Fogh stendur at vinna

Gallupkanningar vísa, at um fólkatingsval var í dag, fór Anders Fogh Rasmussen at varðveita meirilutan í Fólkatinginum. Men hann hevði kortini tódnað í mun til verandi meiriluta

Hóast tað hevur ligið í luftini leingi, at fólkatingsval fór at verða innan alt ov langa tíð, so kom tað kortini eitt sindur óvart á fleiri, at Anders Fogh valdi at skriva út nýval so tíðliga.

Sjálvur grundgevur Anders Fogh Rasmussen avgerðina við, at tað standa týdningarmiklar avgerðir fyri framman, og tað er óheppi, um tinglimir hugsa meiri um eitt komandi fólkatingsval heldur enn tey málini, sum neyðug eru at gjøgnumføra.

Eisini væntar Fogh, at flokkar fara at spekulera í valinum og ábyrgdarleyst at yvirbjóða hvønn annan í kostnaðarmiklum ætlanum.

Men eisini andstøðan heilsar einum nývali vælkomið. »Vit eru til reiðar«, er boðskapurin hjá øllum andstøðuleiðarunum. Spurd um hví hon heldur, at Andres Fogh skrivar val út júst nú, sigur Helle Thorning-Smith, formaður í Sosialdemokraterne:

- Teir standa framman fyri so nógvum og stórum avbjóðingum, sum teir ikki megna, og tí velja teir at skriva út nýval.

SF hevur somu hugsan og teir hava verið klárir til eitt fólkatingsval síðani september.

Kanning hjá Gallup sigur, at Anders Fogh Rasmussen varðveitir ein meiriluta í Fólkatinginum, men hesin fer eftir øllum at døma at minka við fimm mandatum. Sambært hesi kanningini missir Enhedslisten sína umboðan á Fólkatingi, meðan nýggi flokkurin hjá millum øðrum Nasser Khader fer at fáa sjey umboð.

 

Ikki óvart á

Heldur ikki føroysku fólkatingsumboðini eru ovfarin av, at fólkatingsval verður nú, tó at tey høvdu væntað tað nakað seinni.

- Eg kann ikki siga, at tað kemur óvart á. Men hinvegin roknaði eg heldur ikki við, tá eg fór frá húsum í morgun, at val fór at verða útskrivað á miðdegi í dag, segði Anfinn Kalsberg við Rás2 í gjár.

Hann er annars ikki serliga fegin um, at fólkatingsvalið kemur júst nú, tí hann metir, at hetta fer at ávirka arbeiðið í løgtinginum.

- Hetta merkir bara, at valstríðið fer at byrja nú. Tað byrjar við fólkatingsvalinum, og tá tað er av heldur tað fram til løgtingsvalið. Og hetta kann bert ávirka arbeiðið í løgtinginum skeiva vegin, heldur Anfinn Kalsberg.

Hann metir annars ikki, at tað er tann stóri munurin á einum fólkatingsvali og einum løgtingsvali. Men hesaferð kann fólkatingsvalið metast sum ein generalroynd til løgtingsvalið, nú Føroyar eftir øllum at døma verða eitt valdømi.

- Spurningurin verður meiri um persónar hesaferð, sigur Anfinn Kalsberg.

Hin føroyski fólkatingsmaðurin, Høgni Hoydal, sigur, at danska valið longu hevur ávirkað føroyskan politikk.

- Røðurnar av tingsins røðarapalli bóru týðilig boð um hetta, sigur Høgni Hoydal.

Hann vísir á, at fólkatingsval ongantíð hava verið avgerðandi fyri Tjóðveldi.

- Tað hevur altíð verið nakað kollutt nakað, og vit skulu eisini minnast til, at Tjóðveldi ofta als ikki hevur stillað upp til donsku valini. Eg rokni við at stilla upp eisini hesaferð, men vóni, at hetta verður seinasta fólkatingsvalið við føroyskari luttøku, sigur Høgni Hoydal.