, kystust og klemmaðust. Nógv stóð á kvinnuni á rættarfundinum, hon græt sum var hon stungin, og hann royndi at ugga. Eftir at ákæruritini vórðu
ferjuhavnina, hevur ávirkan á havnargjaldið. Hetta tykist løgið, tá vit hugsa um tær nøgdir av farmi, sum í dag verða fluttar við ferjum. Eisini krevja hesar havnir so stórt pláss á landi, at tað í øðrum føri [...] liggja væl ytri fyri at fáa eina rúmligari havn. Hetta vildu myndugleikarnir á økinum ikki hoyra talan um, og so hart leikaði á, at kommunan fekk at vita, at tóku teir ikki av hesi verkætlan, varð eingin [...] framleiðslu sína út um landið. Hetta skip sigldi á Leirvík tveir túrar um vikuna og nýtti somu atløgusíðu sum Ternan. Skipið Føroya Bjór setti ein og ein platt upp á land, sum trukkurin tók niðan í pakkhúsið
r, men ikki slapp inn á seinasta vali. Stríðið stóð millum teir gomlu og teir nýggju í flokkinum. - Heldur tú at tað var rætt at endurnýggja flokkin, fyri síðani at snara aftur á gomlu kósina? -Samban [...] løgmanni. -Minnst til, at tað eg sum peikaði á Edmund Joensen til eftirmann mín í formanssessinum í Sambandsflokkinum, sigur Pauli Ellefsen. Hann leggur dent á, at Edmund Joensen var einmælt valdur, og at [...] at stilla upp, men samstundis vóna ikki at verða valdur inn á ting? - Sjálvandi er tað demokratiskt. Hetta er ein háttur at ávirka fólk. Vit vita, at 16 tingevni stilla upp til val, men at bert nøkur verða