Reykjavík
Carl Jóhan Jensen
Sjálfstæðisflokkurin ella Sjálvstøðisflokkurin varð stovnaður í 1929 burtur úr tveimum eldri flokkum. Íhaldsflokknum (Afturhalds- ella Konservativa flokkinum), ið var stovnaður í 1924, og Frjálslynda flokknum (Frælslynta- ella Liberala flokkinum), sum var grundaður 1926. Íhaldsflokkurinn var nógv tann størri av hesum báðum flokkum, ið ávikavíst fingu 42,2 og 5,8 prosent av atkvøðunum á Altingsvalinum í 1927.
Í Føroyum verður mangan hildið, at íslendingar tóku sjálvræði ella loystu á sumri í 1944, hin 17. juni, tá ið lýðveldið Ísland varð stovnað. Hetta er tó ein misskiljing. Tað rætta er at í juli í 1918 fóru samráðingar fram í Reykjavík millum danir og íslendingar um íslendskt sjálvstýri. Úrslitið av samráðingunum var hin sonevnda Sambandslógin. Á heysti 1918, meðan spanska sjúka geisaði, var síðani fólkaatkvøða. Á hesi fólkaatkvøðu valdu íslendingar at taka fulla ábyrgd av egnum viðurskiftum, og frá 1. desember gjørdist Ísland sjálvstøðugt land í kongsfelagsskapi við Danmark.
Ellivu ár vóru sostatt liðin frá fullveldistøkuni, tá ið Sjálfstæðisflokkurinn varð stovnaður og onnur mál komin ovari á breddan í íslendskum politikki enn viðurskiftini við Danmark, eitt nú hvussu búskapur skuldi fáast í vinnulívi, nýskipan av landbúnaðinum, korini hjá verkafólki o.s.fr.
Orðið sjálvstøði í floksnavninum sipar tí ikki, sum høvi kundi verið at halda, til tjóðfrælsisspurningin, men harafturímóti til hugburðin, ið stovnararnir, serliga fyrsti floksformaðurin, Jón Þorláksson, høvdu til vinnulív og marknaðarviðurskifti. Hugsjónarliga grundstøðið hjá flokkinum hevur altíð verið og er enn hugmyndin um fræls marknaðarviðurskifti, t.e. at vinnulívið ikki skal vera í ríkishondum, tvørturímóti leggur flokkurin dent á, at einstaklingsframtakið (undir samfelagligari ábyrgd eyðvitað) fær so rúmar ræsur sum gjørligt, tí, verður sagt, almenn stýring gagnar ikki, hon tálmar vinnuligum framvøkstri og vælferðini sum heild. Myndugleikar eiga, øðrvísi sagt, ikki at hava forræði yvir einstaklinginum, hann greiðir sjálvur at velja. Hinvegin eigur tað almenna at seta karmar, sum tryggja at frælst val er møguligt á mongum økjum sum gjørligt.
Sammett við aðrar borgarligar flokkar í Norðurlondum hevur flokkurin frá byrjan hildið seg í tí borðinum, sum hugsjónarliga er vindvart. Fleiri teirra, sum umboðaðu flokkin á tingi í tretivunum, eitt nú Ólafur Thors, Bjarni Benediktsson o.fl. vóru ung og róttøkin (summi so ung, at tey enn eru virkin í flokkinum heilt fram í 1980 árini t.d. Gunnar Thoroddsen).
At Sjálfstæðisflokkurin soleiðis kundi vísa reinari lit hugsjónarliga enn samsvarandi flokkar aðrastaðni var eingin tilvild.
Í fyrsta lagi er Ísland í hesum árum eitt samfelag, sum til tað nýliga var farið gjøgnum hamskiftið frá bónda- til nýtíðarligt ídnaðarsamfelag. Sjálfstæðisflokkurinn var tí ikki í sama mun sum brøðraflokkar í hinum norðurlondunum darvaður av atlitum til fast inngrógvin sjónarmið hjá eini yvirstætt, sum kanska hevði lyndi til at virða fortíðina og serrættindi síni fram um samtíðina, øðrvísi krøv hennara og broyttu áherðslur.
Í øðrum lagi verður flokkurin til í eini tíð, sum vinnuliga lá í hafti, hóast skjót og munagóð uppbygging var bráðneyðug á øllum samfelagsøkjum, skuldi íslendska fullveldið ikki fara fyri bakka.
Sjálfstæðisflokkurin fór fyrstu ferð til val á kommunuvalinum í 1930 og fekk tá næstan hálvtrýss prosent av atkvøðunum í keypsstøðunum. Á Altingsvalinum í 1931 fekk flokkurin 42,2 prosent av atkvøðunum og hevur alt síðani fingið millum 30 og 40 prosent av atkvøðum á Altingsvalum. Vánaligasta valið flokkurin hevur havt var í 1987, tá fekk hann 27,2 prosent av atkvøðunum. Við øðrum orðum hevur flokkurin havt eina óvanliga sterka støðu í íslendskum politikki hesi skjótt 80 árini hann hevur virka. Hetta hóast hann tey fyrstu árini, í tretivunum, fekk nógv færri tingmenn, enn hann hevði atkvøður til. Orsøkin til tað var tann valskipan (ein fyrstvaldarskipan), ið tá var í Íslandi (á valinum í 1931 fekk flokkurin t.d. bert 12 tingmenn, meðan Framsóknarflokkurinn, sum hevði dygga undirtøku á landsbygd, fekk 23 tingmenn, men bert sløk 25 prosent av atkvøðunum).
