fyri nøkrum tiltøkum og eini ráðstevnu. - Vit fáa nógvan íblástur frá hinum feløgunum. Ráðstevnan nú um dagarnar hevur verið hildin í hinum norðurlondunum. Tey eru sjálvandi nógv framman fyri okkum, tí tey [...] tey hava størri orku at arbeiða við. Tey eru eisini lutvíst við at fíggja okkara virksemi, sigur Jákup Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini. Samskifti Í vár skipaði felagið fyri skeiði fyri læknum [...] millum lækna og sjúkling. Ein serfrøðingur innan samskifti sum eisini er lækni helt skeiðið. - Tað eru ofta trupulleikar í samskiftinum millum lækna og sjúkling. Tá ið tú fært eini ring boð er ringt at
Hvønn einasta dag koyra beint niðanfyri 1000 bilar gjøgnum teir báðar tunlarnar á Borðoynni. Nú Norðoyatunnilin letur upp í næstu viku er alt sum bendir á, at talið av bilum fer at vaksa munandi, kanska [...] fremmandir bilar fara at royna hesa nýggju farleiðina. Og helst eisini onkrir bilførarar, sum ikki eru vanir at koyra gjøgnum slíkar einsporaðar tunlar. Hetta vita bæði Landsverk og løgregla, og teir fara [...] løgreglan ætlar at vera á staðnum um forðingar koma í ferðsluna. - Um nakað hendir inni í tunlunum so vita vit í øllum førum, hvat gerast skal, verður sagt av Politistøðini í Klaksvík. Talan verður tó ikki um at
, sum er væl hægri enn í Føroyum. Í Altinginum eru 28,5% kvinnur, í Fólkatinginum eru 36,9% kvinnur, í Ríkisdegnum eru 45,3% kvinnur, í Stórtinginum eru 36,4% kvinnur og í Landstinginum 35,4% kvinnur [...] annin um eisini at skipa fyri, at eitt Kvinnuting verður hildið á Føroya Løgtingi í hesum árinum. Nú samgongan er samd um at arbeiða fyri at økja um leiklutin hjá kvinnum í politikki, hevði verið hóskandi [...] Ungdómstingið var sett bar fram segði soleiðis : Demokratiið fólkaræðið er nakað av tí dýrabarasta, vit eiga. Fólkaræðið er ikki nakað, sum er givið einaferð fyri allar tíðir, ella nakað, sum kemur av sær
Suðurstreymi eru trý nýggj nøvn. Sammett við listan til seinasta val, eru Hildur Patursson, Petur Simonsen og Leivur Hansen farin av, meðan Rúni Nielsen, Tórfríð Johannesen og Niels Uni Dam eru nýggj. Rúni [...] um seg. Nú ræður bert um at arbeiða fyri, at Tjóðveldisflokkurin fær so gott val sum gjørlig, sigur Finnur Helmsdal. Hann ásannar, at útlitini hjá Tjóðveldisflokkinum fyri einum góðum vali eru ikki av [...] í løtuni, og tí má flokkurin spenna seg út komandi vikurnar. ? Tað ringasta sum kann henda er, at vit eftir valið fáa ein stóran Sambandsflokk og ein lítlan Tjóðveldisflokk, tí valið so er framtíðin hjá
mátin at smíða løgini er sera heppin, serliga tá ið børnini eru málbólkurin. Sum áður nevnt fær Annika íblástur ymsa staðni frá. Eitt nú hoyra vit suðuramerikanskan og skotskan fólkatónleik, eins og føroysk [...] Fyrsta plátan Annika gav út var til børn. Ein gleði fyri nógv foreldur og børn teirra. Fleiri ættarlið eru vaksin upp við hesum sangperlum og duga sangirnar uttanat. Fyri at venda aftur til nýggju fløguna, [...] tónleiki hennara. Hóast henda fjøltáttaða íblástur, hoyrist týðuligt at Annika eigur lagið. Løgini eru heldur ikki bert løg til eina yrking. Hinvegin er tað huglagið í yrkingini, ið ger av hvussu lagið
