Revsing ella seming

Oddagrein:

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, sigur við blaðið, at hann er vorðin frystur út úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og flokkurin hevur ikki boðið honum við í valbólk. Hetta kemur í ljós í sambandi við, at løgtingsnevndir skulu umskipast. Nevndirnar skulu sum kunnugt umskipast eftir, at Sjálvstýrisflokkurin er vorðin samstarvsflokkur hjá CHE samgonguni. Gerhard fýlist samstundis á samskiftið í Javnaðarflokkinum, har tað opinbert ikki verður tosað um trupulleikarnar. Tingmaðurin heldur seg tí ikki hava aðrar møguleikar enn at fara í valbólk saman við andstøðuni, nú Javnaðarflokkurin ikki vil rætta hondina út móti honum. Hetta er ein sera beisk atfinning, sum almenningurin átti at fingið eina viðmerking til frá floksleiðsluni.

 

Tað hevur ikki verið vanligt á tingi at latið kenslur ráða, tá flokkar hava myndað valbólkar. Tá valbólkur verður skipaður, ræður um at vinna sum mest av politiskari ávirkan. Jú størri valbólkur hjá eitt nú eini samgongu er, jú størri er ávirkanin. Tá tú gert valbólk ger tú samstundis avtalur, og eingin er so lítið at sær komin, at hann ella hon fer at bróta hesar avtalur. Tann flokkur, sum revsar ein tingmann við at frysta hann úti frá valbólki og nevndarbýti, revsar bert seg sjálvan, og minkar samstundis um ávirkan sína. Ein slíkur atburður hevur ongantíð á tingi verið mettur sum skilagóður politikkur.

 

Heini O. Heinsen er í næstan somu støðu, sum Gerhard, men her tykist kortini at vera ein ávísur munur. Forkvinna Tjóðveldis á tingi læt herfyri skilja, at ongar dyr vóru stongdar fyri Heina, og tað var soleiðis upp til Heina sjálvan, um hann kom inn aftur ella hann varð standandi uttanfyri í politiska kuldanum. Nú vita vit ikki í skrivandi stund, hvørjum hetta endar við, men tað skuldi ikki undra, um Heini ikki, tá avtornar, er fullgyldugur limur av tingbólki Tjóðveldisins. Sjálvur hevur Heini í samrøðu her í blaðnum gjørt púra greitt, at hann væntar sær nevndarsess. Hann sigur orðarætt, at hann gongur bara út frá, at hann er partur av valbólkinum hjá samgonguni, og at hann í minsta lagi varðveitir sessin i vinnunevndini.

 

Heini fer valla út við hesum boðskapi uttan at hava ein varhuga av, at soleiðis fer tað at ganga. Tað liggur tí nær at hugsa, at Heini sleppur inn aftur. So er spurningurin, hvat leiðslan í Javnaðarflokkinum ger við Gerhard. Hon kann velja at revsa Gerhard, og hon kann velja at koma til sættis við Gerhard, sum jú her í blaðnum í gjár gloppaði dyrnar. Hetta snýr seg um at sýna stórsinni ella um hevnd. Hevndin, gagnar, sum skrivað stendur, ongum. Samgongan yvirlivdi stjórnarkreppuna, og leiðslan hevur boðað frá stórum politiskum ætlanum. Kanska skuldi leiðsla Javnaðarfloksins nýtt høvið at vaska talvuna og roynt seming, bjóða Gerhardi inn aftur í politiska varman – við ávísum treytum sjálvsagt. Hetta mátti, við undirtøku floksins í huga, verið vert at umhugsa.