Konsert í Fuglafjarðar kirkju

Konsert í Fuglafjarðar kirkju hóskvøldið 9. okt kl. 20:00

Monika Stauss Joensen, violin og Fiona Bechmann, klaver

Hetta var ein góð konsert. Ein flóð av klassiskum innsúði kom inn í kirkjuna við Anton Dvorak á odda – sonata í G-dur og endaði við Fredric Chopin við valsi í Des-dur. Alt var ein endurføðing í violin og klaveri , sum kom til oyrað í lyndrandi fyllingum. Tann okkurguli liturin í lofti, veggi og gólvi skygdi í klaverinum, violinini og gav lív til teir døkku búnarnar, sum Monika og Fiona vóru í.

 

Monika

Monika hevur í ár so mong undirvíst í Føroya musikskúla og skipað fyri hópin av konsertum. Altíð hevur tað verið forkunnugt at lýða á. Hendan løtan smæddist ikki burtur millum allar tær fagnaðarløtur, sum hava verið undir hennara hond. Kyldin í spælinum fekk hárið at liva, violina og klaverið at messa, ikki soleiðis at skilja, at her var eitt skerandi barokljóð, sum hennara døkka hár og livandi eygu tóku til sín, men ein yndisligur ljómur, sum festi seg í tann sjeyarmaða stakan, ið var í vegginum oman fyri altarið. Hetta døkka heystkvøld fóru dryppandi ljóðperlur um Kamb og Borgina.

 

Ole Jacob var deknur , og dugdi hann stak væl at føra seg fram - bjóða fólki vælkomið á konsert, serliga Moniku og Fionu. Tann, sum æru býður, er æru verdur. Hesi orð settu seg eisini í tann sjeyarmaða stakan og Gjógvarafjall. Alt virkaði til tað besta. Mær hóvaði best Allegro(skjótt) animato(lívligt,frískt) 3. sats úr Sonatu í G-dur av Edvard Grieg. Hesin satsur fór upp í tróðrið og fekk sær eitt sati undir Blábjørgum – henda veðurbarda bul, sum Heðin Kambsdal, organistur og ljóslistamaður, hevur givið eina litríka sál í mótljósi. Fjallið er eitt altar. Við sínum spæli góvu Monika og Fiona okkum vínið og breyðið undir Blábjørgum í kirkjuni við tónleikatulkingum sínum.

 

Edvard Grieg

Edvard Grieg var júst giftur, tá ið hann í 1867 gjørdi hesa sonatu. Hann var staddur í Oslu og upplivdi her sínar hveitibreyðsdagar saman við unnustu síni systkinabarninum, Ninu Hagerup. Hetta var onnur violinsonatan, hann læt úr hondum. Hetta er ein varði í tónlistaheiminumn, og mong sum spæla violin, hava hetta verk á skránni, tá ið tey hava konsert. Hetta er ein av hansara ljósastu tónsetingum og hevur fingið skotsmálið, at vera fyrsta fullkomna verk hansara; men mong vóru tey, ið hugdu við skeivum eygum eftir Grieg og hildu lítið um hetta, tá ið tað sá dagsins ljós. Svá er mangan, tá ið okkurt stingur seg upp og er øðrvísi. Hann ognaði vini sínum Johan Severin Svendsen dirigentur. Edvard sat sjálvur við klaverið, tá ið tað var frumframført 16. novembur 1867 á eini kvøldsetu í Oslo, sum Edvard sjálvur skipaði fyri. Tann, sum spældi violin hesa løtu var ein lærari á tónlistháskúlanum í Kristiania, violinisturin Gudbrand Bøhn.

 

Edvard Grieg hevur latið norskan fólkatónleik komið til sjóndar í hesum tónleikastykki og ikki í nakrari aðrari tónseting úr hansara hond er hetta so væl eydnast. Hetta eru ikki læntar fjaðrar, ið vit taka til okkum, tá ið hugsað verður um norskan fólkatónleik sum íblástur, men ein rytmisk gongd, ið kveikir hansara hugvekjandi tónlistaheim, ið nørir um hugsan hansara um akkordir, ið eru goymdar í norskum fólkatónleiki. Nú skulu vit ikki fara út í æsir í hesari sonatu, men venda aftur til Moniku og Fionu.

