Las fyrstu ferð sum 17 ára gomul

- Hóast tað er eitt sindur bundisligt, dámar mær tænastuna sum deknur sera væl, sigur 38 ára gamla Sigrid Jógvansdóttir, sum er deknur við Árnafjarðar kirkju

Árnafjørður: Kring landið røkja eitt stórt tal av mannligum og kvinnuligum kirkjutænarum ein týðandi gerning í kirkjum okkara.

Mong av hesum hava verið í hesi tænastuni alt teirra vaksna lív. Tað kemur meiri enn so fyri, at kirkjutænarar verða heiðraðir fyri langa og trúfasta tænastu sum deknar, klokkarar ella urguleikarar.

Sjálv var Sigrið ikki meiri enn 17 ára gomul, tá hon á fyrsta sinni stóð har frammi við pultin í Árnafjarðar kirkju og las lestur við eina gudstænastu.

- Pápi mín var deknur við kirkjuna, saman við læraranum í bygdini. Ein dagin kom lærarin til mín og spurdi um, eg hevði hug at lesa.

- Mær hevur altíð dáma at lisið, so eg hugsaði at eg kundi altíð royna, greiðir Sigrid frá.

 

Bundisligt

Gamli deknurin legði Sigrid lag á lesturin, og var sjálvur í kirkjuni henda minniliga sunnudagin. Aftaná tosaðu tey um tað, soleiðis at ungi deknurin kundi gerast enn betri til tænastu sína.

Ein dagin hendi kortini eitt, sum ikki átti at henda: Sigrid gloymdi eina bøn.

- Eftir hetta tordi eg ikki at lesa aftur í langa tíð. Men eg kom kortini yvir tað!, sigur Sigrid við einum brosi.

Tá pápi hennara gjørdist sjúkur í 1994 byrjaði hon at lesa, og hevur verið deknur síðani. Onkur tíðarskeið hevur hon havt onnur at skifta við, men í dag er hon einsamallur deknur í kirkjuni.

- Tað kann vera eitt sindur bundisligt viðhvørt, sigur hon.

 

Innliving í tekstin

Sigrid hevur lisið í nógv ár. Tí er í roynd og veru ikki neyðugt hjá henni longur at fyrireika seg so væl við lesingini.

Frammanundan lesur hon lesturin skjótt ígjøgnum, og fær soleiðis innihald og meining við, og leggur sær eina við, hvar áherðslan skal liggja.

- Eg veit ikki, hvussu tað ber til, men tá eg lesi ein lestur, verði eg so innlivað í tekstin, at orðini bara floyma avstað.

- Sjálvandi havi eg onkutíð lisið eitt brot, - og so ups, hvat las eg nú? Glapp kanska ein regla burtur ímillum, ella legði eg áherðsluna á røttum staði? Slíkt kemur fyri, men ikki so ofta, sigur hon við einum brosi.

 

Skrivaðir sum ein tosar

Ein lestur er stutt sagt ein skrivað prædika, sum deknurin kann lesa upp í kirkjuni, tá prestur ikki prædikar.

Fleiri lestrarbøkur eru komnar út á føroyskum, summar eru týddar, men aðrar eru upprunaligar. Sigrid hevur tvær bøkur at velja lestrarnar burtur úr.

Sjálv dámar henni væl lestrarnar í bókini “Orð títt er sannleikin” sum John S. Myllhamar í Sandavági gav út í fjør heyst.

- Sjálv fái eg ikki so ofta høvið at lurta eftir einum lestri, men mær dámar væl hesar lestrarnar.

- Teir eru skrivaðir soleiðis sum ein tosar. Tað góða við teimum er, at teir eru so lætt skrivaðir og tí lættir at lurta eftir, sigur deknurin við Árnafjarðar kirkju.