Eftirkrígsárini
Tað er ikki ov nógv sagt, at Sjálfstæðisflokkurinn í eftirkrígsárunum hevur havt eina støðu í íslendska samfelagnum sambæriliga við hana, ið Socialdemokratarnir hava havt í Svøríki og Danmark og Arbeiðaraflokkurin í Noregi. Kortini hevur Sjálfstæðisflokkurin ongantíð einsamallur havt meirilutan landspolitiskt, men nógvastaðni hevur hann tó valskeið eftir valskeið havt reinan meiriluta í býar- og bygdarráðum, eitt nú í Reykjavík.
Nú kann tað tykjast løgið, at ein flokkur so treytaleyst høgrasinnaður í sínum politisku áherðslum, kortini hevur evnað at fingið so góðan ljóðbotn í íslendska fólkinum fyri stevnumiðum sínum. Samanbera vit við Norðurlondini (og Ísland er, tað svitast ikki, eitt norðurland, bæði í mentan og stjórnmálum), so hava flokkar, ið byggja á somu hugmyndaligu grund sum Sjálfstæðisflokkurin sjáldan ella ongantíð havt breiða undirtøku, ið hvussu er ikki í eftirkrígsárunum.
Hvussu ber tað so til, at flokkurin hevur havt so breiða undirtøku millum veljarnar so leingi?
Ja, tað er ikki lætt at ætla um.
Ein orsøk kann vera, at flokkurin øll árini hevur havt eina æðr í sær av sosialum medviti og ongantíð gjørt seg blindan (ella í øllum førum ikki starblindan) fyri teimum trupulleikum, ið vanligt lønarfólk hevur at dragast við.
Eisini hevur flokkurin í málflutningi sínum, og ikki úrslitaleyst, roynt at hvørkisgera stættamunin í samfelagnum. Jón Þorláksson (ið sum áður nevnt var fyrsti formaður í flokkinum) helt upp á, at politikkur átti, sum hann málbar seg, at byggja á hugsjónir og ikki stætta og seráhugamál (kortini hevur hesin skilnaður millum politikk og stætta- og seráhugamál yvirhøvur verið sjónskari í orðum enn í verki).
Harafturat kemur, at flokkurin hevur eitt tætt tilknýti til íslendskt vinnulív (so tætt, at forherðingar viðhvørt hava kallað hann »politiska veingin hjá ognaraðalinum«). Tilknýtið til vinnulívið hevur knæsett ta seiglívaðu ímynd í íslendska almannahugsan, at flokkurin eigur eitt búskaparskil, sum Guð ikki unti mótstøðuflokkunum, serliga ikki teimum vinstrahallu (spurningurin, um veljarin skal tora at líta vinstraflokkum íslendska búskapin í hendur, hevur eisini longu fleiri ferðir verið á lofti í hesum valstríðnum).
Fyri teir ungu veljararnar hevur tað helst eisini sítt at siga, at ymsir knastar í hugmyndafrøðini hjá flokkinum kaldakrígsárini (og summir ljótir) spakuliga eru brýndir av, síðani múrurin fall. Í lívsvirðisspurningum er flokkurin yvirhøvur frílyntur. Eitt nú legði formaðurin og núverandi forsætisráðharri sjálvur annar fram uppskot fyri Altingið um skrásett parlag og rættin hjá samkyndum at ættleiða børn. Uppskotið varð samtykt í juni í fjør.
16 ár við stjórnvølin
Nú íslendingar skulu á val aftur, hevur Sjálfstæðisflokkurinn sitið í stjórn samfelt í sekstan ár. Eru veljarakanningarnar teir seinastu mánaðirnar eftirfarandi, er flokkurin nógv størsti flokkur í Íslandi í løtuni. Ein veljarakanning, sum varð gjørd fyri Fréttablaðið 15. apríl, gav Sjálfstæðisflokknum rúmliga 43 prosent av atkvøðunum. Næststørsti flokkur í kanningini Samfylkingin (íslendski javnaðarflokkurin) ætlaðist fáa um 22 prosent av atkvøðunum. Og tað er helst ikki av ongum, at Sjálfstæðisflokkurinn stendur seg væl í veljarakanningunum. Hesin sekstan árini hann hevur sitið við stjórnarábyrgd hava uttan iva verið besta vakstrartíð búskaparliga í íslendskari søgu nakrantíð. Í eini frágreiðing, sum Hagstofa Íslands almannakunngjørdi herfyri kemur fram, at heildarinntøkurnar í húsarhaldsgeiranum vuksu 183 prosent í tíðarskeiðnum frá 1994 til 2005. Í sama tíðarskeiði er tøk inntøka hjá húsarhaldum vaksin 149 prosent og keypsorkan (príslagsbroytingar og fólkavøkstur tikin við) 56 prosent upp á fólkið.
