Marjun Dalgaard
Uppvøksturin í 40'unum hevur serliga merkt Lisbeth L Petersen uppá tveir mátar. Hon minnist hatrið, sum var millum sambandsfólk og tjóðveldisfólk. Kensluna, tá hon sum barn segði hvør hon var.
– Har var so nógv hatur, og fólk søgdu so nógv undarligt við okkum børn. Ofta var tað hetta her: »Nå, er hatta abbi tín? Hann er ein landasvíkjari«. Eg minnist, eg fekk ilt um allan kroppin, tá eg hoyrdi slíkt. Eg var so øgiliga góð við abba mín, sigur Lisbeth Petersen.
Ofta vildi hon helst ikki siga, hvør hon var, tá hon hitti fólk, tí hon vildi sleppa undan aftursvarinum.
Sosiala arvinum tók hon tó við sum vaksin, og tá hon seinni í lívinum sjálv trein á politiska pallin, var fólkstemningurin annaleiðis. Hatrið var ikki tað sama, men Lisbeth petersen hevur av tí sama altíð lagt dent á ikki at lata politiskar ósemjur ganga út yvir børnini.
Kvinnur til pynt
Ikki vóru nógvar kvinnur í politikki, tá Lisbeth Petersen av fyrstan tíð stillaði upp. Hon hevði onkuntíð kensluna av ikki at verða tikin fyri fult.
– Eg haldi, vit vóru mest til pynt, sigur Lisbeth Petersen um, tá hon av fyrsta sinni skuldi stilla upp fyri Sambandsflokkin.
– Teir skulu hava kvinnur á listan, men eg haldi ikki, at teir virdu okkum ordiliga. Tá nevndarsessir vórðu deildir út, gekk tað soleiðis fyri seg, at teir tóku tað, sum teir vildu hava, og so góvu teir mær tað, teir hildu, eg skuldi hava, sigur fyrrverandi sambandsformaðurin.
Hon heldur sjálv, at hon kundi hildið seg meira framat tá, og tað er eisini svarið, tá hon verður spurd, hvørji ráð hon hevur til kvinnur í politikki.
– At halda seg framat. Stilla seg fremst í køini, tá nevndarsessir og annað verður býtt út. Har eru kvinnur ofta ov afturhaldandi, heldur hon.
Uppalingin í 40'unum bar brá av, at hon skuldi vera ein fitt og afturhaldandi genta. Hetta er ein leiklutur, sum hon hevði, og sum hon mátti stríðast við, men sum hon hevur klárað at berja av sær við árnunum.
– Hetta er nokk tað, sum var mest strævið, men tað var serliga, tá eg var yngri. Eg havi bart tað av mær við aldrinum, sigur Lisbeth Petersen.
Segði nei til landsins ovasta sess
Afturhaldni tykist vera ein reyður tráður í yrkinum hjá sambandskvinnuni. Í sínum politiska yrki hevur Lisbeth Petersen sagt nei til tveir topppostar – ein sum borgarstjóri í Havn og ein møguleika at gerast løgmaður, um Sambandsflokkurin vann valið í 1994. Áðrenn valið bjóðaði Edmund Joensen Lisbeth formannsessin, men hon var borgarstjóri, og vildi ikki taka av.
– Eg haldi ikki, hann hevði spurt meg, um hann helt, at eg fór at siga ja, sigur hon við einum smíli, tá hon verður spurd um hetta, men vil ikki koma nærri inn á tann partin.
– Tað kundi ikki lata seg gera, tí so var Tjóðveldisflokkurin farin við borgarstjórasessinum, men innast inni hevði eg faktisk ikki nakað ynski um at verða løgmaður, sigur Lisbeth Petersen.
Fyrstu ferð hon varð vald í býráðið, fekk hon somuleiðis møguleika fyri at seta seg beint í borgarstjórasessin. Hon valdi tí sessin sum varaborgarstjóri – ein tíð hon hevur verið sera fegin um.
– Hetta var nokk mín besta tíð. Vit fingu nógv gott ígjøgnum, sigur hon. Ringastu minnini eru frá tíðini sum formaður fyri Sambandsflokkin.
– Man fær nógvar knívar í ryggin, tá man er á ovastu postunum. Tað ringasta er, tá man fær knívar frá sínum egnu, sigur Lisbeth Petersen.
Fór úr politikki
Efter valið í 2007 valdi Lisbeth L. Petersen at leggja frá sær sum formaður í Sambandsflokkinum. Eftir eitt langt politiskt lív, sum hon nærmast var fødd inn í, segði sambandskvinnan farvæl, tá Sambandsflokkurin, sum hevði staðið til eitt rimmarval áðrenn valstríðið fór í gongd, endaði við at missa ein tinglim. Formaðurin mátti fara og Kaj Leo Johannessen tók yvir.
Hóast Lisbeth Petersen valdi at siga farvæl við politiska pallin, hevur hon altíð verið ein partur av Sambandsflokkinum, men nokk er nokk, og linjan, sum flokkurin hevur ført við Kaj Leo Johannesen á odda, hevur skeiklað sosiala profilin so nógv, at hon kennir seg ikki aftur í flokkinum. Tí skrivaði hon formanninum í felagnum bræv.
– Eg vildi hava, at tey skuldu vakna. Nú ringja fólk frá øllum landinum til mín. Fólk, sum hava verið sambandsfólk alt sítt lív. Tey siga, at tey eru so kedd um tað, sum hendir í dag úti í landsstýrinum. Eg haldi kanska, at eg havi sett hol á okkurt, sum hevur ligið leingi undir yvirflatuni, sigur Lisbeth Petersen og leggur aftrat: Eg eri sambandskvinna av hjartanum, og vóni ikki, at eg havi gjørt tað alt ov ringt fyri tey, sum sita eftir.
Tú kanst ikki líta á nakran í politikki
Ringasta upplivingin hjá Lisbeth Petersen í politiska lívinum, var tá hon og flokkurin vunnu stórsigur til býráðsvalið. Lisbeth fór heim at sova, men tá hon kom aftur, hevði Javnaðarflokkurin gjørt samgongu uttan um Sambandsflokkin, og Leivur Hansen bleiv borgarstjóri.
– Eg helt, at eg hevði eina avtalu við Javnaðarflokkin, men tá eg kom til arbeiðis næsta dag, høvdu tey gjørt eina avtalu við Tjóðveldi og Fólkaflokkin. Vit høvdu haft eitt sera gott samastarv við Javnaðarflokkin, og eg ivaðist ikki í, at vit høvdu eina avtalu. Tá lærdi eg, at man skal ikki líta á nakran í politikki, sigur Lisbeth Petersen.
Kvinnur standa saman
At vera kvinna í politikki hevur ikki bara verið lætt, og ofta var Kvinnufelagið ein góður felagsskapur at hava.
– Eg fekk eyguni upp fyri nógvum tingum í Kvinnufelagnum, og her stóðu kvinnurnar saman uttan mun til politiskan lit og stuðlaðu hvørji aðrari, sigur Lisbeth Petersen, sum minnist at lívið sum kvinnuligur politikari onkuntíð var ringt at fáa at hanga saman.
– Onkuntíð mátti eg sníkja meg at út at keypa døgverða í steðgunum, og í heila tikið kundi tað vera ringt at fáa tað praktiska at hanga saman. Maðurin var sjómaður, so tá hann var heima, lá betur fyri. hann gjørdi mat o.s.fr., sigur hon. Enn tann dag í dag er gott samanhald og hon sæst javnan við kvinnum frá tíðini í politikki, harímillum Karin Kjølbro og øðrum kvinnum, sum vóru aktivar í politikki.