at tann vanligi føroyingurin, sum hevur lítla ella onga útbúgving, fer at detta burtur ímillum og tí ikki sleppur framat at siga sína hugsan, hóast hann eisini hevur góðar meiningar. - Tá hetta er sagt [...] einum valdømi. Mín meining er hon, at vit hava ikki havt nakran lokalpolitikkara í Norðoyggjum sum hevur tænt okkum serliga væl. Ja, eg trúgvi at ein vann líka nógvan frama frá politikarum aðrastaðni frá [...] Maiken Steinberg, kunningarleiðari úr Klaksvík: - Eg havi roynt at fylgja við í tí orðaskiftinum, sum hevur verið um hetta málið. Men satt at siga dugi eg sera illa at ímynda mær, hvat alt gongur út uppá. Og
einum brosi. Tá pápi hennara gjørdist sjúkur í 1994 byrjaði hon at lesa, og hevur verið deknur síðani. Onkur tíðarskeið hevur hon havt onnur at skifta við, men í dag er hon einsamallur deknur í kirkjuni [...] við læraranum í bygdini. Ein dagin kom lærarin til mín og spurdi um, eg hevði hug at lesa. - Mær hevur altíð dáma at lisið, so eg hugsaði at eg kundi altíð royna, greiðir Sigrid frá. Bundisligt Gamli deknurin [...] kirkjuni. - Tað kann vera eitt sindur bundisligt viðhvørt, sigur hon. Innliving í tekstin Sigrid hevur lisið í nógv ár. Tí er í roynd og veru ikki neyðugt hjá henni longur at fyrireika seg so væl við lesingini
og onnur arbeiði fara eftir ætlan í gongd í framtíðini. Kirkjugarðurin hevur verið undir útbygging tey seinastu 2-3 árini. Her hevur kommunan á hvørjum ári sett pening av til hetta – í ár 35.000 til rakstur [...] er ikki meiri enn tað, sigur Júst Poulsen. Væl fyri Í Hvannasunds kommunu búgva í dag 439 fólk, og hevur fólkatalið ligið í hesi leguni tey seinnu árini. Her býr eisini fólk, sum eru í ymiskum vinnum. Og [...] rakstur og 300.000 til íløgur. Eitt gamalt mál er at gera eitt renovasjónspláss í bygdini. Hugsað hevur verið um ymisk støð, og nú er farið undir at gera hetta norðanfyri byrgingina. Reinsiverkið varð sett
úrslit, ið høvdu spurst burturúr, um so ikki var. 1.deild Árið í ár hevur verið eitt avbera gott ár hjá bæði Rúna Nolsøe og felagnum hann hevur verið tilknýttur. 1. deild í ár snýddi seg um B68 og so hini liðini [...] avgjørdur Rúni Nolsøe. Eitt annað, ið hann metir vera høvuðsgrundarlagið undir viðburðinum, ein venjari hevur er gott samstarv og arbeiðssamt hjálparfólk. Bæði á Argjum og á Toftum havi eg verið sera heppin við [...] eisini vera glaðan fyri góðu gongdina í ár, men samstundis er hann eitt sindur keddur av at mótstøðan hevur verið so lítil. - Vit hava verið einaráðandi, nærum síðan kappingarbyrjan, og seinastu tíðina var
pinum Tjaldrinum, slapp hann ongantíð av við sjóverkin. Dia hevur havt ymiskt fyrifallandi arbeiði á landi, eisini millum túrar. Hann hevur arbeitt hjá kommunu, Landsverki, SEV og Bakkafrost á Glyvrum [...] nítiárunum. Øll árini starvaðist hann í køkinum sum hjálparfólk, og hetta dámdi honum sera væl. Hann hevur mangan sagt, at hetta var ein góð tíð. Dia gekk í barnaskúla í Æðuvík, men tá skúlin varð niðurlagdur [...] ungur var hann á Føroya Fólkaháskúla, og seinni var hann eisini á einum háskúla á Jútlandi. Sjálvur hevur Dia sagt, at háskúlatíðin var ein ógvuliga góð tíð hjá honum. Um hetta mundið minnist hann serliga