Hesum framburðurin, sum allastaðni sæst aftur í íslendska samfelagnum, ber Sjálfstæðisflokkurinn eyðvitað ikki æruna av einsaømallur. Tað eru fyrst og fremst broytingarnar í viðurskiftunum við umheimin og kanska serliga tær broytingar, ið EBS-sáttmálin hevur havt við sær, ið hava flutt snarið. Við EBS-sáttmálanum, ið varð endaliga frágingin fyrst í nítiárunum, gjørdist Ísland partur av innara marknaðinum í ES. Síðani er búskapurin farin ígjøgnum eitt umskifti, ið hevur loyst hann úr teimum høftum, hann hevði ligið í heilt aftur í trýatiarini. Fyritøkur, sum áður vóru heilt ella partvíst í almennari ogn, eru einskildar eitt nú telefonverkið (Landssímin), bankarnir o.s.fr. Tiltøk hava verið gjørd til at fremja kapping í vinnulívinum, til at greiða gøtuna fyri nýggjum vinnutiltøkum, til at útbyggja samskiftiskervi og til at menna útbúgving og gransking. Og tað hevur munað meiri enn einki. Íslendski búskapurin er nógv fjølbroyttari nú enn fyrr, leysari av fiskivinnu og hevdbundnum vinnugreinum, eitt nú landbúnaði. Hóast tað er búskaparliga streymskiftið uttanlands, ið hevur givið íleiðing til ta nýskipan, sum er hend í Íslandi tey seinastu tjúgu árini, so er tó eingin ivi um, at tilgongdin allar vegir hevur samsvarað við hugmyndafrøðina hjá Sjálfstæðisflokknum.
Hinvegin eru hugmyndirnar um marknaðarbúskap og vinnufrælsi vorðnar hvørsfloksogn hesi seinastu árini (sjálvt á javnaðarveinginum), og tað er óivað ein meginorsøk til, at Sjálfstæðisflokkurinn er farin at leggja upp aftur meiri fyri seg í vælferðar- og umhvørvismálum, enn hann áður hevur gjørt. Hetta kom skilliga fram í røðuni, sum Geir H. Haarde floksformaður helt, tá ið 37. landsfundurin hjá Sjálfstæðisflokknum varð settur í Laugardalshøllini í Reykjavík 12. apríl. Geir H. Haarde legði í røðu sínari dent á vælferð, umhvørvi og útbúgving. Hann nevndi serliga korini hjá eftirlønarfólki. Arbeitt varð longu, segði hann, við at tryggja øllum eftirlønarfólki sømiliga lágmarksinntøku, antin tey hava trygt sær rætt til útgjald úr eftirlønargrunnum ella ikki. Floksformaðurin skeyt eisini upp, at tey sum eru farin um hálvfjers kunna fáa sær lønt arbeiði, um tey vilja og orka, uttan at slík inntøka skal mótroknast í fólkapensjón teirra. Vælferðin var tó ikki sjálvgivin. Hon verður ongantíð meiri, segði Geir Haarde, enn virðisskapanin í samfelagnum er til, men sum var gav fíggjarstøðan hjá ríkiskassanum betur vælferðarlíkindi enn mangan áður.
Sjálfstæðisflokkurinn í mun til aðrar flokkar
Munurin millum Sjálfstæðisflokkinn og flokkarnar í andstøðuni í Altinginum koma fram á ymsan hátt. Tað sum fyrst og fremst skilur Sjálfstæðisflokkinn og størsta andstøðuflokkin í farandi valskeiði, Samfylkingina, er, umframt ymiskar áherðslur í búskapar-, fíggjar- og vælferðarpolitikkinum, serliga støðan til ES. Samfylkingin vil taka upp samráðingar við ES um treytir fyri íslendskum limaskapi.
Í mun til VG (Vinstrihreyfingin-Grænt framboð) eru tað serliga umhvørvið, sum ber í millum, og stórídnaðarmálini (ætlanir eru t.d. um at geva loyvi at byggja fleiri orkukrevjandi alminium-verksmiðjur), men tó eisini sum vera man viðvíkjandi búskapar- og vælferðarmálum.
Frjálslyndi flokkurinn (Liberali flokkurin), ið útbrótarar úr Sjálfstæðisflokknum við Sverri Hermanssyni á odda stovnaðu í 1998, finst serliga at fiskivinnupolitikkinum. Flokkurin vil hava kvota-kervið burtur og eina fiskidagaskipan setta í staðin. Í seinastuni hevur Frjálslyndi flokkurinn gjørt seg til talsmenn fyri ein útlendingapolitikk, sum í mongum er átøkur tí hjá Dansk Folkeparti. Allir aðrir flokkar, eisini Sjálfstæðisflokkurinn, eru samdir um at siga henda politikk burtur.