hvussu klaverið skal spæla. Men tað er ikki tað stóra kynstrið at “spáa” um leikir, ið ein sjálvur langt síðani hevur tikið avgerð um at gera; um hendingar, sum ein langt síðani hevur lagt til rættis skulu [...] Sjúrðarberg er seldur, og tað er fiskivinnunýskipanin hjá samgonguni, ið er orsøkin. Tað sigur Hanus Hansen, reiðari, og boðskapurin verður kritikkleyst loftaður sum tann ævigi sannleikin av andstøðuni [...] áðrenn 1. januar í ár. Tað er rætt, at heildarkvotan har yviri er minkað og møguliga fer at minka enn meira, men tað hevur samgongan so ikki skyldina av. Margháttlig støða Annars er tað ein margháttlig støða
ungum alva, ið langt síðani hevði droppað allar dreymar um fótbótskarrieru, og sum plagdi at sníkja seg út úr fimleikarhøllini, inn í sangstovuna og setast við klaverið at spæla úr einum slitnum eintaki [...] vóru okkara mentannarliga barlast? Nei einki er at siga til, at tað festligasta ið vit børn kundu finna uppá sunnumorgnar var at ganga í kirkju. Men tað var nú heldur ikki tað ringasta! Prestarnir í Føroyum [...] dag minnist eg Paulusar orð um forgeingiligleika og óforgeingiligleika, eins og nakrar av teim mongu krønikunum hjá Axel Tórgarð. Ein teirra, ið spældu í Havnar kirkju um tað mundið, var tónaskaldið
munað meiri enn einki. Íslendski búskapurin er nógv fjølbroyttari nú enn fyrr, leysari av fiskivinnu og hevdbundnum vinnugreinum, eitt nú landbúnaði. Hóast tað er búskaparliga streymskiftið uttanlands, ið [...] nýskipan, sum er hend í Íslandi tey seinastu tjúgu árini, so er tó eingin ivi um, at tilgongdin allar vegir hevur samsvarað við hugmyndafrøðina hjá Sjálfstæðisflokknum. Hinvegin eru hugmyndirnar um markn [...] ið lýðveldið Ísland varð stovnað. Hetta er tó ein misskiljing. Tað rætta er at í juli í 1918 fóru samráðingar fram í Reykjavík millum danir og íslendingar um íslendskt sjálvstýri. Úrslitið av sam
hvussu tað er ikki at hava tak yvir høvdið. At tað manglar tann smafelagsbólkurin, tí tað ber ikki til at stilla upp, tí tú ongar pengar eigur, tað er ein samfelagstrupulleiki, sum vit mugu snakka um. [...] Pálsdóttir vil tó ikki fara so langt sum at siga, at tað er ómøguligt at fáa politisk úrslit úr andstøðu. - Eg dugi at ímynda mær, at vit kunnu fáa eina fína grøna avtalu tvørtur um flokkar. Tað verður kanska [...] at talan í stóran mun gjørdist um eitt umhvørvisvalstríð. Umboðandi fólkaræði Tað er ilt at siga, hví tað gjørdist júst hesaferð, at fleiri ung komu inn á ting. Møguliga er tað tí, at veljarin heldur, at
til síðis. Nú er aftur nógv ferð á búskapinum. Men landskassaavlopið síðani blokkstuðulin varð skorðin niður hevur einki ár verið í námd av teimum 700 mió. krónunum. Tað sum vit spara upp nú, er fyri stóran [...] størri heild” er hetta kortini ikki so. Tíverri greiðir hann ikki nærri frá, hvat hann meinar við hesum, og tað er spell, tí eg kundi ógvuliga fegin hugsað mær at fingið at vita, hvat hetta er fyri ein “heild” [...] pengarnir skuldu verið brúktir til, men er onkur kortini í iva, so kann eg, sum dømi, nevna hesar møguleikarnar: Landskassin skyldar framvegis yvir 2 mia. krónur. Um pengarnir vórðu brúktir til at niðurgjalda
