Tað er nokk av plássi á Bursatanga, ella á Eystaru Bryggju til eitt tjóðleikhús. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Ætlanin er at byggja nýtt tjóðleikhús og niðurstøðan av eini arkitektakapping er, at tað liggur best á Bursatanga. Tað er tætt við matstovur og kaffistovur og tað verður sum eitt portur inn í Havnina.
Men tað hevur møtt ikki sørt av mótstøðu. Bæði Annika Olsen, fyrrverandi borgarstjóri og núverandi býráðslimur, Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og onnur, halda, at tað liggur ikki væl á Bursatanga. Fremsta atfinningin er, at tað fer at forða fyri vinnuligum virksemið, sum hoyrir havnarlagnum til og Henrik Old heldur eisini, at fer at tarna flutninginum av bilum og farmi til og frá Smyrli.
Les meiri her: Hetta kunnu suðuroyingar ómøguligt góðtaka
Les meiri her: Vil hava tjóðleikhúsið fulutt til Klaksvíkar
Les meiri her: Tvey uppskot um hvar tjóðleikhúsið kann verða bygt
Heðin Mortensen sigur, at sjálvsagt skal tjóðleikhúsið vera í Havn og hann heldur eisini at tað hevði ligið væl á Eystaru Bryggju. Hann átalar, at løgtingslimir eru farnir at blanda seg upp í býarætlanirnar í Havn, men vísir á, at enn er ikki endaliga gjørt av, akkurát hvat á Eystaru Bryggju, tjóðleikhúsið skal byggjast. Men hann leggur afturat, at tað er eingin orsøk til at stúra fyri plásstrotið á Eystaru Bryggju, tí har er ríkiligt av plássi.
Borgarstjórin vísir á, at nú nýggja havnarlagið er liðugt, verður alt, sum hevur við farmaflutning at gera, flutt yvir í nýggja Havnarlagið, uttan fyri Molan.
Tað liggur eisini í kortunum, at eisini Norrøna og Smyril skulu flyta longur út at liggja í krókinum undir Skipafelagnum - ella kanska verður endaliga úrslitið, at Norrøna flytir út um molan, so at Smyril fær fast pláss í skipafelags-krókinum. Samstundis skal nýggj farstøð byggjast út eftir molanum.
Men borgarstórin sigur, at sostatt er ætlanin at taka allar bygningarnar á Eystaru Bryggju niður, eisini pakkhúsini. Samstundis verður farið undir eina arkitektakapping um eina heildarloysn fyri alla Eystaru Bryggju og verður eisini ásett, akkurát hvar tjóðleikhúsið skal standa.
Tá ið arkitektakappingin er liðug seinni í ár, verður úrslitið lagt fram og so verður ein støða tikin
Heðin Mortensen sigur, at tá ið Eystara Bryggja er ruddað fyri bygningar, er talan um eitt økið upp á 26.000 fermetrar, sum kunnu brúkast til alskyns endamál, so har er ríkiligt av plássi til nýtt tjóðleikhús, umframt til parkeringspláss, ella parkeringshús. Tað er eisini hugsandi, at har kunnu vera íbúðir og annað mangt, men eitt tjóðleikhús fer bara at fylla eina brøkpart av økinum og hann heldur, at fólk eiga at bíða eftir hesi heildarloysnini, áðrenn tey gera sær nakra niðurstøðu um pláss er fyri Tjóðleikhúsi, ella ikki.
– Har eru nógvir møguleikar og tí ætla vit at fáa eina heildarætlan fyri at vita, hvørjir møguleikar eru á Eystaru Bryggju, men teir eru nógvir, leggur borgarstjórin afturat.