- Skal nakað sum helst trúvirði vera í arbeiðnum at fyrireika eina vakstraravtalu fyri Suðuroy, er tað ein fortreyt, at vit vita, hvussu nógvur pening er til taks at arbeiða fyri.
Tað staðfesta teir báðir, Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur.
Sum tað sæst í aðrari grein her á vinnusíðunum, hava kommunurnar í Suðuroy biðið teir báðar serfrøðingarnar vera við í einum arbeiði at menna vinnuna í Suðuroy, so at gongdin við minkandi fólkatali kann vendast og so at oyggin fæst á føtur aftur.
Teir eru sannførdir um, at frægasta leiðin at ganga, er at gera eina vakstraravtalu, har allir partar, politikarar í Løgtingi og kommunum og vinnulívið, binda seg til eina avtalu um at menna ávísar vinnur.
Teir hava sostatt skotið upp, at gjørd verður ein fimm ára vakstraravtalu og at 50 milliónir verða settar av til at seta hana í verk.
Tað liggur í kortunum, at landið skal fíggja 40 milliónir tilsamans í hesum fimm ára avtaluskeiðnum og kommunurnar í Suðuroy skulu leggja 10 milliónir á borðið.
Høpisleyst
Men Jógvan Mørkøre og Magni Laksafoss eru grundleggjandi ósamdir við teir politikarar, sum halda, at tað fyrireikandi arbeiði skal gerast fyrst og so kunnu politikararnir aftaná taka støðu til tilmælini og til, hvussu tey skulu fíggjast.
Herfyri reisti Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, málið í Løgtinginum, tá ið hann spurdi Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, hvussu verður vorðið við nógv umrøddu vakstraravtaluni.
Tá vóru tað enntá politikarar, sum halda, at tað er beinleiðis óseriøst at biðja landskassan um pening, uttan at vita nagreiniliga, hvat hann skal brúkast til.
- Var endamálið einans at gera eina ætlan, er lætt at gera ein langan lista við háfloygdum ynskjum um, hvat skal gerast.
- Men tá ið ein beinleiðis vakstraravtala skal gerast, er neyðugt at vera munandi meiri ítøkilugur og gera realistiskar avtalur, sum hava ein veruligan møguleika at verða settar í verk. Tí er neyðugt at vita, hvussu nógvur peningur er til taks, soleiðis at avtalan verður gjørd innanfyri fíggjarkarmin.
Teir báðir serfrøðingarnir siga, at tað er høpisleyst at gera fastar avtalur við nógvar ymiskar privatar og almennar partar, uttan at vita, hvat endaligi fíggjarkarmurin er.
Tí er neyðugt, at ein yvirskipaður fíggjarkarmur verður lagdur beinanvegin, siga teir.
- Tað er tvørturímóti óseriøst av suðuroyingum at fara til framkomnar, vinnuligar fyritøkur innanlands og uttanlands og biðja tær gera íløgur í ávísar ætlanir, kunnu suðuroyingar ikki eisini sjálvir vísa á, hvussu nógvan pening, teir eru sinnaðir at seta í ætlanin.
- Ongin fyritøka fer at seta pening í eina vinnuliga ætlan, fær hon ikki at vita, hvussu nógv hin parturin er til reiðar at seta í ætlanina.
- Kunnu politikarar ikki frammanundan gera sær greitt, hvussu nógvan pening teir eru sinnaðir at seta í eina vakstraravtalu, er ómøguligt at fáa nakað burturúr.
- Tað er ótrúverdugt at gera avtalur um vinnuligar ætlanir uttan at vita, hvussu nógvir peningur er at gera avtalu við.
Ein hópur av fordømum
Teir báðir vísa eisini á, at tað finst ein hópur av grunnum, sum hava eitt stovnsfæ, sum teir síðani lata burturav til ávís endamál. Tað er Føroyagrunnurin eitt dømi um.
Fyri at nevna eitt annað dømi, hevur Granskingarráðið eina játtan, sum ráðið síðani letur burturav til ávís endamál.
Tað er ikki kravt frammanundan, at tað skal gerast púra greitt frammanundan, hvat peningurin skal brúkast til.
Í sambandi við eina vakstraravtalu fyri Suðuroy, hugsa Jógvan Mørkøre og Magni Laksafoss sær, at ein grunnur verður stovnaður, sum fær eina reglugerð, sum sigur, hvat peningur kann játtast.
- Hetta er onki nýtt, tí tað finst ein rúgva av grunnum og tað hevur eisini fleiri ferðir verið nevnt, at tað er neyðugt at seta ein Suðuroyargrunn á stovn.
Nú varð nevnt í Løgtinginum stutt síðani, at tað var eitt nýtt krav frá tykkum, at 50 milliónir skuldi setast í grunn, beinanvegin og at hetta var við til at seinka ætanini?
- Tað er ikki rætt, tí tað hevur verið ein heilt greiður partur av hesum arbeiðnum frá allarfyrsta, hetta varð nevnt fyri tveimum árum síðani.