Tordu ikki í konfirmatión

Aftur hesuferð oyðilegði hóttanin um verkfall ein hin størsta dagin í lívinum hjá teimum ungu í Hvalba og Sandvík

Verkfalshóttan

Sunnudagin var konfirmatión í Hvalba og í Sandvík. Hjá 16 konfirmantum úr hesum báðum bygdunum var hetta ein hin størsti dagurin í lívinum.
Men aftur í ár varð kon firmatiónin fyri ein stóran part oyðiuløgd av hóttanini um verkfall.
Eyðvitað skuldi fólk koma frá fjar og nær at hátíðarhalda henda stóra dagin saman við konfirmantunum og húski teirra.
Men nú hóttanin um verkfall hekk yvir landinum, vóru tað nógv, sum ikki hættaðu sær suður í konfirmatión. Eitt møguligt verkfall fór nevniliga at leggja skipini hjá Strandferðsluni, lamin.
Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið settust til samráðingarborðið longu fríggjadagin saman við semingsmonnunum, men sunnudagin var framvegis ongin ábending um, hvønn veg tað bar.
Samdust partarnir ikki um ein nýggjan sáttmála, fór tað at leggja bæði Smyril og fleiri onnur skip hjá Strandferðsluni lamin.
Sostatt vóru tað mong, sum ikki hættaðu sær suður í konfirmatión, tí tey stúrdu fyri at stranda í Suðuroynni, varð verkfall ella verkbann lýst mitt í øllum.
Hjá fleiri konfirmantum, sum høvdu røtur norðanfyri, tók hetta rættiliga glansin av degnum.
Vit hava fingið at vita, at hjá onkrum av konfirmantunum vóru tað yvir 20 døgverðagestir, sum skuldu koma norðaneftir, men sum settust aftur, tí teir tordu ikki suður. Hjá øðrum varð talið eitt sindur minni. Men eftir sótu nógvir konfirmantar við eini hálvari konfirmatión, innibrendir við døgverða til øll hesi fólkini, sum ikki kundu koma.
Onkur hevði enntá eisini fingið gestir uttanlands, men hesir gestirnir máttu eisini av aftur landinum nógg fyrr enn ætlað, tí teir kundu ikki loyva sær at liggja fangaðir í einum verkfalli í Føroyum.
Hjá summum húskum var hetta aðru ferð, at verkfall oyðilegði eina konfirmatión og hjá onkrum var tað enntá triðju ferð.

Rakar Suðuroynna serliga hart
Og sum vanligt, er tað at kalla bara Suðuroyggin, sum eitt verkfall rakar, tí norðanfyri gekk alt sína vanligu gongd.
Politikarar hava í fleiri ár tosað um at bera so í bandi, at ósemjur á arbeiðsmarknaðinum skuldi ikki ávirka samferðsluna.
Tað skuldi gerast við at gera manningarnar á strandfaraskipunum til tænastufólk, ella í hvussu so er at fáa tey undir eina tænastumannalíknandi skipan, so at tey ikki kundu fara í verkfall.
Men hóast tosað hevur verið um hetta í fleiri ár, upplýsti formaðurin í maskinmeistarafelagnum, Jògvan Nybo fyri Sosialinum, at teir høvdu aldrin hoyrt hvørki orð ella eið frá politiska myndugleikanum um hetta.
Serliga hart raka hesar ósemjur á arbeiðsmarknaðinum sambandið til Suðuroyar, tí heili fimm fakfeløg eru knýtt at Smyrli: Skipara og navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið, Starvsmannafelagið og enntá Havnar Arbeiðsmannafelag, tí teir sum binda Smyril í Havn eru limir har. Og teir, sum binda Smyril í Trongisvági, eru limir í Føroya Arbeiðarafelag.
Sostatt liggur Smyril, hvørja ferð okkurt av hesum feløgum er í eini ósemju á arbeiðsmarknaðinum- og tey, sum hava fylgt við seinastu árini, vita, at tað er í heilum, at okkurt av hesum feløgunum, ikki eru til arbeiðis