Kirkjuliga lóggávan er tryggleiki fyri kirkjufólkið. Tryggleiki at vera prestur Fólkakirkjan er ein rúmlig kirkja. Hon gevur tryggleika fyri sínar prestar. Uttan mun til um tú er kvinna ella maður, ógiftur [...] liva og leiða í egnari kirkju. Kirkjan er Guds. Hon eitur fólkakirkja, og hon er ein fólkakirkja, men hon er hvørki fólksins -, prestsins – ella biskupsins ogn. Hon er Guds ogn. Nakrir av størstu demokratum [...] lóggávan er tryggleiki fyri biskupin. Tryggleiki mótvegis politiska myndugleikanum Men so er tað neyðugt eisini, at Føroyska kirkjan kann hava leik og lærd, sum ansa eftir tí, sum er í kirkjuni og um kirkjuna
glas, og tað er út frá tí, at vit hava hildið, at tað er áhugavert at síggja og síggjast, sigur Rúni Abrahamsen. Samstundis er stórur dentur lagdur á, at hava nógv skot og krókar runt um í skúlanum, har [...] risastóru verkætlanina, sum er hin størsta hjá Tórshavnar kommunu nakrantíð. Opin skúli Beinanvegin, tú kemur inn í skúlan, varnast tú nógva glasið. Alt økið rundan um høvuðsinngongdina er av glasi, og longu her [...] enntá eisini savna fleiri flokkar saman, sigur Rúni Abrahamsen. Sum nevnt er talan um tríggjar skúlar í sama bygningi, og hvør skúli er ætlaður hvør sínum aldursbólki soleiðis, at tey yngstu eru fyri seg, tey
Farnu vikurnar hava vit júkað um at einki fantilsi er í dystarrøðini í meistaradeildini hjá kvinnum. Nú skal ikki nógv meiri sigast um tað enn, at meistaradeildarliðið hjá Mjølnir hetta vikuskiftið var [...] vágagentum og tað gav eisini úrslit. Sum rímuligt er, hava klaksvíksgentur tikið sær meira av løttum í hesum settinum. Tað verður tað ofta til tá ein er so langt frammanfyri. Men tað skal ikki gerast móti Drátti [...] aftur og Mjølnir vann settið 15-6. Dysturin var harvið vunnin 3-2 og tað er einki yvir at dylja, at Mjølnirkvinnurnar vóru fegnar um úrslitið. So var bert ein eftir Seinasti dysturin á ferðini var móti TBb
eisini at kunna seg um, hvat er á marknaðinum í Danmark beint nú. Og er áhugi fyri tí millum føroysku handverksmeistararnar, so vil ein gera alt fyri at teir eisini kunnu fáa amboð og tilfar til keyps í t [...] hesar vitjanir hava verið neyðugar, men trupulleikin hevur bert verið hann, at tað er so langt millum tær. Øðrvísi er hjá donsku handverksmeistarunum. Teir fáa vitjan av hesum sølumonnum í heilum. Men [...] Havn er alt gjørt av nýggjum, og ikki minst við framtíðini í huga. Sama er við deildini á Kambsdali. Í hesum døgum verður arbeitt við at fáa eina nýggja deild fyri handverkarar lidna. Ætlanin er at henda
kanna um fiskiorkan er broytt, síðani fiskidagaskipanin varð sett í verk, meta um, hvussu fiskiorkan broytist, og hvussu hon broytist yvir tíð, meta um tilfarið, ið fiskidagaskipanin er bygd á, fyri at [...] at staðfesta, um grundarlagið undir skipanini framvegis er nøktandi, harundir eisini meta um, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri fiskiorkuna, um fiskidagarnir verða uppgjørdir á ein annan hátt enn higartil [...] Uppgerðin av fiskidøgum hjá bólki 5 er ikki nøktandi sammett við hinar bólkarnar. Sum sjálvsagt er, tá ið farið verður undir eina tílíka uppgávu, varð nógv tosað um, hvat kannast skuldi. Eg skal her skriva