Dia Ellindson fyllir seksti

Leygardagin 6. oktober fyllir Dia Ellindson, ættaður úr Æðuvík, búsitandi í Runavík, seksti ár. Hann er sonur Ellender Davidsen, róptur Ellindur og Súsonnu, rópt Sanna. Bæði vóru ættað úr Æðuvík.

Dia er elstur av fimm núlivandi systkjum. Foreldrini mistu okkurt barnið undir føðing ella beint eftir, og tá ið Dia var føddur, var hann eisini ógvuliga sjúkur. Kortini var hann so mikið seigur, at hann kom undan.

Dia var soleiðis sjúkur heilt frá barnsbeini av, og tað gekk rættiliga leingi, áðrenn tey funnu út av, hvat var galið.

Umsíðir komu læknarnir fram til, at hann hevði hol í millumgøgnini. Dia noyddist niður á Ríkissjúkrahúsið, har hann fekk stóra skurðviðgerð. Undan viðgerðini hevði hann tað ikki gott og var nógv sjúkur.

Dia fekk soleiðis ongan serligan start í lívinum, men eftir skurðviðgerðina gjørdist hann nógv betri fyri og kundi fara til arbeiðis.

Longu sum 15 ára gamalur fór hann at rógva út við Morging Star. Har var hann fýra túrar. Hann var ringur av sjóverki, og hóast hann eisini var á sild við Vesturhavinum Blíða og seinni við ymiskum farmaskipum og ferðamannaskipinum Tjaldrinum, slapp hann ongantíð av við sjóverkin.

Dia hevur havt ymiskt fyrifallandi arbeiði á landi, eisini millum túrar. Hann hevur arbeitt hjá kommunu, Landsverki, SEV og Bakkafrost á Glyvrum.

Seinasta arbeiðsplássið hjá honum var á Røktar-og Ellisheiminum í Runavík. Har arbeiddi hann í 11 ár út í eitt. Hetta var frá miðskeiðis í áttatiárunum til miðskeiðis í nítiárunum. Øll árini starvaðist hann í køkinum sum hjálparfólk, og hetta dámdi honum sera væl.

Hann hevur mangan sagt, at hetta var ein góð tíð.

Dia gekk í barnaskúla í Æðuvík, men tá skúlin varð niðurlagdur síðst í fimtiárunum, flutti hann heim á Toftir at ganga í skúla.

Sum ungur var hann á Føroya Fólkaháskúla, og seinni var hann eisini á einum háskúla á Jútlandi.

Sjálvur hevur Dia sagt, at háskúlatíðin var ein ógvuliga góð tíð hjá honum. Um hetta mundið minnist hann serliga, tá ið sjómarkið varð flutt út á 12 fjórðingar á grækarismessu í 1964.

Veturin 1977/1978 gekk hann á kokkaskúla í Klaksvík, og eitt stutt skifti gekk hann eisini á slaktaraskúla í Roskilde í Danmark.

Men slaktari bleiv hann ongantíð.

Dia hevur altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og hann er tjóðskaparsinnaður um ein háls. Um vetrarnar er hann aktivur í Eysturoyar Dansifelag, har hann eisini skipar onkra vísu.

Nú Dia fyllir seksti í morgin, fara vit at ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum, samstundis sum vit ynskja honum og øllum gestum hansara eitt minniligt kvøld í Sjókaféini í Runavík leygarkvøldið 20. oktober.

Tey, ið ynskja at gleða Dia, tá hann heldur seksti ára føðingardagin, kunnu tekna seg á tlf. 268296 ella 448204 í seinasta lagi 16. oktober.

 

-vilmund.