ongantíð hava verið avgerðandi fyri Tjóðveldi. - Tað hevur altíð verið nakað kollutt nakað, og vit skulu eisini minnast til, at Tjóðveldi ofta als ikki hevur stillað upp til donsku valini. Eg rokni við at stilla [...] Hóast tað hevur ligið í luftini leingi, at fólkatingsval fór at verða innan alt ov langa tíð, so kom tað kortini eitt sindur óvart á fleiri, at Anders Fogh valdi at skriva út nýval so tíðliga. Sjálvur [...] fyri so nógvum og stórum avbjóðingum, sum teir ikki megna, og tí velja teir at skriva út nýval. SF hevur somu hugsan og teir hava verið klárir til eitt fólkatingsval síðani september. Kanning hjá Gallup
ein svorðin fjeppari hjá gamla felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Molde FK sum hevur heimstað á norska vesturlandinu. Bondevik hevur eisini spælt nógv fótbólt á lægri divisiónstøði á yngri árum. Bondevik og [...] Inge Røkke, sum er næstan líka væl kendur í Klaksvík, Todi og Jákup eru gamlir vinmenn. Bondevik hevur eisini sitið í stýrinum hjá Molde FK, og eitt skifti sum "president", sum norðmenn so snøgt tittulera [...] Noregi finst ein felagsskapur ið nevnist: "Kristen Idrætskontakt", stytt: "KRIK". Hesin felagsskapur hevur lokalar deildir runt alt Noregs land, sum stuðlar ungfólki í meinigheitum og samkomum at íðka ítrótt
smáar leikir, sum verða leiktir móti endanum á skeiðnum. Karl Ágúst Úlfsson hevur drúgvar royndir sum leikhøvundur, og hevur hann seinnu árini starvast í leikhúsi og sjónvarpi Íslands sum høvundur, týðari [...] sum stendur fyri skeiðnum í leiklist. Hon hevur starvast sum sjónleikari í London, og var við til at stovna leikbólkin Icelandic Take Away Theatre, har hon hevur verið við sum leikari, leikstjóri og høvundur [...] arbeiðsøkið og ábyrgdin hjá leikstjóranum og hvussu hann fyrireikar sítt arbeiði hvønn dag. Skeiðið hevur eisini ein praktiskan part, har næmingarnir fáa brot úr leikritum at fyrireika. Út frá hesum verður
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kaunas, Litava: Seinastu landsliðsferðirnar hevur tað verið alt meira vanligt, at landsliðshópurin hevur bíðað á ymsum flogvøllum kring Europa. Í gjár var talan um eina av teimum [...] føroyska landsliðið í seinasta mánaði ferðaðist úr Serbia til Føroya. Millum annað á hesum síðum hevur verið funnist at ferðingini, sum neyvan er mest optimala fyrireikingin til krevjandi landsliðsuppgávur [...] aðalskrivaran í FSF, Ísak Mikladal, hví ferðingin í dag er somikið meira tíðarkrevjandi, enn hon áður hevur verið. - Trupulleikin er, at vit mugu vera púrasta vísir í, at ferðaætlanin heldur. Tekur tú ferðina
sigur við blaðið, at hann er vorðin frystur út úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og flokkurin hevur ikki boðið honum við í valbólk. Hetta kemur í ljós í sambandi við, at løgtingsnevndir skulu umskipast [...] sera beisk atfinning, sum almenningurin átti at fingið eina viðmerking til frá floksleiðsluni. Tað hevur ikki verið vanligt á tingi at latið kenslur ráða, tá flokkar hava myndað valbólkar. Tá valbólkur verður [...] og nevndarbýti, revsar bert seg sjálvan, og minkar samstundis um ávirkan sína. Ein slíkur atburður hevur ongantíð á tingi verið mettur sum skilagóður politikkur. Heini O. Heinsen er í næstan somu støðu,