 

Nón

Hetta var hóast alt í Fuglafjarðar kirkju, men knappliga vóru tær ryktar burtu, og tú sást tær aftur sita uppi á Nón á Gjógvarafjalli. Hetta var sera løgið, men soleiðis var tað. Har stóð Monika Stauss Joensen, og har sat Fiona Bechmann og spældu. Tær dagaðu upp ímóti tí døkka, dymma heysthiminum, sum læt úr hondum dryppandi ljósperlur úr skýbøklum. Endurskini skygdu í klaveri, violin og á okkurgulum stráum. Menn høvdu verið á fjalli í Fjalli hendan sama dag og stóð nú skurðseyðurin á básum víða um í Fuglafirði og bíðaðu eftir knívinum. Teir hoyrdu hetta kveikjandi ljóð uppi á Nón úr Fuglafjarðar kirkju og bleiv teirrra ævinleiki í tí veika holdinum til fulkomnan dáfýsnan anda – holdið er veikt, men andin er fúsur sjálvt í seyðalíki.

 

3. satsur

Ekspressiva ljóðið tók dyk á seg undir hondum Moniku og Fionu í skiftunum í mol og dur, sum eyðkennir hendan partin av sonatuni. Violinbogin hjá Moniku hevði tað stravið, og fingrarnir hjá Fionu dansaðu eftir tangentunum í ljósa ess- durinum yvir í myrkan b-mol, ess-mol og ass-mol, og til seinast fer hesin satsur aftur í ein strálandi G-dur í einum prestoskapi(presto – sera skjótt), har Monika gjørdi at enda eitt strok, sum eg ikka havi sæð hana gjørt fyrr væl stuðlað av Fionu við sínum dansandi fingrum. Hesin mátin at enda ein sats sæst aftur í øðrum tónsetingum hjá Edvard Grieg t.d. í klaverkonsertini í a- mol. Eitt so ekspressivt ljóð var eisini 16. nov. 1867 í Oslo, men tað ljómaði ikki eins væl sum her hetta kvøld, har fjallamálið setti seg á fjallagreinirnar kring Fuglafjørð og legði seg til hvíldar í mótljósi undir Blábjørgum í einum av málningunum hjá Heðin Kambsdal.

 

Tá ið hetta var av smíltist Monika. Ljósrípurnar um Gjógvarafjall slerdu ring um báðar tónleikararnar hetta heystkvøld og alt glógvaði í okkurgulum ljósi, sum hvørt strá læt av sær til fólkið, deknin, klokkaran og organistin.

 

Endi

Tað er at undrast yvir at Edvard Grieg hesar dagar hevur latið úr hondum so fullkomið verk sum hetta í tí tronga umhvørvinum í Kristiania(Oslu), har trongskygni, vánaligir tónleikarar og snerpnir fjølmiðlar ikki góvu tí ans, sum hann skapaði. Edvard Grieg kendi seg einsamallan og forlatnan í hesum ”bygdasliga” umhvørvi og fekk sær ein annan stað at búgva í, og tað var Keypmannahavn, sum bleiv hansara frístaður og andaliga heim.

 

Nú er tað undarligt ikki at nema við hini stykkini, ið spæld vórðu, men tað lati eg liggja, tí tað verður alt ov drúgt at nema við hesi verk.

 

Tá ið biðisløgini vórðu ringd, sat Edvard Grieg ímillum Fionu og Moniku uppi á Nón í Fuglafjarðar kirkju við sínum barnsligu eygum og var væl nøgdur. Hann hevði ikki roknað við at ein partur av hesi sonatu varð spældur eitt heystkvøld í Fuglafirði, men soleiðis var tað.