heili fimm fakfeløg eru knýtt at Smyrli: Skipara og navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið, Starvsmannafelagið og enntá Havnar Arbeiðsmannafelag, tí teir sum binda Smyril í Havn eru limir har. Og teir [...] koma frá fjar og nær at hátíðarhalda henda stóra dagin saman við konfirmantunum og húski teirra. Men nú hóttanin um verkfall hekk yvir landinum, vóru tað nógv, sum ikki hættaðu sær suður í konfirmatión. [...] øllum. Hjá fleiri konfirmantum, sum høvdu røtur norðanfyri, tók hetta rættiliga glansin av degnum. Vit hava fingið at vita, at hjá onkrum av konfirmantunum vóru tað yvir 20 døgverðagestir, sum skuldu koma
lán til landbúnaðin. Flest øll eru samd um, at broytingar mugu gerast á økinum, men tað er stórt spell, at uppskotini, eftir at hava verið ígjøgnum samgongukvørnina, eru fullkomiliga avskeplað samanborið [...] lendi ella amboð. Dømi eru um bøndur, sum í eitt 15 ára skeið hava lánt 5 mill. til út-byggingar á garðinum. Teir hava arbeitt fyri at niðurgjalda skuldina øll hesi árini, men nú tá tíðin nærkast til at [...] hevur garðurin onki beiti til neyt og seyð, er hann onki verdur. Tað kann ikki bera til, at vit í 2003 enn eru á tí støði, sum grannalond okkara vóru á fyri 250 árum síðani.
Og ikki at gloyma Calvin Klein boksarashortsini. Jú, tey eru eisini nýstrokin! Alt er sum tað eigur at vera. Stóð og eygleiddi eitt slíkt tiltak nú ein dagin. Átti kanska at verið farin inn sjálv - eg var [...] seg á eskjuna, tað eru jú bara slíkt, ið kann henda, tá ein er til handils. Einki at tosa um. Tað hendir alla tíðina. Á ja. Í næstu viku er kanska aftur ein móttøka. Livst so spyrst. Vit síggast! (Til móttøku) [...] boðskap: "Tú mundi gloymt móttøkuna". Ikki, tá tað snýr seg um gandaorðið. Hugsi eina løtu um, hvørji tey eru, sum koma undir hesa so vælsignaðu kategori og so trúliga møta, tá kalendarin kallar. Besti Armani
eitur »Her eru vit eisini«. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? - Veit ikki. Vónandi verði eg ikki við til at avgera tað. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? - Tað eru sera nógvar [...] ljóðføri? - Ja, ein guitar hevur alla mína tíð staðið í stovuni, og hann royndi eg meg ofta at spæla á. Nú havi eg arvað hann, og tað eri eg sera fegin um. Spælir tú nakað ljóðføri? - Annars havi eg "roynt" [...] nokk til. Hvat er tín yndisfløga? - George Michael - Songs From The Last Century. Hon er super. Tað eru sooo nógvar, ja, einaferð var tað enn tá Den Gale Pose - Sådan er reglerne... Hvørja fløgu hevði tú
fundinum, at partarnir so at siga ongan veg eru komnir við samráðingunum enn. Løgmaður tekur samanum samráðingarnar og staðfestir, at eftir tríggjar samráðingarfundir eru partarnir bert samdir um prinsippini [...] hevur nakran týdning. Og stjórnin noktar at skriva undir nakað í felag, fyrr enn partarnir eru samdir um alt. - Vit kunnu sostatt staðfesta, at danska stjórnin hevur vrakað uppskotið hjá landsstýrinum um [...] økjum hevur stjórnin víst aftur føroysku ynskjunum, vísir løgmaður á. Hann staðfestir, at partarnir eru ósamdir um búskaparligu skiftistíðina, um umsitingarliga samstarvið og um ríkisborgararættin og rættindini