Norðoyingar um EITT valdømi:

Skulu Føroyar gerast eitt valdømi?

JA, tí vit eiga ongar lokalpolitikkarar


Regin Justinussen, avgreiðslumaður úr Svínoy:

- Tað kann kanska undra onkran, men eg gangi fult inn fyri einum valdømi. Mín meining er hon, at vit hava ikki havt nakran lokalpolitikkara í Norðoyggjum sum hevur tænt okkum serliga væl. Ja, eg trúgvi at ein vann líka nógvan frama frá politikarum aðrastaðni frá, um ein heldur valdi at stuðla teimum.

- Hinvegin eri eg sannførdur um, at tað átti sjálvandi ikki at verið so: At politikkararnir, sum eru valdir her í økinum, hugsaðu um hetta økið.

- Men mínar royndir vísa hinvegin, at vit her norðuri ikki hava havt nakran lokalpolitikkara.



TJA, eg ivist


Pól Fuglø, arbeiðsmaður úr Norðdepli:

- Í verandi løtu sigi eg ja til eitt valdømi, men í longdini eri eg rættiliga ivasamur. Við teimum tingmonnunum vit hava í dag, og við løgmanni á odda, hava vit her norðanfyri fingið sera lítið burturúr.

- Eg eri hinvegin bangin fyri, at vit fara at fylla tingið við akademikkarum, og tá verður ikki pláss til realistarnar í føroyskum politikki.

- Vandin kann verða, at tann vanligi føroyingurin, sum hevur lítla ella onga útbúgving, fer at detta burtur ímillum og tí ikki sleppur framat at siga sína hugsan, hóast hann eisini hevur góðar meiningar.

- Tá hetta er sagt, vil eg eisini siga, at við einum valdømi kunnu eisini lokalpolitikkarar fáa ein møguleika. Eg hugsi her um Heina í Kunoy. Hann hevði heilt sikkurt fingið atkvøður frá veljarum kring alt landið.




Tey smærru økini missa nógv


Maiken Steinberg, kunningarleiðari úr Klaksvík:

- Eg havi roynt at fylgja við í tí orðaskiftinum, sum hevur verið um hetta málið. Men satt at siga dugi eg sera illa at ímynda mær, hvat alt gongur út uppá. Og tað veit eg eisini, at mong onnur her í Klaksvík halda.

- Sagt verður, at við einum valdømi fara fleiri kvinnur at koma inn á ting. Tað loyvi eg mær at ivast í, men eg kann ímynda mær, at tey smærru økini fara at missa nógv í framtíðini. Eg trúgvi, at trupult hevði verið at fingið uppskotini um Norðoyatunnilin og Vágatunnilin ígjøgnum í framtíðini.

- Tað er helst nógv smartari og einfaldari við einum valdømi, men eg ivist í, um hetta verður til fyrimuns fyri bygdamenningina. Ja, hví í víðu verð skal ein tvørámaður fara at velja ein fugloying?

- Hinvegin haldi eg, at kunningin um avleiðingarnar av hesum málinum hevur verið alt, alt ov lítil. Tað er skrumblað ígjøgnum tingið, og fólk á gøtuni eru forvirrað og vita ikki rættiliga, hvat uppskotið veruliga gongur út uppá. Teir (altso tingmenninir) hava tosað nógv um tað inni í Tinghúsinum, men vita vit, hini 48.000 fólkini uttanfyri húsið, hvat tað veruliga fer at merkja fyri okkum?